Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Tá ið hetta valskeiðið hjá kommunustýrinum er liðugt, ætlar Kirstin Strøm Bech, borg­arstjóri í Vági, sær at gevast í politikki. Tað ger hon púra greitt, nú uppstillingin hjá teim­um ymsu listunum til løg­tings­ valið so smátt er við at taka skap. Løgtingval verður í sein­ asta lagi 19. januar, men tað eru rættiliga mong, sum vænta, at valið verður í heyst. Í sambandi við Løg­tings­ valið hava nógvar gitingar verið um, at borgarstjórin í Vági fór at stilla upp fyri javnaðarflokkin. Men tað avsannar hon, tí hon staðfestir, at hon stillar ikki upp til løgtingsvalið. – Tað havi eg givið greið boð um og tað standi eg við. Hon sigur, at lands­poli­ tikk­ur hevur ikki rættiliga fangað hennara áhuga. – Mín áhugi stendur nógv meiri til kommunupolitikki, sigur hon. Men tann hugurin er ikki sterkari enn so enn at hon ætlar sær eisini at gevast í kommunupolitikki. Hon ætlar sær nevniliga heldur ikki at stilla upp aftur, tá ið kommunustýrisval verð­ ur aftur um eitt gott ár. – Hendir ikki okkurt heilt, heilt serligt, stilli eg heldur ikki upp aftur á næsta komm­ unustýrisvali, sigur hon. Men sjálvandi kann okk­ urt serligt henda, sum fær hana at skifta meining. Undir øllum umstøðum skilst, at hon vil ikki vera borg­arstjóri aftur. – Men fyri tað um eg verð­ið vald í býráðið aftur, er ongin sum sigur, at eg skal verða borgarstjóri, leggur hon afturat. Vil heldur undirvísa Kirstin Strøm Bech er lærari og tað er eitt starv, hon sakn­ ar so illa, at hon er til reiðar at sleppa yrkisleiðini sum politikari, so at hon kann taka sítt borgarliga starv upp aftur. Hetta má sigast at vera ein óvanlig avgerð, tí yvirhøvur er tað, at hjá tí, sum fyrst fær fótin inn um í politikki, gongst øgiliga illa at finna hurðina aftur. – Tíverri er tað so, tí eg haldi, at í politikki skal rúm verða fyri at ættarliðsskiftum fyri at fáa yngri fólk og nýggj sjónarmið upp í politikkin. – Tað er hent at hava royndar politikarar við, men at vera í politikki í áratíggjur, er ikki í ordan í mínum huga­ heimi. Kirstin Strøm Bech sig­ur, at tá ið hon fór upp í komm­ unupolitikk, hevði hon gjørt av við seg sjálva, at tað skuldi bara verða tað eina val­skeið­ ið. Men nú er tað so blivið til tvey valskeið og so er stundin komin at kappa á stokkinum, sigur hon. – Mær dámar ómetaliga væl at vera lærari og eg sakni læraragerningin rættiliga illa, staðfestir hon. Hon staðfestir eisini, at skal hon gera sær vónir um at undirvísa aftur, skal tað vera nú. Kirstin Strøm Bech er miðskeiðis í fimmtiárunum. – Árini, eg havi eftir til eg fari frá við eftirløn kunnu nú teljast á hondunum, so skal eg taka lærarayrkið upp aftur, skal tað vera nú, sigur hon. Borgarstjórin gevst í politikki UPPSTILLING Kirstin Strøm Bech vil heldur vera lærari enn politikari 118 atkvøður Kirstin Strøm kom nokk so brádliga upp í politikk, tá ið hon stillaði upp til bý­ráðs­ valið í 2004. Men vágbingar høvdu álit á henni, tí hon fekk 74 atkvøður og tað var tvær ferðir so nógvar atkvøður, sum nakar annar á javnaðarlistanum í Vági. Kirstin Støm Bech bleiv borgarstjóri í Vági beinanvegin og tað hilnaðist so mikið væl, at tá ið býráðsval var aftur í 2008, fekk hon 118 atkvøður og bleiv sostatt væl og virðiliga fyrst valdi býráðslimur í Vági. Tí hava nógv hugsað, at tað var sjálvsagt, at hon eisini skuldi stillað upp til løgtingsvalið, serliga tá ið havt verð­ ur hugað, at javn­aðar­ flokkurin í Suðuroy skal hava nýtt blóð, eftir at bæði Sverri Modjord, Jóannes Eides­gaard og Henrik Old góvust. Men hon ger altso greitt, at tað verður av ongum... Funnu spreingi­ evni á flog­vøll­ in­um Í sambandi við út­ bygg­ingar­ar­beiðið á Flog­vøll­inum í Vág­um er gam­alt spreingi­evni funn­ ið. Talan var um eitt gamalt borihol. Spreingievnið varð latið av, tilvitað, saman við einari ætlaðari spreinging. Spreingievnið í gamla boriholinum vísti seg at vera virkið. 14. juli kunnar Vága Floghavn ar­ beiðs­takaran um, at tað áður hev­ ur verið útynt spreingi­arbeiði í hes­um ávísa øki og arbeiðið har verð­ ur tí steðgað. Talan er um eitt øki á suð­ur­síðuni á flog­ vøll­inum uttan fyri trygdar­økið. Kanningar á stað­num vísa, at møgu­leiki er fyri, at ósprongt spreingi­evni enn er í bori­hol­um frá fyrr gjørd­um arbeiði. Øk­ið er tí tryggjað fyri óvið­kom­andi. Tískil - fyri at sleppa undan van­ lukku - er semja gjørd í dag millum arbeiðsánara, ar­ beiðs­takara og Ar­ beiðs­eftirlitið, at arbeiðstakarin boð­ sendir serfrøðingi, at kanna viður­skift­ ini nærri. Kann­ing­ ar­nar verða gjørd­ ar komandi viku við atlitið til, at framhaldandi ar­ beiðið kann verða framt á tryggan hátt. Spreingi­ser­frøð­ ingurin kemur til Føroya mánadagin. Sum skilst hevur spreingievnið ligið við flogvøllin síðan útbyggingina í 1978. At vera í politikki í áratíggjur, er ikki í ordan í mínum hugaheimi Mær dámar ómetaliga væl at vera lærari Kirstin gevst Kirstin Strøm Bech saknar læraragerningin so illa, at hon er til reiðar at gevast í politikki fyri at sleppa aftur í skúla at undirvísa