Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juli 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85 12 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Í fjør var danski súkklarin, Kristian Gosvig, samanlagt nummar tvey í Statoil Kring Føroyar, sum kapp­ ingin æt øll tey undanfarnu ár­ ini, men nú hann aftur var við, eydn­að­ist honum at koma ovast á sigurspallin. Samanlagt brúkti hann seks tímar, tríggjar minuttir og 56 sekund um at súkkla teir 211 kil­o­metrarnar, kappingin hesa ferð fevn­di um. – Tað er ótrúliga deiligt at koma aftur og vinna kappingina, eftir at eg ikki rakk allan vegin í fjør. At eg eri við í ár, stendst fyrst og frem­st av, at ein steðgur annars er í teim­ um kappingum, eg plagi at vera við í, segði Gosvig eftir sigurin og eftir at borgarstjórin í Havn, Heðin Morten­sen, hevði hongt honum gull­heiðurs­merkið um hálsin. – Eg haldi, at tað gekst sum vænt­að hjá mær, og eg eri í øllum før­um sera væl nøgdur. So fái eg at síggja, um eg havi møguleika at koma aftur næsta ár at verja sigur­ in, men tað vóni eg. Samanlagt var Kristian Gosvig hálvan minutt framman fyri Guð­ mund Joensen og góðar níggju minutt­ir framman fyri Gunnar Dahl-Olsen, ið gjørdust ávikavist numm­ar tvey og trý í kappingini, sum í ár bar heitið KS Kring Før­ oyar. Gunnar vann Havnina Tá fremstu súkklararnir seinna­ part­in í gjár komu inn í Havnina, vóru fýra samlaðir allarfremst. Teir vóru Torkil Veyhe, Guðmundur Joen­sen, Gunnar Dahl-Olsen og Kris­tian Gosvig úr Danmark. Skjótt vísti tað seg tó, at Torkil hevði hug at dragna eitt sindur, so kappingin um at vinna tann sein­as­ ta teinin fór at standa millum hin­ar tríggjar. Seks umfør skuldu súkkl­ ast, og hóast Gunnar er væl eldri enn hinir báðir, sá hann út til at vera tann við frískastu beinunum. – Tað eydnaðist tíbetur eisini at vinna henda seinasta teinin, og tað er altíð deiligt. Eg havi vunnið í Havn fyrr, og tað er ein deiligur sig­ur at fáa, segði Gunnar Dahl-Ol­ sen, sum á málinum var ávikavist fimm og seks sekund framman fyri Guðmund Joensen og Kristian Gos­vig. – Hinir skuldu verið bæði skjót­ ari og lættari enn eg, men eg visti, at klár­aði eg bara at fylgja við teimum allan vegin til Havnar, so kundi eg sakt­ans klára at kappast við teir inni í Havnini. Kanska er tað eisini so­leið­is, at hóast skjótleikin ikki er tann sami sum fyrr, er taktiski før­ leik­in blivin tilsvarandi betri. Øðrvísi kapping Eitt, sum var øðrvísi við kappingini hesa ferð, var ikki minst seinasti kappingardagurin, tí tveir teinar skuldu súkklast í gjár. Tað er ongan­tíð fyrr roynt í kappingini, har tað vanliga hevur verið, at ein tein­ur hevur verið til hvønn dagin. Longu í gjáramorgunin klokkan níggju fóru fyrstu súkklararnir av­stað frá Hotel Føroyum í einum einkult­starti, sum gekk teir 15 kilo­ metr­ar­nar niðan á Sornfelli. Hetta er ein fjallaeinkultstartur, droymt hev­ur verið um í áravís, og nú varð hann so royndur. Tað, sum kanska gjørdi hann nakað tungan hjá fleiri av súkklar­ un­um, var at teinurin dagin fyri, sum var í Suðuroy, taldi heilar 96 kilometrar, og tí vóru fleiri súkk­ la­r­ar heldur moyrir í gjár. Verður hes­in leisturin brúktur aftur, er lítil ivi um, at teinurin í Suðuroy ikki verður so langur. Seinnapartin í gjár var so aft­ ur farið á súkklurnar og tá var teinurin úr Havn og norður ígjøg­ num Kaldbakstunnilin, niðan á Oygg­jar­vegin og aftur til Havnar, har súkklast skuldi runt seks ferðir, áðrenn komið var á mál. – Hesin einkultstarturin niðan á Sornfelli hóskaði mær sera væl, tí eg trívist best við eitt sindur av mót­brekku. Her var eisini tann fyri­munur, at tú tað nógva av tíðini kun­di síggja hinar súkklararnar, sig­ur samlaði vinnarin í kappingini, Kris­tian Gosvig, ið tó dámdi betur rutu­na í fjør. – Tá ráddi nógv meira um at klint­ra í fjøllunum, og serliga haldi eg, at suðuroyarteinurin var betri enn hesa ferð, tí nú var eitt sindur av klintring at byrja við og síðani meira ella minni slætt. Tað vil siga, at skuldi tú leypa á, mátti tú gera tað beinanvegin og so royna at halda tað. Og tað er ikki so øgiliga spenn­andi, haldi eg. Aðrir vinnarar Umframt kappingina hjá monnum, var kapping hjá kvinnum, mo­tion­is­ t­um, unglingum og børnum, og øll tey bestu sluppu í gjár upp á sigurs­ pallin í Gundadali. Hjá kvinnunum var Marin Enni­ stein Heinesen einsamøll, so har var ikki tann stóra kappingin, men hon gjøgnumførdi væl og virði­liga, og hjá motionistunum gjøg­num­ førdu Sverri Mohr Edvinsson og Kári Simonsen allan teinin sum ávika­vist nummar eitt og tvey. Hjá unglingunum vóru tríggir teir bestu samanlagt ávikavist Dáv­ur Magnussen, Jóanis A. Niel­ sen, Tóri Nielsen og Tummas Óli Erlings­son, og hjá børnunum Tummas Simonsen, Pauli Jacobsen og Bartal Dam Gregoriussen. Hvussu verður við súkklu­ kapp­ing­ini næsta ár, er ikki heilt greitt enn, men eingin ivi er um, at fyrireikararnir í Tórshavnar Súkklu­felag fegnir vilja hava kapp­ ing­ina aftur í gomlu leguna, har tal­ an er um fimm dagar við fimm ella seks teinum. – Tað nógva snýr seg um, hvat tað kostar, tí útreiðslurnar eru stórar av at skipa fyri einari so­ vorð­nari kapping. Men fáa vit ein góð­a­n høvuðsstuðul, ber saktans til at gjøgnumføra kappingina sum vanligt ella kanska sum eina saman­renning av tí, vit hava roynt hesa ferð og so tí, sum tað hevur verið áður, sigur Gunnar Dahl- Olsen, ið saman við Sverra Mohr Edvins­son hevði lagt kappingina hesa ferð til rættis. – Eitt, sum vit saktans kundu endur­tikið, er at hava tveir teinar sama dag, tí tað sá út til at rigga fínt. Í øllum førum er hetta alt nak­að, vit fara at hyggja eftir sum skjót­ast, so vit um ikki so langa tíð hava sett eina góða og áhugaverda kapp­ing saman, ið kann lokka út­ lendsk­ar súkklarar hendavegin eisini. hilmarjan@sosialurin.fo Gosvig vann Súkkling Einasti útlendingurin í súkklukappingini KS Kring Føroyar, Kristian Gosvig, megnaði samanlagt at gerast bestur og vinna kappingina, sum í ár var eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, tí kappast var bara í tríggjar dagar á fýra teinum TEIR BESTU Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hongur gullheiðursmerki um hálsin á samlaða vinnaranum, Kristian Gosvig úr Danmark, sum stendur millum Guðmund Joensen og Gunnar Dahl-Olsen, ið samanlagt endaðu sum ávikavist nummar tvey og trý Mynd: Bergur I. Johansen