Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

surr 2 Í Bretlandi er nú ein stór kapping farin av bakkastokki, og vinningurin er einki minni enn ein viðgerð ímóti barnloysi. Tað er vælgerandi bólkurin "To Hatch", sum síðani í fjør hevur ráðgivið barnleysum pørum, sum standur handan tiltakið. 30 juli byrjar eitt lottarí, har vinningurin er ein barnloysisviðgerð, sum er verd fleiri hundrað túsund pund. Lottaríið hevur skapt øsing, og eitt etiskt kjak hevur nú tikið seg upp í Bretlandi, tí fólk eru ikki á einum máli um, hvussu etiskt rætt tað er at vinna børn í lottarínum. Vinn viðgerð móti barnloysi At selja krevur serstakan hugburð og mentalitet. Gestablídni er nakað heilt annað. Føroyingar hava í áravís roynt at ment eina ferðavinnu, men hetta endar altíð við undanstøkkingum, sum t.d. gestablídni. Tí vit duga ikki at taka pening fyri tær fáu tænastur, vit veita ferðafólki. Men støðan tykist versna, tí nú røkkur gestablídni ikki longur sum umbering fyri, at vit ikki veita veruligar tænastur. Mær tykir so hjartaliga synd í ferðafólkunum, sum eru hoppað uppá límpinnin, eftir at hava lisið eina lýsing ella ein faldara frá einum niðurløgdum ferða- ella uttanríkisráð í Føroyum ella onkrari ferða- ella kunningarstovu. Í Føroyum sita vit í stóran mun handan stongdar dyr og bíða eftir ferðafólki, ið bara skulu syrgja fyri at leggja pening eftir seg, tá tey ómaka sær at vitja hendanvegin. Men hvussu skulu ferðafólkini bera seg at? Handlarnir hava ikki opið, fyrr enn fyrraparturin er hálvrunnin. Er heilidagur ella bara vikuskifti, so er støðan enn verri. Sunnudagar er stongt, har er onki at tosa um yvirhøvur. Ferðafólkini ganga í sínum reyðu og gulu fjakkarajakkum og hyggja í myrkar handilsgluggar. Eg veit, at undantøk eru, men tað er ikki nóg gott, so longi sum hetta bert eru undantøk. Skulu tey á WC, gerst støðan hættislig, tí almenn WC eru ikki á hvørjum tanga. Soleiðis er tað, hóast vit nú hava ment eina ferðavinnu í 30 ár. Ferðafólk koma tí í stóran mun bara koma til Føroya fyri at keypa eitt klisturmerki at seta á nýggja autocamparan. Síðani fara tey víðari til Íslands. (Tað er óskiljandi, at ferðaætlanin hjá hálvalmenna ferðamannaskipinum er løgd soleiðis, at hetta er gjørligt.) Higar koma fólk í bili, á súkklu og við báti. Hvørt tað er sunnudagur, ella klokkan er farin av 17:00, tá tey steðga í Føroyum, hugsa tey ikki um. Men verri er, at føroyingar hugsa heldur ikki um tað. Tí er ofta synd í ferðafólkum, ið mugu ganga tómligu bygdagøturnar og banka uppá fyri at læna WC, og so sum bonus fáa ein kaffimunn við heimagjørdum vaflum, tiðnaðar í mikroovninum. Innan kl 10:00 er ikki hugsingur um at keypa sær eitt plagg ella ein kaffimunn í Havn. Og á bygd eru framvegis handlar, sum stongja í døgurðatímanum. Føroyingar sita og bíða, meðan jarðarknøtturin melur, og ferðafólkini mala í gøtunum, tí eingin einfaldur faldari segði, at í Føroyum er nakað, sum eitur lokaltíð, og hetta pilkar eingin við, um so hundrað fólk í reyðum og gulum regnklæðum steðga her í nakrar tímar. Stutt sagt. Vit mugu taka betur ímóti ferðafólki. Ella mugu vit framleiða einfaldar faldarar, ið boða frá, at bert ferðafólk, ið ikki renna á WC í tíð og ótíð, eiga at vitja hendanvegin, og at handlar bert hava opið, tá teimum lystir. dagfinn@sos.fo Einfaldir ferðafaldarar Dagfinn Olsen Ikki meiri fínan mat til Robbie Robbie Williams er nú farin undir ein útreinsingarkur, eftir at hann eftir øllum at døma fekk mateitran av einum hummara í Keypmannahavn, og harvið var orsøk til, at konsertin við Take That varð avlýst. The Daily Star skrivar, at Robbie nú hevur sett nýggj krøv til, hvat skal standa klárt til matna backstage á teimum konsertunum, sum eru eftir av teirra ferð. Ein tallerk av frískum melónum · Fýra súrepli · 10 gularøtur Minttyggigummi · Ingifer · Japansar rískøkur · Peanøtur · Sodavatn Eitt japanskt bonzaitræ · Eina rúgvu av handkløðum. Cars 2 í 3D 4. august hevur animeraði filmurin Cars 2 frumsýning í Havnar Bio. Filmurin um McQueen og vin hansara Bumble fekk mestsum allar dreingir at gerast fjepparar, tá hann kom út í 2006, og hann vann eisini fleiri virðislønir. Í hesum filminum fara McQueen og Bumble uttanlands at luttaka í einum Grand Prixi. Men tað bíða teimum fleiri spennandi hendingar, tá alt ikki sýnist vera, sum tað eigur í kappkoyringini. Havnar Bio 4. august