mikudagur 20. juli 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Í mai mánaði í fjør fingu
18 lærarar prógv sum orð
blindalærarar.
Í
dagsins
samfelag verður orðblindni
ella dysleksi mett sum ein
álvarsligur meinbogi fyri
viðkomandi persón, í ger
andisdegnum og í samband
við útbúgving. Skerdir før
leikar eiga í minst møgu
ligan mun at forða fólki í at
fáa útbúgving og arbeiði, og
tí er ljós umsíðir varpað á
orðblindni. Ikki minst tí at
mann veit, at rætta frálæran
kann minka munandi um
vansarnar, ið standast av
vantandi lesi- og skriviførleik
um. Tað er av sonnum eitt
frambrot, at eftirútbúgvingin
var framd.
Ketan leypur
Útbúgvingin hjá orðblinda
lærarunum var í fyrstu syftu
ætlað at gera lærararnar
betri førar fyri at undirvísa
ungdómi og vaksnum. Har
er tørvurin sjónligast.
Orðblindalærararnir hava
longu undirvíst í miðnáms
skúlum
og
kvøldskúlum
kring landið.
Seinasta summar og aftur
í ár skipa orblindalærarar fyri
lesi- og skrivilegu – summar
fuglalegu - fyri børnum í 3.,
4. og 5. flokki. - - Einstakir
fólkaskúlanæmingar
hava
eisini verið tilmeldaðir kvøld
skúlanum, men her er tað,
at ketan leypur av. Fólka
skúlanæmingar eiga at fáa
frálæru í fólkaskúlanum og
ikki í kvøldskúlanum, skrivar
Herálvur Jacobsen.
Tað hevur ongantíð verið
ivi um, at orðblindni eigur at
verða staðfest so tíðliga sum
til ber, og at serkøn hjálp eigur
at verða veitt beinanvegin,
um orðblindni er staðfest.
Hjá alt ov nógvum hevur
skúlagongdin verið ein ring
uppliving, við lítlari úrtøku,
tí skúlin higartil ikki hevur
havt neyðugu førleikarnar at
staðfesta og veita orðblindum
røttu frálæruna.
Børn mugu undirvísast
– Orðblindalærararnir eiga
at sleppa inn í fólkaskúlan.
Í øðrum londum verða børn
kannað sum trý ára gomul
fyri m.a. orðblindni. Vinn
ingurin av slíkum manna
gongdum eigur at verða
sæddur í ljósinum av tí, sum
átøk seinni kosta samfelagn
um og ikki minst tí einstaka.
– Sjálvandi standa skúli og
serliga foreldur í eini truplari
støðu, tá varhugi er av orð
blindni ella at orðblindni er
staðfest, samstundis sum
eingin tímajáttan er til orð
blindalærarar í fólkaskúla
num. Her má vend koma í,
og fyribilsloysnir, sum at
beina fólkaskúlanæmingum
til kvøldskúlan, kann ikki
góðtakast, skrivar Herálvur
Jacobsen.
randi@sosialurin.fo
Orðblindalærarar mugu inn í fólkaskúlan
Tað kann ikki góðtakast, at orðblindir fólkaskúlanæmingar verða vístir til kvøldskúlan,
skrivar Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags í Skúlablaðnum
Randi Jacobsen
Í eina viku hava
bæði føroysku vakt
arskipini
ligið,
tí
Fiskiveiðieftirlitið
noyddist at spara,
men hósmorgunin
klokkan 11 loysir
annað skipið aftur.
Um tað verður
Brimil ella Tjaldrið
er avgerð ikki tikin
um enn.
Hvussu
verður
við vaktarskipunum
restini av árinum, er
ógreitt, tí tað veldst
um uppgávurnar.
Johan Simonsen,
fulltrúi á Fsikiveiði
eftirlitinu, fæst ikki
at siga, um føroysku
vakarskipini fara at
hava nakran leiklut
í
móttøkuni
av
skipunum hjá Sea
Shepheard.
Eingin
annar
enn politiið kann
siga nakað um tað
málið.
Vaktar
skipini
loysa
aftur
Hósmorg
unin fer
antin Brimil
ella Tjaldur
út at hava
fiskiveiði
eftirlit
Randi Jacobsen
Fleiri plantur eru skrásettar,
sum verandi vandamiklar á
tann hátt, at tær týna aðrar
plantur. Listin er ymiskur
frá einum landi til annað,
tí veður og vakstrarlíkindi
avgera, hvussu ein planta
trívast í landinum.
Felags fyri hesar plantur
er, at tær eru innfluttar.
Nevnast kunnu lantan
dúnurt, sum breiðir seg illa.
Ein onnur er apublóman,
sum upprunaliga kom til
Føroya sum urtagarðsplanta
og er farin sum eldur um alt
landið.
Í ìslandi veksur lupinin
vill. Tað ger hon ikki í Føroy
um, men Anna Maria Fosaa,
leiðari á Náttúrgripasavni
num sigur, at starvsfelagar
hennara uttanlands ávara,
tí tann dagur kann koma,
tá ið lupin fer at breiða seg í
Føroyum.
Fleiri hóttanir
Anna Maria Fosaa nevnir
eisini eina fuchsiu, sum
kann fara at hótta hinar
planturnar í Føroyum, tí hon
ongan natúrligan fígginda
hevur í Føroyum, og ein onn
ur planta eitur gunnara, sum
eisini er farin at gera um seg
summastaðni.
Nýggjasta kenda hóttanin
er ein skøra úr Kaukasus.
Á látínskum eitur henda
skøran alchemilla ‘mollis’.
Hon stavar úr Eystur
evropa og Asia og er haðani
farin víðari. Í 1948 er hon á
fyrsta sinni skrásett sum vill
vaksandi í Stórabretlandi.
– Hon er heilt vist innflutt
sum urtagarðsplanta og er
seld fólki í handlum, sum
selja blómur, sigur Jens-Kjels
Jensen í Nólsoy, sum mælir
til, at øll gera sítt til at beina
fyri hesi plantu, tí hon týnir
allan annan vøkstur og fer
víða.
Tað skuldi heldur ikki
verið neyðugt at innflutt
nýggj sløg av skøru, tí vit hava
onnur sløg frammanundan.
Breiðir seg sum ókrút
Tað er tó ikki sum at siga
tað at sleppa av við hesa
planturnar, tí hon hevur
djúpar røtur og fræar nógv.
Anna Maria Fosaa er
eisini hørm um, at henda
skøran er komin til Føroya,
tí hon treingir allan annan
vøkstur burtur. Hon hevur
sæð skøruna í pottum í
húsatúnum á grasvøllum, og
líkt er eisini til, at fólk hava
plantað hana út. Summa
staðni er hon sjálv farin út
um urtagarðin, og hon kann
eisini vera sloppin víðari
tá ið fólk hava ruddað út í
urtagarðinum.
Anna Maria Fosaa heldur
at skøran úr Kaukasus er
komin til Føroya fyri ikki so
langari tíð.
Plantan er vøkur, men
hon eigur ikki at fáa frið at
vaksa her.
Mugu hava reglur
Tá ið ein fremmand planta
fyrst er komin fyri seg í
Føroyum, er ikki lætt at beina
fyri henni aftur.
– Vit mugu sjálvandi til
at ansa betur eftir hvørjar
plantur vit flyta inn og ikki
lata plantur, sum kunnu
køva okkara plantur, koma
inn í landið sigur Anna Maria
Fosaa.
Flestu onnur lond java
reglur sum forða fólki í at taka
fremmandar plantur við sær
heim. Hesar reglur eru eisini
fyri
hvar
plantusølurnar
kunnu innflyta av plantum.
– Slíkar reglur mugu vit
eisini hava, sigur Anna Maria
Fosaa.
randi@sosialurin.fo
Innflutt skøra týnir alt
Føroyar mugu hava reglur fyri, hvørjar plantur verða fluttar inn,
sigur Anna Maria Fosaa, leiðari á Náttúrugripasavninum
Fiskiveiðieftirlitið
hevur seks eygleið
arar umborð á Lafay
ette, og Fiskiveiði
eftirlitið letur væl
at
samstarvinum
við skipið.
Tólv eygleiðarar
hevur
Fsikiveiði
eftirlitið samanlagt
umborð á markel
skipunum við Før
oyar, og teir verða
væntandi enn fleiri.
Fleiri
eygleiðarar
Fremmanda skøran er vøkur, men hon er vandamikil og køvir aðrar plantur. So nógv av hesi skøruni er at siggja við Tinghúsvegin í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen