fríggjadagur 22. juli 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84
Sosialurin
F
yrst og fremst hevur Heine
samband við búsetingina á
Skipanesi. Fyrstu niðursetufólk har
vóru Súsanna Maria Jacobsdatter
úr Steikarhúsi í Havn og Jacob
Niclassen av Skála. Tey næstu vóru
Malene Joensdatter úr Funningi og
Frederik Michelsen úr Kollafirði.
Triði maður, sum búsettist á
Skipanesi var Justinus Heinesen
(1816-1894), sonur Heina Joensen
og Malenu Justinusdatter úr Glas
stovuni í Árnafirði.
Justinus var giftur við Sofíu
Lydersdatter úr Tøðu á Toftum (1823-
1906.) Tey búsettust á Skipanesi í
1846. Justinus fekk eina trøð, sum
var sunnanfyri Fríðriksgerðið, tó
soleiðis, at eitt heldur vánaligt
hagastykki lá ímillum. Tey bygdu
hús heilt niðri við sjóvarmálan.
Har vóru tey ikki leingi, tí har var so
harðført. Tí fluttu tey húsini nakað
niðan frá, Undir Heygnum kallað.
Trý av børnunum vóru ófullfør.
Tey vóru heima so leingi Sofía livdi,
seinni fóru tey út til onnur fólk at
vera.
Sofía og Justinus fingu 9 børn:
Heine f. 1846 á Toftum, giftur í
Havnar Kirkju tann 20.6. 1869 við
Mariane Elise Rasmussen úr Uppi
stovu á Skála. Tey búðu í Vaktar
húsbrekku í Havn og fingu sjey
børn. Tað er hann henda søgan snýr
seg um.
Sunneva (1848-1931), seinna kona
Johan Danielsen (Johan í Garði)
kendur bátasmiður í Nólsoy. Tey
fingu trý børn.
Malena Frederikke (f. 1850)
giftist við Johannes Danielsen i
Nólsoy. Hann var sonur Johan í
Garði. Tey fingu trý børn.
Lyder f. 1854. Hann tænti nógv ár
í Nólsoy. Hann giftist við Cathrine
Malene Danielsen. Hon var dóttir
Niels Paula, beiggja Johan í Garði.
Tey búðu við Tinghúsvegin í Havn
og fingu níggju børn.
Maren Susanna (1857-1895) giftist
inn til foreldrini við Marius Poulsen
úr Úti Guttastovu í Syðrugøtu. Tey
fingu tvey børn.
Johan (1859-1910) búði síni sein
astu ár á Toftum. Var ófullførur.
Ellen Cathrina f. 1862. Giftist í
1891 við Niclas Niclassen i Klaksvík.
Fýra ár seinni gekk hann burtur við
Bikuben, og Elin sat eftir við fimm
børnum.
Cathrina Sophia (1865-1923). Hon
var ófullfør. Við manntalið 1906
og 1911 var hon hjá Peter Jakku í
Ytstahúsi á Skipanesi »i pleje.« Í 1921
var hon úti á Toftum.
Christianne (1868-1928). Hon
var eisini ófullfør men var røsk at
arbeiða. Í 1911 var hon í Norðragøtu
hjá Marin, systir Peter Jacob. Í 1921
var hon hjá Peter Jacob í Ytstahúsi.
Hann var langabbi tann, sum
skrivar hetta. Hetta sigur annars
nakað um gott samanhald millum
niðursetufólkini.
Børnini hjá Marionnu og Heina
vóru:
Maria Sofía (1871-1920). Giftist við
Svein Arnason (1874-1918) úr Skaga
firði í Íslandi. Tey fingu fimm børn.
Kendir synir teirra vóru Herluf
Arnason og Otto Brimheim. Upp
aftur kendari er oldurabbasonurin,
kendi
danski
fótbóltsspælarin
Frank Arnesen, sonur Stendor hjá
Mariu.
Maria og sonur hennara Arni
eru fyrr umrødd í hesi røð.
Rasmine (1873-1954)
Lærarabókin skrivar:
Áðrenn Rasmina fór at lesa, gekk
hon í fisk at tjena sær pening at læra
fyri. Fór á læraraskúlan í Tórshavn
í 1890, har hon tók læraraprógv
1893.
Aftaná
próvtøkuna
kom
hon beinanvegin sum lærarinna
til Øravíkar og Fámjin, og hetta
starv røkti hon í sjey ár. Hon hevði
telefonina frá tí telefon kom til
Øravíkar í 1908, og til hon doyði.
Postin tók hon eftir mannsins
deyða og røkti eisini hetta starv
til deyðadags. Frá 1898 og til 14
dagar áðrenn hon doyði, las hon
lestur í skúlanum. Rasmina giftist
13. november 1900 við Napoleon
Mortensen, (1878-1938) óðalsbónda
í Øravík. Tey fingu tríggjar døtur.
Michael Pauli Fredrik (1876-
1925), ógiftur
Sofia Fredrikka (1879-1907),ógift,
er jarðað saman við foreldrunum.
Johanna Carolina Fredrikka f.
1881, gift við Magnus Samuelsen.
Justinus
(1884-1959),
skipari,
giftur við Sigga Maria Amalia Olsen
úr Uppsølum í Klaksvík. Tey fingu
fýra børn, sum fingu eftirnavnið
Slættalíð.
Maren Christina Maria f. 1887
giftist við Johan (Shell) Sofus
Johansen (1889-1976). Tey fingu fýra
børn.
Ein sonur teirra var Heini á
Trøðni, sum í mong ár var kendur
sum stjóri í Grønlandsfelagnum,
sum stóð fyri føroyska partinum
av útróðrinum og virkseminum hjá
Nordafar í Føroyingahavnini.
Ein annar sonur var Harry S.
Johansen, sum var kendur í mong
ár sum skrivstovuleiðari hjá Havnar
Sjúkrakassa og sum leiðandi limur í
losjuni í Havn.
Politistur og limur
í avhaldinum
Heine sjálvur hevur verið ein
“typiskur” havnarmaður, sum livdi
av tí, sum kundi fáast úr sjónum og
tí sum jørðin gav.
Hann var í hvussu er frá 1880
limur í politistaliðnum í Havn, sum
varð avtikið í 1902.
Og so hevur hann eisini verið
ein av teimum mætu havnarmonn
unum, sum vóru limir í Havnar
Avhaldsfelag.
Tá ið hann doyði skrivaði Nyholm
Debes í fráhaldsblaðnum Dúgvan:
"Aftur hava vit innan Havnar Av
haldsfelag mist ein góðan og trúgv
an felaga. Heine Justinussen (á
Trønni) er nú um dagarnar deyður.
Heini á Trønni var íðin og
arbeiðssamur maður, fúsur til
sjógvin og nærlagdur á landinum.
Mangan ringan hevur hann farið til
sjós, mangan sæð deyðan fyri eygu
num, men ikki var tilætlað, at hann
skuldi leggja síni bein á tí stóra
kirkjugarði, hvar so mangir Føroy
ingar hava funnið teirra vátu grøv.
Snøgt og knappliga var hesin
maður burtur riktur og vil hann av
okkum avhaldsmonnum saknast
nógv.
Hann bleiv avhaldsmaður 23.
januar 1901, og hevur frá tí degi
verið ein av teimum feløgum, sum
javnt hevur verið at funnist á
samkomum felagsins. Tí kennist
tað bæði sárt og ilt at vita, at
sessur hansara nú fer at standa
tómur ella verða nýttur av einum
hvørjum øðrum, men man so lagna
menniskjunar vera og kann har
einki broytast.
Minni hansara vil til seina tíð
goymast av felagnum Havnar
Avhaldsfelag, og vil eg sum ein so
vorðin ynskja, at friður og hátíð má
fylgja við tí mynd, tann einstaki
goymir av honum.”
Heini hevur verið 54 ár, tá ið
hann gjørdist fráhaldsmaður og
limur í fráhaldsfelagnum. Hann
varð bert limur í 9 ár og hevur hesa
tíðina kunnað gjørt vart við seg í
felagnum.
Keldur:
Keraldið
Ingigerð á Trøðni
Heine á Trøðni:
Eisini ein av trúgvu
limunum í Avhaldinum
Heini á Trøðni er eitt kent navn hjá tilkomnum havnarfólki. Men hann átti ein abba, sum
eisini varð kallaður Heini á Trøðni. Hann og hansara fara vit at umrøða í hesum partinum
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Marin Kristina Maria og
Johan (Shell) Johansen
Maria og Heini saman við seks av teirra børnum:
1. Sofía Fredrikka 2. Mikkjal, 3. Rasmina 4. Justinus 5. Marianna
(mamman), 6. Marin Kristina Maria 7. Heine (pápin) 8. Karolina Fredrikka
HEINE JUSTINUSSEN
Á TRØÐNI
F. 30.4. 1846
D. 22.10. 1914
MARIANNA JUSTINUSSEN
F. RASMUSSEN
F. 2.9. 1845
D. 4.1. 1926
SOFIE JUSTINUSSEN
F. 7.2. 1879
D. 9.7. 1907
Maria Arnason var ikki
við á stóru myndini
Í komandi parti verður
greitt frá Heina Johansen,
Vága Heina, og hansara