Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83 30 Sosialurin Frá Fjarðastevnuni Vit vilja takka øllum, sum hava hjálpt og stuðlað okkum so væl síðsta vikuskiftið. Ein stór tøkk til kommununa. StÍF og Strálan Seinastu árini hevur hetta mál fylt nógv í løgtingi, í kommunum og í fjølmiðlum. Nógv tíð og nógv orka er brúkt og verður eisini brúkt í hesum døgum, men mær kemur fyri, at fólk eru farin at troyttast, tí hetta tekur ongan enda Serliga eru tað tær ymisku og ofta mót­stríðandi frá­ boðanirnar frá lands­politik­ arunum, sum ørkymla og sum nú fáa fólk av álvara at troyttast. Eingin loyna skal verða, at Runavíkar komm­­­una stendur aftan­fyri tær fráboðanir, sum eru komnar frá KSF. Ser­ liga er tað Klaksvíks­skjalið, sum greitt boðar frá, hvar vit standa í hesum máli. Í Klaks­­víks­skjali­num verður greitt boðað frá: Tíðarætlan, bygn­­aði, fígging, málsøki, av­ gerðar­­rætti og til­gongd fyri kommunu­saman­­leggingum. Eg fari ikki at útgreina Klaks­­ víks­­­skjalið, tí tað talar fyri seg sjálvt, men eg fari at við­gera tvinni viður­­skifti í sam­bandi við komm­unu­saman­legg­ ingar, sum vit hava hoyrt sein­ astu dag­ar­nar, og sum eg ikki kann taka undir við. Tað fyrra er, at í grein §6, stk. 4 í lógarupp­skotinum til broytingar í løgtingslóg um sjálv­bodnar kommunu­ saman­leggingar og komm­ unal samstørv í sambandi við lógarbundn­ar uppgávur stendur: Fuglafjarðar- og Eystur kommuna hava, um tær sjálvboðið hava avtalað at leggja saman, áðrenn freistin í stk. 1 er farin, val­ frælsi, hvørt tær saman verða verandi sjálvstøðug komm­ una, ella skulu verða partur av eind 2 í § 2, stk , nr. 2. Við øðrum orðum, so verða tað Fuglafjarðar- og/ ella Eystur kommuna, sum koma at gera av, hvørt Eystur­ oyggin verður ein ella tvær komm­unur. Tað kann ikki vera rætt, at hinar komm­ unurnar, sum nevnd­ar verða í §2, eind 2, t.e. Sjóvar-, Nes- og Runa­víkar kommuna ikki verða tiknar við í hesi stóru avgerð. Tað er púra sjálv­sagt, at allar hesar fimm komm­ unurnar eiga at sleppa at siga sína hugsan um hetta – alt annað er púra burturvið. Tað seinna er, at røddir, serliga í Norður­oyggjum, eru nú frammi um, at Fugla­ fjarðar- og Eystur komm­ una eiga at leggja sam­an við Norður­oyggjum. Hetta kann undir ongum umstøð­ um góðtakast. Runa­víkar komm­una sær, í fyrsta lagi, Skálafjørðin sum eina náttúr­ liga kommunueind og í øðr­ um lagi alla Eysturoynna. Eysturoyggin er ein náttúrlig geografisk eind og harafturat hoyrir økið frá Skipanesi og til Skálafirðar til Eystur­ kommunu. At partur av Skálafjørðinum skal leggj­ast til Norðuroyggjar, ber snøgt sagt ikki til og verður heldur ikki góðtikið av okkum. Spennandi verður hjá okkum kommunal­politikar­ um at fylgja við, hvussu leikur fer, tá tingið kemur saman á Ólavsøku og lógar­ uppskotið um komm­unala umskipan verður lagt fram og viðgjørt. Magnus Rasmussen borgarstjóri Runavíkar kommuna Kommunu­saman­­leggingar Kjak Royndi í mínum lesarabrøvi 12. juli at vísa á, at treytin fyri, at einum livandi og fjølbroyttum føroyskum samfelagi skal vera lív laga, er, at javnvág er millum miðstaðarøkið og útjaðaran, og so at bygdirnar og høvuðsstaðurin eru so mikið tengd hvørt at øðrum, at um annar parturin doyr út, so doyr hin eisini. Tað er hugaligt at fáa reak­ tiónir uppá tað, ein ber fram, og 14. juli hevði Heðin Morten­ sen borgarstjóri eina viðmerk­ ing til mítt lesara­bræv. Skal ikki siga so nógv til hana uttan til tað síðsta, sum hann skrivar, um kanningina millum ung lesandi uttan­lands, sum hann vil taka til eftirtektar, og skapa tær røttu umstøðurnar í høvuðs­staðarøkinum soleiðis, at 70-80 % av lesandi føroying­ um uttanlands koma heim aftur at búgva. Satt at siga, so trúgvi eg einki uppá slíkar kanningar. Tað er rætt, at Havnin kann bjóða teimum lesandi uttan­ lands væl fleiri tilboð, enn bygdirnar, men í mun til tað, sum teir stóru býirnir hava at bjóða, eru tilboðini hjá Havnini bert ein viðfáningur. Um Havnin ætlar at kappast við stórbýirnar uppá teirra premissur, so er hon dømd til at tapa uppá forhond, tí tú kanst ikki konkurera við hinar metropolarnar, uttan so at tú sjálvur ert ein metropolur. Tey ungu útbúnu fólkini, sum eru farin, eru farin; tað gert einki við tað. Tað, sum vit kunnu gera nakað við, er at ávirka tey, áðrenn tey fara avstað: At geva børnunum og teimum ungu so góðan uppvøkstur, sum vit megna, og læra tey at vera góð við tað, sum vit hava og at síggja stórt í tí, soleiðis at tey hava nakað at leingjast eftir, tá íð tey eru farin heiman ífrá at søkja sær útbúgving. Ilt er at siga, hvat “tað góða lívið” er, men sambart National Geographic hava vit eitt tað vakrasta umhvørvið í heiminum at liva tað í, og vit hava eina serstaka og livandi mentan, sum er verd at vitja. Tað er hetta, sum er okkara støði og grundarlag, sum vit hava fingið at røkja og hjúkla um og verja og styrkja og menna og byggja víðari á. Áðrenn bilarnir og maskin­ urnar komu og gjørdu um­ hvørvið vandamikið, høvdu børnini størri frælsi til sjálvi at fara út at kanna náttúr­ una og leggja hana und­ir seg, soleiðis sum t.d. William Heinesen, Jens Pauli Heine­ sen og Heðin Brú siga frá í sínum skaldskapi. Hetta mista Paradísið kunnu vit fáa aftur við at álaggja barnagørðum og skúlum at fara meira út í náttúruna við børnunum, og at nýta hana meir í undirvísingini. Eitt átak, sum kanska er lætt­ ari á bygd, har hagin, áin, fjøran og sjógvurin, hvørt við sínum undirverkum og lívi og vøkstri, eru nærri við. Børnini skulu fara út í náttúruna ikki bara við rekreatión fyri eyga, men tí at náttúran eisini er okkara tilfangi, sum vit skulu liva av og við. Tess betur tú kennir náttúruna, tess betur ert tú tí førur fyri at liva her og troyta teir møgulleikar, sum náttúran goymir. Og so eiga vit at bera so í bandi, at okkara pisur ikki so ungar noyðast av landinum at søkja sær útbúgving. Her kann Havnin gera nakað, sum rættuliga munar: nevnuliga at byggja ein lærdan háskúla til útbúgving og gransking í heimligum jørðildi. Í so máta er ørgrynna at tríva í. Onkur hevur nevnt ílegugransking, onkur annar biotøkni. Og so er tað grøn orka. Sambart Jarðfangi er so mikið nógv orka í sjóvarfallsstreyminum um Føroyar, at um vit kunnu temja hana, so er hon ikki ein­ans nóg mikið til alla orku­ nýtslu í landinum, men so kann grøn orka gerast okkara størsta útflutningsvøra, og tað er nakað at seta í knappholið! Orsøkin til, at so lítið verður gjørt við at granska í sjóvarfallsorku uttanlands, er, at av tí at sjóvarfallið alla tíðina skiftir ímillum streym og kyrrindi, mást tú hava onkra battarískipan afturat, fyri at fáa javnan streym burturúr, og hetta ger, at tað er trupult at fáa tað at svara seg fíggjarliga. Men tú kanst bara við at hyggja at streymtalvuni aftast í blaðnum vissa teg um, at hjá okkum er ein slík battarískipan óneyðug. T. d. eru 3 tímar ímillum vest­falls­ kyrrindi í Vestmanna­sundi og í Skopunarfirði. Tað merkir, at tá íð tað eru kyrrindi í Vestmanna­sundi, er harasti streymur í Skopunarfirði og øvugt. Um tú tí leggur eitt orkuverk í Vestmannasund og eitt í Skopunarfjørð, so fært tú javnan streym burtur úr báðum tilsamans. Veit ikki um nakað anna stað, har viðurskiftini til at gagnnýta sjóvarfallsorku eru so lagalig sum hjá okkum. Er tað ikki upplagt, at vit tí sjálvi menna tøknina til at gagnnýta hann og heysta fruktirnar av hesum, eins og íslendingar hava gjørt við sín jarðhita? Tí hvør veit meira um havið enn vit, sum búgva mitt úti í havinum? Og hetta er størri en oljan. Havnin kann ikki kappast við metropolarnar Niels Midjord Runavíkar kommuna og Kunningarstovan Kommunuskrivstovan Er stongd vegna summarferiu í tíðarskeiðnum 25/7 - 12/8 2011 Kunningarstovan Er opin sum vanligt mánadag – fríggjadag kl. 9.00 - 16.00 Tey sum hava átrokandi ørindi til kommunu meðan skrivstovan er stongd, kunnu seta seg í samband við Kunningarstovuna Runavíkar kommuna og Kunningarstovan -so eru tit við! Lesið