mikudagur 27. juli 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
mikudagsblaðið
Oddagrein
Rás2 spílar seg rættiliga út á
ólavsøku. Mikudagin verður
hitað upp til ólavsøku, og
báðar
ólavsøkudagarnar
sendir Rás2 seinnapart og
langt út á kvøldið.
Rás2 fer mikudagin at
hita upp til ólavsøku, og
mikukvøldið verður farið
á ólavsøkukonsert. Eisini
fer Tróndur Arge at siga frá
dystinum
millum
Víking
og EB/Streym, sum verður
spældur mikukvøldið.
Ólavsøkuaftan og Ólav
søkudag sendir Rás2 frá
klokkan
14
seinnapartin
til á midnátt. Gestir koma
í studio, reportarar fara út
við mikrofonini, livandi tón
leikur verður at hoyra, og
væl uppløgdu vertinir fara
at undirhalda lurtarunum.
Ólavsøkan á Rás2 end
ar við stóra brakinum í
Vágsbotni, tá ið fleiri enn
10.000 fólk plaga at savnast
til livandi tónleik og undir
hald. Pallur verður gjørd
ur frammanfyri studio hjá
Rás2 í Miðlahúsinum, og
soleiðis verður aftur í ár.
Hesaferð fara Pipar & Salt
at undirhalda, og Terji
Rasmussen fer at
spæla
nakrar
av sínum
kendastu
sangum.
Tey,
sum
fara at
gera
sendingarnar hjá Rás2 á
ólavsøku, eru Barbara Holm,
Eyðun
Klakstein,
Eydna
Skaale, Mirjam Pætursdóttir,
Rói Samuelsen, James Olsen,
Heri Simonsen,
Eyðfinn Drewsen,
Jonhard
Hammer og
Tróndur
Arge.
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Álitið frá Fjølmiðlakommissjónini,
sum í gjár varð handað landsstýris-
kvinnuni í mentamálum, gav ikki
tað hol í sjógvin, sum vit í privatu
miðlunum høvdu vónað.
Nógv áhugavert tilfar er at
lesa í áltinum, sum í størstan mun
viðger fígging av Kringvarpinum,
heldur enn framtíðina hjá føroysku
miðlunum sum heild. Stórur dentur
verður lagdur á, hvussu Kringvarpið
skal fíggjast við framhaldandi lýs
ingasølu fyri eyga.
Tá Helena Dam á Neystabø
í februar setti kommissjónina,
undraði tað okkum ikki sørt, at
einki umboð fyri miðlavinnuna
taldist millum limirnar – ella fólk,
sum skilja støðuna, sum privatu
miðlarnir eru í. Landsstýriskvinnan
gjørdi greitt, at hon vildi hava eitt
professiónelt og óheft álit...
Fyri okkum er tað eyðsýnt, at
kommissjónin als ikki hevur skilt
støðuna hjá privatu miðlunum.
Nevndin kemur við einum sera
akademiskum uppskoti um at
drena lýsingarinntøkur umvegis
Kringvarpið í ein miðlagrunn, sum
Mentanargrunnurin kann umsita.
Síðani kann hvør hanus og janus –
eisini vit í Miðlahúsinum – søkja um
stuðul til ávísa verkæltan. Kvotan
hjá Kringvarpinum í hesum grunni
verður 50 prosent, meðan bløðini
skulu fáa 25 tilsamans.
Her loypur ketan av... Samstundis
sum kommissjónin vísir á, hvussu
stóran týdning lýsingarinntøkurnar
hava fyri privatu miðlarnar, so
mælir hon til, at somu miðlar nú
skulu søkja um stuðul úr hesum
miðlagrunni, heldur enn frælsir og
fríir at selja lýsingar. Grundarlagið
undir privatu miðlunum er søla –
blaðsøla og lýsingarsøla. Kommis
sjónin tekur stórliga feil, um hon
heldur, at hetta er framstig fyri
privatu miðlarnar.
Nú er álitið frá hesi kommissjón
ikki nakar endaligur dómur yvir
føroysku miðlarnar. Men tað skal
verða grundarlag undir framhald
andi politiskari viðgerð. Vit halda
sjálvandi fast við okkara støðu, at
greiðasta býtið var, at tað almenna
lat privatu fjølmiðlarnar fáa frið at
reka sítt virksemið á burðardyggum
handilsligum grundarlag, meðan al
menna public service kringvarpið
varð fíggjað av tí almenna so ella
so. Alternativið er, at privatu miðl
arnir eisini skulu fíggjast umvegis
skattin, men tá nærkast vit helst
utopia.
At seta eitt ráð at viðgera, hvat
bløðini skulu sleppa at skriva um
– fyri soleiðis at sleppa fram at
lýsingarpengum umvegis Ment
anargrunnin, tað er í øllum førum
púrasta burturvið. Spell at kommis
sjónin ikki sær størri virði í teimum
privatu miðlafyritøkum, sum eru.
Men kanska virðingin, tá alt kemur
til alt, er størri millum tingfólk, sum
eiga síðsta orðið. Tað vóna vit.
Latið alment vera alment
og privat privat
Seinastu trý árini hevur
Rás2 skipað fyri stórum
ólavsøkuhaldi í Vágsbotni.
Væl yvir 10.000 fólk hava
verið savnað til tiltøkini,
sum bjóða undirhald og
live-tónleik. Í ár verða tað
eingin annar enn Pipar &
Salt, ið fara at undirhalda
av pallinum, sum verður
gjørdur uttan fyri studio
hjá Rás2 í Miðlahúsinum.
Pipar& Salt hava sein
astu vikurnar ferð eftir
ferð fylt Norðurlandahúsið
til nýggja showið hjá sær,
og teir hava fingið sera góð
ummæli frá fólki. Jákup
Veyhe og Sjúrður Skaale
duga framúr væl at gera
hendingar
komiskar
og
persónar stuttligar, og ólav
søkukvøld fara teir at undir
halda stóru mannfjøldini,
sum savnast í Vágsbotni.
Upphitingina til Pipar &
Salt tekur Terji Rasmussen
av. Kendi tónleikarin hevur
seinasta árið verið aktuellur
við nýggjum tónleiki hjá
Føstufressum. Terji og hinir
í
Føstufressum
spældu
tvær útseldar Terji fer at
framføra nakrar av sínum
kendastu
sangum
ólav
søkukvøld. Uttan iva sleppa
fólk at hoyra onkrar sangir
hjá Føstufressum, og Terji
kann neyvan sleppa undan
at tríva í sangin Eros.
Ólavsøkubrak
í Vágsbotni
Kommersiel public service
Í ár fer at bera til at runda
ólavsøkuna av við einum
góðum látri. Leygarkvøldið
– kvøldið eftir ólavsøku –
verður nevniliga ein serlig
sýning við Pipar & Salt í
Ítróttarhøllini á Hálsi.
Talan er um somu sýn
ing, sum júst hevur gingið
fyri fullum húsum í Norður
landahúsinum – men hendan
sýningin fær sjálvandi ein
serligan ólavsøkudám.
Sýningin verður klokkan
átta leygarkvøldið.
Ólavsøkusýning við Pipar & Salt
Rás2 heldur ólavsøku
Einki
er sum
sigarett
nr. 13
kjak á síðu 12
Ráð
stevna
flutti ikki
mørk
kjak á síðu 11
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo