Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84 vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Danski rockbólkurin FATE er á veg við nýggjari útgávu. Rockbólkurin var kendur í áttatiárunum, men seinnu árini hava teir eisini verið virknir við framførslum og onkrum nýggjum sangi. Fyri føroyingar er tað áhuga­vert, at sangarin í bólk­in­um er føroyskur. Dag­finn Joensen er sangari í bólk­in­um, og hann syngur sjálv­sagt sang­ir­nar á nýggju út­gávuni. Fløgan kall­ ast Ghosts From The Past og kem­ur út í no­vember. – Vit eru lid­ nir við upp­tøk­ urnar, og nú verða sang­irnir ljóð­ blandaðir, sigur Dagfinn Joensen. Tað er Jacob Hansen, sum hevur framleitt og ljóð­blandað nógvan harðar rocktónleik – millum annað Týr – sum tekur sær av ljóð­ blandingini. 13 sangir eru á nýggju út­gávuni hjá FATE. Lim­ irnir í bólkinum eru nú Dagfinn Joensen, sang, Peter Steincke, bass, Torben Ene­voldsen, trummur og Mikk­ el Henderson, gittar. Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Hósdagur 19. januar. Tað er síðsta freist fyri løgtingsvalinum. Stýris­ skipanarlógin sigur, at val verður hildið fjórða hvørt ár, og løgtingsval var 19. januar í 2008. Spurningurin er, um løgtings­ valið verður 19. januar, ella um valið verður í heyst. Í mikudagsblaðnum søgdu umboð fyri allar sjey flokk­ arnar sína meining um hetta. Løg- maður segði seg hava 19. januar sum valdag, og at hann í heyst roknar við góðum kjaki um kommunala bygnaðin og burðardygga fiski­ vinnu. Burtursæð frá varaløgmanni, sum segði seg rokna við valdegi í nánd av 19. januar, so søgdu hinir politikararnir seg ynskja val í heyst, men hjá fleiri livir vónin um, at tað heldur enn til valstríð skal eydnast at brúka heystið at loysa stóru málini, sum leingi hava bíðað, eitt nú kommunala bygnaðin og fiskivinnuna. Royndirnar fyri fýra árum síðani vóru, at tað bar ikki til við seriøsum politiskum arbeiði, tá ið valið nærkaðist. Jóannes Eidesgaard, løg­maður, og landsstýrismenninir hjá honum fyrireikaðu fleiri stór­ politisk mál, sum ætlanin var skuldu avgreiðast fyrstu vikurnar eftir ársskiftið, men tað kiksaði. ABC vóru í samgongu, og fleiri av teimum, sum vóru í samgongu, tóku undir við andstøðuni í, at val­fepurin var so mikið høgur í tingsalinum, at tað ikki var ráðiligt at viðgera lógaruppskot. Tí var einki annað hjá løgmanni at gera enn at útskriva valið. Áðrenn 18. august vera tvey stór mál viðgjørd í tinginum. Løgmaður fyrireikar í hesum døgum løg­mans­ røðuna, og tá ið hann um eina viku fer at bera hana fram, fer hann at hava møguleika at vísa, at tað ikki liggur so frammarlaga í hansara huga at profilera seg sjálvan í val­ stríði. Í vikuni eftir Ólavsøku verður løgmansrøðan á skránni, og so eru tað fiskidagarnir. Løgmansrøðan og hesar báðar viðgerðirnar vera góð ábending um politiska tempera­ turin. Um tað vísir seg, at alt verður elektriskt, so eigur løgmaður at út­skriva val. Um hann ikki ger tað, so hevur tingið møguleika at samtykkja uppskot um nýval. Tað vil vísa seg, um tingið átekur sær henda leiklutin, um tað verður hildið at vera neyðugt. Verður valið úrskrivað í heyst, so kann tað væl vera, at tað verður týsdagin 8. november. Henda dagin hava nógv val áður verið. Fyri fýra árum síðani varð tað hildið at vera óheppið, at valstríðið leikaði um jólini og nýggjárið. Hes­ um slepst undan, um valið verður í heyst, og tá slepst undan at brúka fíggjarlógina sum valagn, tí tá kann nýggja tingið samtykkja hana við grundarlagi í karminum, sum tingið samtykti í vár. Tá ið alt kemur til alt, so valdast tað um seriøsitetin. Floksagi, liðond og breiðar semjur hava ikki verið vørumerki hetta valskeiðið. Næstu vikurnar fara at vísa, um vit skulu rokna við broytingum. Um alt verður elektriskt, eigur løgmaður at út­skriva val Dagfinn á nýggjari útgávu Tað valdast um álvaran Jóannes Hansen fer 31. juli 2011 úr rektarastarvinum á Føroya Læraraskúla. Hann hevur verið í starvinum síð­ ani 2006, tá ið hann varð settur í tíðaravmarkað starv í fimm ár. Jóannes Han­sen hevur verið á vitjan í Menta­ málaráðnum, har Helena Dam á Neystabø, lands­stýr­ iskvinna nýtti høvi at takka honum fyri gott sam­starv hesi fimm árini. Jóannes hevur verið til­ vitaður um, at tað vóru fimm ár at greiða uppgávurnar, sum starvslýsingin legði upp til, og hann fegnast um, at hava fingið møguleikan saman við eldhugaðum starvsfeløgum at vera við í menningini av Læraraskúlanum og út­búgv­ ingunum har. Nú Lærara­ skúlin er vorðin partur av Fróð­skaparsetri Føroya, eru avbjóðingarnar stórar innan gransk­ing, støðuga tillaging av útbúgvingum og ikki minst eftirútbúgvingum. Talið av lesandi er økt nógv seinnu árini. Fyri fimm árum síðani vóru tey 200. Tá ið tað í august verður farið undir nýtt lestrarár, verður talið á lesandi sløk 300 á Lær­ araskúlanum. Lunnar eru lagdir undir gransking á Lær­ araskúlanum, eitt nú í barna- og ungdómsmentan og byrj­ unarlesing, og samstarvið er styrkt við lærdar háskúlar í grannalondunum. Harvið er Læraraskúlin vorðin ein vitanardepil innan sítt ser­ øki, og samstarvið við skúlar, stovnar og onnur, ið varða av økinum, er styrkt. Tann 1. august 2011 fer Jóannes Hansen aftur í sítt gamla starv sum lærari á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði. Skatta­ skipanin gerast einfaldari kjak á síðu 13 Kyss tú ongan­tíð ov fast kjak á síðu 12 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jóannes takkar fyri seg