Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84 Sosialurin Bioanalytikari til deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einum spennandi umhvørvi, har gransking er í hásæti? So er tað kanska tær vit sóknast eftir. Nýggjar granskingarverkætlanir fara av bakkastokki eftir summarfrítíðina, og í tí sambandi søkir Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eftir einum bioanalytikara. Arbeiðstíðin er full arbeiðsvika, men møguleiki er fyri niðursettari tíð. Førleikakrøv: • bioanalytikaraútbúgving • teldukunnleika Vit sóknast eftir einum persóni, sum hevur royndir at taka blóðroyndir av fólki í øllum aldri, eisini børnum. Deildin hevur fleiri granskingarverkætlanir í gongd í senn, og tí er neyðugt, at umsøkjarin er fleksibul og eisini kann taka sær av uppgávum, sum ikki beinleiðis hava samband við bioanalytikarayrkið. Deildin hevur, síðan hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi innan bæði arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu. Hetta virk- semi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi frá almennum og privatum grunnum í Føroyum, USA, ES og Danmark. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin av heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá føroyskum børnum - og nú eisini hjá vaksnum fólki. Á deildini starvast í løtuni 10 fólk. Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið Umsóknarfreistin er 15. august kl. 12.00. Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. 216696 til Pál Weihe, yvirlækna, ella t-post: pal@health.fo. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til t-post: pal@health.fo ella til: Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya Sigmundargøtu 5 Postsmogu 14 FO-110 Tórshavn Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya · Sigmundargøta 5 · Postsmoga 14 110 Tórshavn · Tlf.: 31 66 96 · Fax: 31 97 08 · dfaa@health.fo Kappríðing Kappríðing verður ólavsøkudag 29. juli kl. 14.00 í Marknagili Tilmelding seinast mánadagin 25. juli kl. 19.00 Ring: 211789 – 219098 FØROYA RÍÐINGARFELAG Umsjónarfólk Søkt verður eftir umsjónarfólki til skúlar og dagstovnar í Sunda kommunu at byrja 1. septembur. Talan er um fulltíðarstarv og ynskiligt er, at viðkomandi hevur handverkaraútbúgving. Hetta er tó ikki ein treyt. Vit ynskja, at tú: • dugir at samstarva og ert fyrikomandi • kanst arbeiða sjálvstøðugt • kann taka tær av ymsum øðrum fyrifallandi arbeiðsuppgávum við øðrum bygningum hjá kommununi, tá hetta er neyðugt Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á teknisku deild, Jógvan Waagstein, tlf. 667271 ella 297220. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22.august 2011, og skulu sendast til: Sunda kommunu Oyrarbakkavegur 3 Postboks 10 400 Oyrarbakki www.sunda.fo Sosialurin / KvR 34 18 00 Sunda kommuna fevnir um bygdirnar Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Langasand, Haldórsvík, Tjørnuvík, Oyri, Oyrarbakka, Norðskála og Gjógv. Umsjónarfólkini, sum frammanundan eru fimm í tali, taka sær av øllum neyðugum viðlíkahaldi í hesum bygdum, her í millum av skúlum, dagstovnum og øðrum ognum hjá kommununi. Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið