Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Tað hevur leingi verðið gitt, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, skal stilla upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Og nú váttar hann fyri Sosialinum, at hann bjóðar seg fram at verða valevni hjá Javnaðarflokkinum. – Verði eg skotin upp at verða valevni á upp­ stillingarfundi hjá Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, taki eg av, sigur hann. Hann sigur, at hann hevur fingið nógvar áheitanir frá fólki um at stilla upp. Hann hevur ivast, men nú hevur hann hug at taka ein einum tilboði um at stilla upp, um so er, at hann verður skotin upp, tá ið upp­ stillingarfundur verður. Leysar atkvøður Og tíðin hevur kanska ongan­ tíð verið so búgvin sum nú, tí nógvir løgtingslimir hava boðað frá, at teir taka seg úr politikki, so tað ganga nógvar atkvøður leysar. Ikki minst hava nógvir politikarar í Suðuroy boðað frá, at teir stilla ikki upp aftur, eitt nú Hergeir Nielsen úr Tjóðveldi. Størri týdning hevur tað kortini, at Jóannes Eides­ gaard, sum hevur verið fremsta valevni á javnaðar­ lista­num hjá suðuroyingum á nógvum valum, stillar ikki upp aftur. Somuleiðis tóku bæði Hendrik Old og Sverri Mid­ jord, sum somuleiðis mann­ aðu Løgtingið fyri Javn­aðar­ flokkin í Suðuroy, tók seg úr politikki á síðsta vali og sambands­maðurin, Jaspur Vang, tók seg úr poli­tikki mitt í valskeiðnum, eftir at hann fekk starv sum sýslumaður í Suðuroy. Sostatt er ikki bara nógvar leysar atkvøður kring um í øllum landinum at fiska eftir. Sostatt eru tað av sonnum eisini nógvar leysar atkvøður í Suðuroynni hjá einum markantum valevni at hála inn á kontuna. aki@sosialurin.fo Borgarstjórin stillar upp til løgtingsvalið VALEVNI Kristin Michelsen sigur, at hann hevur fingið nógvar áheitanir um at stilla upp Kristin Michelsen hevur ikki roynt seg í lands­­politikki áður. Men í býráðs­poli­ tikki í Suðuroy er hann væl kend­ur og har hevur hann víst seg at vera ein sann­ur atkvøðu­slúkur. Fyrstu ferð, hann stillaði upp, var longu í 1984. Hann varð ikki vald­ur, men sat kortini ein stóran part av tí val­ skeið­num í býráðnum sum vara­maður fyri Hermund Michelsen. Á valinum í 1988 stillaði hann upp aftur og tá varð hann valdur býráðslimur. Hesi bæði val­skeið­ ini var hann býráðs­ limur fyri samgongu­ listan, sum var ein sam­an­­­renning ímill­ um Fólka­flokkin, Tjóð­ veldið og Sam­band­ið og sum still­aði upp ímóti tí sterka javn­að­ ar­­­­listanum. Men tá ið tað val­ skeiðið endaði í 1992 tók Kristin Michelsen seg úr politikki eitt skifti. Og tað var ikki fyrr enn á valinum í 2000, at hann stillaði upp aftur og tá varð hann valdur aftur í býráðið við 87 atkvøðum. Men hetta var fyri ein uttanflokkalista. Men tá ið hann still­aði upp aftur á býráðs­valinum í 2004, var tað á listanum hjá javnaðar­flokkinum. Og síðani hevur tað gingið skjótt fram á og hann varð bein­ an­­vegin teirra fremsti býráðslimur. Á valinum í 2004 fekk hann 225 atkvøður og tað gjørdi hann til atkvøðuslúk burtur av á tí valinum. Hetta valskeiðið styrkti hann nógv í poli­tikki og á býráðs­ vali­num í 2008, fekk hann heilar 298 atkvøður. Hetta var ein at­ kvøða meiri enn øll hini 10 val­evnini á lista­ num fingu – til­sam­ans. Tá eru tær átta atkvøð­ urnar, ið listin sjálvur fekk, drignar frá. Á síðsta býráðsvali átti hann sostatt einsa­ mallur helvtina av at­ kvøð­unum hjá øllum Javnað­ar­flokkinum á Tvøroyri. So tað kann ikki annað enn staðfestast, at stillar hann upp á løgtingsvalinum, hevur hann góða bar­ last við í viðførningi­ n­um, tí at fáa 298 at­ kvøður bara á Tvøroyri er eitt sjáldsamt avrik. 298 Atkvøður Verður Kristin Michel­sen valdur á ting, verður tað lagnan hjá Suðuroynni, sum fær hans­ara fremstu rað­festing á tingi. Tað ger hann púra greitt. Hann staðfestir, at hóast tað er framgongd í øllum landinum, er tað framvegis afturgongd í Suðuroy og inntøkan hjá kommununum av skatti minkar alsamt. – Tað, sum tað fyrst og fremst fer at snúgva seg um, verður tískil at fáa Suður­oy undan kavi aftur. Men akkurát, hvussu hann tað skal ger­ast, hevur hann ikki gjørt sær so øgiliga stór­ar tankar um enn. Nú vil hann fyrst hava upp­stillingina av vegn­­­um at vita um hann yvirhøvur verður á listanum. Men eitt uppskot, sum hevur verið frammi, er at seta ein suð­ur­oyar­grunn á stovn á sama hátt, sum ein ser­ligur sand­oyar­ grunn­ur varð settur á stovn í nítiárunum og sum slóð­aði fyri, at Delta Sea­food fór undir virksemið har. Annars tekur hann fult undir við, at Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu og hann tekur undir við kommunu­sam­ an­­­legging, sum heild. Men hann heldur, at tað er avgerðandi, at tað verður ein kommunal út­javn­­ing í hesum sambandi. Suðuroy skal aftur á føtur – Eg havi fingið nógvar áheitanir um at stilla upp til løgtingsval, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri Valevni Tað, sum tað fyrst og fremst fer at snúgva seg um, verður tískil at fáa Suðuroy undan kavi aftur