mánadagur 25. juli 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
4
Sosialurin
Eyðun Klakstein
– Hendan er størsti sorgar
leikur, sum hevur rakt norð
urlond í friðartíð. Eitt mein
ingsleyst og óskiljandi álop
á fría og demokratiska sam
felagið.
Tað segði Aksel Johanne
sen, formaður í Javnaðar
flokkinum, tá ið Sosialistisk
Ung og Javnaðarflokkurin
leygardagin
høvdu
sam
hugaløtu fyri norðmonnum.
Fitt av fólki var savnað í mið
býnum í Havn, har stuttar
røður vórðu hildnar og fe
lagssangur sungin.
Áminning
Aksel Johannesen vísti á, at
álopið í Noregi var eitt álop á
sjálvt fólkaræðið.
– Hetta hendi uttan at
nakar varnaðist og uttan at
nakar hevði hugsað tankan,
at hetta kundi henda í norð
urlondum. Talan er um eitt
politiskt álop – eitt álop á fría
og demokratiska samfelagið.
Eitt álop, sum skal raka øll,
sum vilja luttaka aktivt og
vilja broyta samfelagið. Og
tað kann tykjast trupult
at verja seg ímóti hesum,
tí tað kunnu altíð finnast
einstaklingar,
sum
eru
ekstremistiskir.
– Tí er álopið eisini ein
áminning um, at vit ikki
skulu taka fólkaræðið og
frælsið hjá tí einstaka fyri
givið. Vit mugu allatíðina
minnast til at virða og góð
taka hvønn annan. At duga
at verða ósamd – í stuttum
at vísa tolsemi, segði Aksel
Johannesen.
Fólkaræðið er eingin sjálvfylgja
Samhugi – Álopið eisini ein áminning um, at vit ikki skulu taka
fólkaræðið og frælsið hjá tí einstaka fyri givið, segði Aksel Johannesen,
formaður í Javnaðarflokkinum, á samhugaløtu í miðbýnum í Havn
Eyðun Klakstein
Hann er føddur í Noregi,
hevur útbúgving, hevði sína
egnu fyritøku og hevur ong
antíð framt nakað lógarbrot
uttan okkurt smávegis brot
á ferðslulógina fyri 10 árum
síðani.
Hann kundi verið ein
miðalhampaborgari í einum
norðurlandi, men fríggja
dagin framdi hann óndastu
illgerðina, sum er framd í
friðartíð í Noregi.
Anders Behring Breivik
sprongdi eina bumbu mitt
í Oslo, og síðani slaktaði
hann ungdómar á oynni
Utøya. Samanlagt hava helst
eini hundrað fólk latið lív,
leitað verður framvegis eftir
saknaðum, og summi eru á
sjúkrahúsi við álvarsomum
løstum.
Álop á samfelagið
Anders Behring Breivik er
uppvaksin og hevur búð í
Oslo, til hann fyri einum
mánaði síðani flutti til ein
garð í Hedmar, har hann helst
hevur framleitt bumbu sína
burtur úr eitt nú kunsttøð.
Fyri nøkrum árum síðani
fór Breivik heilt til høgru
politiskt. Hansara sjónarmið
gjørdust alsamt meira við
gongd, og seinastu árini hev
ur hann skrivað eitt 1500
síður langt manifest um síni
politisku sjónarmið.
Hann kallar seg sjálvan
tjóðskaparsinnaðan
og
í
hansara hugaheimi kunnu
fleiri mentanir ikki liva sam
an í friði og náðum.
Tað var hetta, sum hann
vildi gera upp við fríggja
dagin. Álop hansara vóru
á norska samfelagið og Ar
beiðaraflokkin, sum hann
heldur hevur virkað fyri, at
oyðileggja norska samfelagið,
soleiðis sum hann vil hava
tað.
Verjin hjá Breivik segði
sunnudagin við NRK, at
Breivik viðgongur tað, sum
hann hevur gjørt, men hann
heldur seg ikki hava gjørt
nakað skeivt, og at hansara
gerðir ikki eru revsi
verdar. Tað var ein
neyðug samfelagslig gerð,
sum hann gjørdi.
Manifestið
Anders
Behring
Breivik
hevur sent politiska mani
festið til ymiskar persónar,
millum annað til finska
nasionalistiska politikaran,
Terhi Kiemunki frá flokk
inum Sannfinnene.
Ideologiska manifestið, ið
er heilar 1516 síður, byrjar við
at greiða frá, hvussu nógva
tíð og pengar, hann hevur
lagt í arbeiðið við mani
festinum, og hann leggur
eisini upp til, hvussu hann
heldur, at manifestið skal
breiðast út.
»Tíðin fyri talu er farin.
Vit góvu friði ein møguleika.
Tíðin er nú komin til vápn
aða
mótstøðu.
PCCTS,
Knights
Templar
vegna
frælsu menniskjuni í Europa,
boða hervið frá fyribyrgjandi
kríggi móti mentanarligu
marxistisku/multimentanarligu
stjórn
unum
í
Vestureuropa.
Vit viðurkenna,
at Europa tekn
iskt hevur verið
í borgarakríggi
síðani
1999,
tá Europa og
amerikanskir
mentanarligir
m a r x i s t a r /
m u l t i m e n
tanalistar umvegis
NATO fóru í álop
móti kristnu ser
bisku
styrkjunum,
og frátók teimum
rættin
at
steðga
islam í teirra føði
landi«, skrivar Anders
Behring Breivik í ideo
logiska manifestinum.
Anders Behring Breivik
skuldi á middegi í dag fyri
rættin í Oslo. Hann sigur
seg hava verið einsmallan
um álopini, men løgreglan
kannar framvegis, um hann
hevur fingið hjálp í Noregi
ella úr øðrum londum.
BREIVIK 32 ára gamli Anders Behring
Breivik viðgongur,at hann hevur fram álopini
í Oslo og á Utøya, men hann heldur seg
ikki hava gjørt nakað skeivt. Hann heldur,
at álopini vóru ein neyðug samfelagsgerð
Heldur seg einki
skeivt hava gjørt
drápsmaðurin df
Anders Behring Breivik drap fríggjadagin úti við hundrað
fólk í einum skilaleysum politiskum álopi í Noregi
Mynd: Polfoto
drápsmaðurin
Aksel
– Vit mugu allatíðina minnast til at virða og góð
taka hvønn annan, segði Aksel Johannesen