Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83 32 Sosialurin avfall Í morgin leygardagin HITalag lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið fríggjadagin VESTFALLSKYRRINDI 15. juli Fullmáni 21. juli Mánin longst frá jørðini 23. juli Seinna kvarter Kelda. Álmanakkin 2011 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Veðrið í morgin og fríggjadagin: Fleyr til gul av útnyrðingi ella av ymsum ættum og yvirhøvyr turrt og sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig. Veðrið leygardagin: Lot til andøvsgul av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Lot til andøvsgul av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 12 og 16 stig. 20. juli 11.09 23.29 10.09 22.29 10.24 22.44 00.49 13.09 01.49 14.09 09.24 21.44 08.24 20.44 11.24 23.44 00.04 12.24 10.54 23.14 - 12.09 21. juli 11.49 - 10.49 23.08 11.04 23.23 01.29 13.49 02.29 14.49 10.04 22.23 09.04 21.23 - 12.04 00.44 13.04 11.34 23.53 00.29 12.49 22. juli 00.08 12.27 11.27 - 11.42 - 02.08 14.27 03.08 15.27 10.42 23.15 09.42 22.15 00.23 12.42 01.23 13.42 - 12.12 01.08 13.27 23. juli 01.00 13.33 00.00 12.33 00.15 12.48 03.00 15.33 04.00 16.33 11.48 - 10.48 23.21 01.15 13.48 02.15 14.48 00.45 13.18 02.00 14.33 24. juli 02.06 14.40 01.06 13.40 01.21 13.55 04.06 16.40 05.06 17.40 00.21 12.55 11.55 - 02.21 14.55 03.21 15.55 01.51 14.25 03.06 15.40 Hitalagið kring knøttin Nuuk Reykjavík Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Paris Madrid Róm Malorca Athen Beijing New Dehli Bangkok Sydney New York 0 10 9 8 16 18 14 10 9 14 15 10 25 19 22 25 26 23 24 27 36 34 15 25 1-6 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 1-6 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 10/13 °C 12/16 °C -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti hiti máldur 11,5° 11° Hitin í dag Minsti hiti máldur 7,3° fyri juli fyri juli ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 0 mm higartil Miðal: 70 mm Miðal: 10,0° Síðstu nátt: Eitt hátrýst, 1016 hPa. sunnanfyri Ísland stendur mestsum í stað og mennist. Komandi náttt: Veika lágtrýstið við Føroyar grynnist. Hátrýstið sunnanfyri Ísland kemur spakuliga hendavegin. Kríggið hjá Thurid sum filmur Føroyingurin Thurid Zwinge hevur høvuðsleiklutin í einum nýggjum donskum/føroyskum krígssøguligum filmi: Ein søga um at finna kærleikan, men samstundis eisini eitt spennandi innlit í heimssøguna, har sagt verður frá, hvussu ræðuleikarnir frá krígnum eisini raktu Føroyar Aftan fyri hvørja hurð er ein søga. Men ikki allar hurðar goyma eina dramatiska lokala søgu, ið samstundis er heimssøga og ein stór kærleikssøga. Aftan fyri úthurðina í einum reyðum raðhúsi í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn finst ein slík søga. Hon verður søgd av einari lítlari og lívsglaðari eldru kvinnu, sum letur upp, tá vit banka uppá. Á hurðaskeltinum stendur Zwinge. Fyri Thurid Zwinge. Í 1940 varð hon - eins og allir aðrir føroyingar - drigin inn í 2. heimsbardaga. Men tá Thurid forelskaði seg í einum enskum yvirmanni, kom hon krígnum nærri enn flestu aðrir føroyingar: Kríggið og kærleikin drógu hana burtur frá móðurlandinum og djúpt inn í krígsins myrka veruleika. Hetta broytti lív hennara fullkomiliga. Hendan søgan verður nú søgd í einum nýggjum dokumentarfilmi. Gyltur møguleiki Í fleiri ár hevur tíðindamaðurin Uffe Bregendahl vitað um hesa sjáldsomu søguna hjá Thurid Zwinge. Í 2010 slóg hann seg saman við føroyinginum Jógvan Olsen, ið hevur verið hansara fasti samstarvsfelagi gjøgnum fleiri dokumentarfilms­ framleiðslur til TV2 DANMARK. Saman gjørdu teir filmsupptøkur og savnaðu stórar nøgdir av tilfari í Føroyum. Seinni noyddust teir ein túr til Týsklands og teir hava eisini savna tilfar frá Imperial War Museum í Onglandi. Uffe Bregendahl metti søguna hjá Thurid at vera ein gyltan møguleika fyri at kunna danir um krígssøguna í Føroyum, sum ikki minst fekk stóra ávirkan á føroyska stýrið. Sendingin THURIDS KRIG er send í mið- og vesturjútlandi og nú er tíðin komin til at geva føroyingum innlit í spennandi søguna hjá Thurid Zwinge. Ein partur av heimssøguni, ið hevur goymt seg innanfyri úthurðina í einum reyðum raðhúsi í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn. 8/12 °C Havfrøðingurin Bogi Hansen hevur skrivað nýggja bók um Veður­lagsbroytingar, sum Nám gevur út í samstarvi við Hav­stovuna. Høvundurin vísir í bókini á at jørðin er hit­nað, og hann sigur at vit við stórari vissu vita nú, at tað er av mannaávum. - Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veður­lags­ broyt­ingarnar fara at halda fram og versna í kom­andi tíð­um, sigur Bogi Hansen. - Hesar broytingar stava frá tí, at vit menniskju lata nøk­ur evni út í luftina, tá ið vit brenna olju, kol ella gass og av øðrum virk­semi. Hvussu ringar avleið­ing­ arnar verða, er treyt­að av, um vit klára at av­marka útlátið av hesum skaði­ligu evnunum, sigur høvund­u­r­in at nýggju bókini Veður­lags­ broytingar, sum í snøggari upp­seting telur 118 blaðsíður. Havfrøðingurin, Bogi Han­sen, mælir til at lurtað verð­ur eftir serfrøðini. - Gera vit tað, er ógvuliga lítil ivi um álvaran í veður­ lags­broytingunum. Men kring­varp og bløð bera ofta tíð­indi, sum siga tað øvugta. Tí kann tað vera torført hjá fólki yvirhøvur at meta, hvat ið er rætt, og hvat er skeivt. Enda­málið við hesi bók er tí í fyrsta umfari at geva fólki ta neyðugu vitanina til at skilja veður­lagsbroytingarnar, og hví tær koma. Síðan verð­ur roynt at lýsa, hvussu veðu­r­ lag­ið longu er broytt, og hvat vit hava í væntu tey komandi hundrað árini og meira. Bókin um Veður­lags­ broyt­ingar er ikki ætlað nøkr­um serligum bólki. Vón­ andi kunnu flestøll lesa hana, og vónandi kunnu partar av henni verða brúktir í undir­ vís­ing­arhøpi. - Vitanin um veðurlagið øk­ist støðugt. Eg havi tí roynt at útgreina tey hugtøk og heiti, sum eru neyðug fyri at fólk sjálvi kunnu fylg­ ja við, so hvørt sum nýggj vitan verður tøk, sigur hav­ frøð­ingurin Bogi Hansen í sambandi við at Nám nú gev­ur út nýggju bókina um Veður­lagsbroytingar. Bókin um Veðurlags­ broyt­ingar fæst í handlunum frá hósdegnum 21. juli. Hon er innbundin og kostar 180 kr. Ole Wich hevur staðið fyri uppseting, umbróting og myndaviðgerð, og Føroya­ prent hevur prentað. Við støði í bókini Veður­ lags­broytingar skipar Nám í døgunum 17.-19. august 2011 fyri skeiði, har Bogi Hansen undir­vísir. Bogi Hansen við bók um veðurlagið