Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juli 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85 mánadagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Norski forsætisráðharrin sig­ur, at hansara ung­dóms­ paradís er blivið eitt helviti. Jens Stoltenberg er ein av teimum, sum ofta hev­ur vitj­að á Utøya, har ung­dóms­felagið hjá norska Javn­aðarflokkinum heldur summ­ar­legur og onnur til­tøk. Tað var har, at minst 85 fólk vórðu dripin eftir ein skilaleysan skottilburð. Fleiri enn 600 ungfólk vóru á oynni til summarlegu fríggjadagin – Eg havi verið á Utøya hvørt summar síðani 1994. Mítt ungdómsparadís er bliv­ið eitt helviti, segði Jens Stolt­enberg í eini røðu um viku­skiftið. Stoltenberg skuldi eft­ ir ætlan vitja á Utøya leyg­ ar­dagin og halda røðu fyri teimum ungu fólkunum. – Nú eri nógv av teimum, sum eg skuldi tosa við, deyð. Hetta er ein óhugsandi tragedia, segði norski for­sæt­ is­ráðharrin. Tað er næstan ógjørligt at skilja. At ein sjúkligur maður við víðgongdum politiskum sjónarmiðum ein fríggja­dag seinnapart kann gera av við næstan hundrað fólk í ein­ um norðurlandi. Skelkurin um bumbu­spreingingina mitt í Oslo var stórur, men hann endaði næst­ an í skugganum av óveruliga sorg­ ar­leikinum á Utøya, har út ímóti 90 fólk – mest ungdómar – vóru slaktað í einum óhoyrdum blóðbaði. Hetta er beint í okkara grannalagi – í okkara norðurlendsku brøðratjóð. Vit halda vanliga, at vit liva í einum vælútbúnum, modernaðum parti av heiminum. Her er friðarligt og gott at verða, og samfelagið er opið og demokratiskt. Men hendingin í Noregi fríggjadagin vísur, at yvirgangur eisini er blóðugur veru­leiki á okkara leiðum, og at fólka­ræðið er eingin sjálvfylgja. Tað finnst fólk, okkara egnu fólk, sum hugsa øðrvísi og vilja tað øðrvísi, enn meirilutin vil. Og teirra víðgongdu sjónarmið kunnu verða so vandamikil, at tey enda við einum slíkum sorgarleiki, sum vit upplivdu fríggjadagin. Áður hava vit upplivað royndir at fremja yvirgang í eitt nú Stockholm og Keypmannahavn, og nú hendi mest álvara álopið í Oslo og á Utøya. Hetta er ræðandi at hugsa sær. At tað tolerenta samfelagið, sum gevur fólki stórt persónligt frælsi, skal hýsa fólki, sum vilja drepa óteljandi ósek fólk fyri at broyta samfelagið. Ein spurningur, sum uttan iva verður reistur komandi dagarnar, er, hvussu tað kundi lata seg gera. Hví var Breivik ikki avdúkaður, áðrenn hann slapp at fremja sína illgerð. Og tað er júst eitt stórt dilemma við fólkaræðinum. Vit vilja hava, at tað skal verða so frítt og opið sum tilber, men vit vilja eisini hava myndugleikarnar at verja okkum ímóti yvirganginum. Vit hava seinnu árini upplivað, hvussu yvirgangsálop hava gjørt nógv viðurskifti í okkara gerandisdegi trupulari, tí myndugleikar skulu kunnu fylgja við og avdúka fólk, sum ilt í kvittanum. Norski forsætisráðharrin segði beint eftir álopini fríggjakvøldið, at svarið til slík fólk sum Breivik er meira fólkaræði og meira opin­ leiki. Hetta er ein góður boðskapur til okkum øll – eisini eina løtu, tá ið samfelagið verður álopið, og alt kennist óveruligt og tungt. Vit skulu virða hvønn annan, vit skulu tola ósemjur, og vit skulu rúma tí fremmanda. Tí mugu vit framhaldandi taka eitt tak fyri fólkaræðinum, fyri einum tole­ rantum og opnum samfelagi, sum kann hýsa øllum sløgum av fólki – men har vit eisini vónandi megna at steðga yvirgangsfólki sum Breivik. Vit mugu framhaldandi taka eitt tak fyri fólka­ræðinum – Eg havi eini boð til tey, sum standa aftan fyri hesi álop. Tað eru ein boð frá øllum Noregi. Tit sleppa ikki at oyðileggja okkara fólka­ræði. Tað segði norski for­sætis­ ráðharrin í fyrstu fráboðan síni eftir álopini í Oslo og á Utøya fríggjadagin. Jens Stoltenberg segði í røðuni til norska fólkið, at norðmenn standa saman, tá ið ástendur. – Í kvøld og í nátt skulu vit ansa eftir hvørjum øðr­um. Vit skulu troysta og tosa saman. Í morgin skulu vit vísa heiminum, at norska fólkaræðið verð­ur sterk­ari. Vit skulu finna tey seku, men í kvøld hevur tað størst­an týdning at bjarga mannalívum og at vísa um­ sorgan, segði Stolten­berg. – Vit eru øll skelkað av hesum óndskapi, sum hevur rakt okkum so ógvusliga og knappliga. Men eg havi eini boð til tey, sum standa aftan fyri hesi álop. Tað eru ein boð frá øllum Noregi. Tit sleppa ikki at oyðileggja okkara fólkaræði ella okk­ara luttøku úti í heimi. Vit eru ein lítil tjóð, men vit eru ein stolt tjóð, og eingin skal bumba okkum til tøgn, segði for­sætis­ráð­ harrin. Vit kunnu ikki bumbast til tøgn Sorgarleikurin í Noregi Anders Behring Breivik hevur fingið ein verja, men Geir Lippestad ivaðist í, um hann skuldi taka uppgávuna á seg. Geir Lippestad er limur í norska Arbeiðaraflokkinum, og hann hevur verið virkin í eini nevnd í flokkinum fram til í fjør. Men hóast hetta hevur hann átikið sær uppgávuna at verja Anders Behring Breivik, sum stóð aftanfyri álopini, ið higartil hava kostað 93 fólkum lívið. – Eg ivaðist í, um eg skuldi taka uppgávuna, og eg mátti tosa við familjuna um tað fyrst. Men prinsippið í okk­ ara rættarskipan er, at øll hava rætt til ein verja, sigur Geir Lippestad. Verjin hjá Breivik hevur longu fingið nógv hatursboð frá fólki, tí hann er blivin verji hjá honum. Sambært verjanum við­ ur­kennir Anders Behring Brei­vik tað, sum hann hevur gjørt, men hann heldur ikki, at hann skal revsast fyri tað, tí tað var ein neyðug sam­felagsgerð, sum hann framdi. Verjin hjá Breivik ivaðist Paradís bleiv helviti Skanda­ løsi grund­ lógar­klubbin kjak á síðu 20 Útvarps­ tól skift út við inter­ net­radio kjak á síðu 21 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo