Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 25. juli 2011 2 Ólavsøka 2011 »Langt úti í kviksilvurlýsandi megin­ hav­inum liggur eitt einsamalt, lítið blý­litað land. Hetta evaska lítla land­ ið er samanborið við stórhavið sum eitt sandkorn á gólvinum í einum veitslu­skála. Men sett undir sjóneyku er hetta sandkornið kortini ein heilur heimur við fjøllum, dølum, sundum og fjarðum, húsum og smáum menn­ iskjum. Ja, einastaðni er ein heilur lítil, gamal býur við bryggjum og goymslu­ rúmum, gøtum og strætum, brøttum skot­kendum gongdum, torgum og kirkj­ugarði.« Soleiðis byrjar tjóðarskaldið og býar­ sonurin William Heinesen skaldsøguna »Glataðu spælimenninir«, sum á und­ ur­fullan hátt lýsir lívið í Havnini í eini mentanarligari broytingartíð. William Heinesen nevndi Tórshavn heimsins nalva og legði afturat, at Havnin var »den største by i mange hundrede kilometers omkreds«. Tað gevur býnum ein heilt serligan status.   Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin savningarstaður, har føroyingar hitt­ ust um stórar avgerðir og at gera ein góðan handil. Frá náttúrunar hond ligg­ur Tórshavn mitt í Føroyum og er tí eisini náttúrligur miðstaður í land­ inum.   Havnin er høvuðsstaður føroyinga við teimum skyldum, tað leggur á ein bý, eisini hóast hann í heimshøpi er lítil. Tórshavnar býráð stjórnar høvuðs­ stað­ar­kommununi og hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu kunna kappast við stórsamfeløgini í grannalondunum – metropolarnar. Kappingin stendur um at skapa bestu fortreytir fyri búseting, menning og trivnaði. Kappingin stend­ur eisini um komandi ættarliðini av før­oy­ingum. Høvuðsstaðurin eigur avgerandi leik­ lut í at ganga á odda í vinnuligu, bú­ skapar­ligu, mentanarligu og sosi­alu menningini í Føroyum, tí høv­uðs­stað­ urin tænir øllum før­oy­ing-um. Vit vilja tí eisini samstarva við lands­politikkarar, kommunur – ja, allar før­oy­ingar, eisini tey, sum ikki eru flutt heim aftur enn – um at menna høv­uðs­taðin, og við honum sam­felagið alt.   Á ólavsøku leita mangir av okkara úti­setum sær heim í summarfrí. Kann­ingar vísa, at størsti parturin av ungdómi undir útbúgving sigur seg vilja búgva í Tórshavn, tá og um tey flyta aftur til Føroya. Nógv teirra siga tíverri, at tey ikki fara at flyta heimaftur yvirhøvur. Vit standa sum land í teirri støðu, at vit so at siga ongan fólkavøkstur hava, og hvørt ár missa vit stóran part av okkara ungu og virkisfýsnu. Tey, sum skulu seta komandi ættarliðini við. Fólkavøkstur er fortreyt fyri bú­ skaparvøkstri. Vit hava hvørki. Soleiðis er tann veruleiki, vit mugu taka støðu til og handla útfrá. Tí er tað so avgerandi, at vit í Føroy­ um skilja boðskapin og standa sam­an um at menna bæði landið og høv­ uðsstaðin. Tí trivnaðurin og menn­ ing­ar­møguleikarnir í høvuðs­staðnum verða avgerandi fyri framtíðar sam­fe- lagsmenningina í Føroyum.   Kappingin um tey ungu, framfýsnu og vælútbúnu verður avgerandi fyri framtíð Føroya. Standa allir føroyingar saman, ber til at vinna kappingina og tryggja landinum eina góða framtíð.   Hetta merkir ikki, at Havnin skal menn­ ast í kapping við aðrar kommunur ella býir í Føroyum. Tað merkir hinvegin, at Havnin sum høvuðsstaður alra før­ oyinga skal mennast, so at vit megna at venda avfólking til fólkavøkstur við at vit menna eitt umhvørvi, sum er kappingarført við tað, sum dregur okkara fólk uttanlands. Tórshavnar býráð hevur í síni visjón lagt dent á at menna høvuðs­stað­ in. Býurin skal vera opin og al­tjóða­ gjørdur, livandi og virkin við upp­ liv­ing­um og avbjóðingum, fleiri út­búgv­ing­ar­til­boð­um og sterkum altjóða gransk­ingar­umhvørvi, har vinnur hava góð vakstrar­líkindi. Men vit mugu taka sjóneykuna hjá Williami Heinesen fram aftur til dagin í dag. Vit mugu við henni finna mongu góðu virðini, sum gjørdu, at vit og forfedrar okkara valdu framhaldandi at liva og virka í hesum landi. Vit mugu finna fram aftur tað, sum er vert at halda fast í, og síðani leggja aft­urat tað, sum manglar í. Nógv av tí finna vit í ólavsøkuni: Onga­staðni í verðini hava tey eina tjóð­arhátíð á sama hátt, sum vit hava ólavsøkuna. Hesa heilt serstøku hátíð­ina, har tað politiska og tað átrúnaðarliga, tað fólksliga og tað handilsliga, tað siðbundna og tað nýggjasta nýggja, ítróttarmentanin og veitsluhugurin renna saman og njóta gott hvørt av øðrum. Og hóast at alt hetta rennur saman og gongur upp í eina hægri eind hesar báðar dagarnar um árið, tá so at siga øll tjóðin hittist á máli, so fer hetta alt fram í friði og náðum, í sátt og semju, undir trygg­um og væl skipaðum kørmum, tó at spon­ taniteturin er í hásætinum, og munur ikki er á høgum og lágum. ­– Tað er serstakt. Taka vit hetta inn í gerandisdagin, so er tað júst samanrenningin millum virkna og vakna høvuðstaðin við sínum stórbýardámi, tað siðbundna saman við tí nýggja, nærleikin, tryggleikin og vakra, friðsæla náttúran, sum eykennir Havnina. Eins og Havnin er høvuðsstaður alra føroyinga, so er ólavsøkan tjóðarhátíð hjá okkum øllum. Úr bygd og bý og úr útlondum savnast vit øll í okkara felags høvuðsstaði. Gævi, at øll vóru eins góð við høv­ uðs­staðin hvønn dag, sum vit eru við Havnina á ólavsøku. Tá kundi høv­uðsstaðurin veruliga verðið tann felags­nevnarin, ið hann náttúrliga eigur at vera fyri landið alt og allar før­oyingar, hvar teir so eru staddir.   Góða ólavsøku og gott summar!   Heðin Mortensen Borgarstjóri Vælkomin í høvuðsstað alra føroyinga! – Onga­staðni í verðini hava tey eina tjóð­arhátíð á sama hátt, sum vit hava ólavsøkuna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn síða 2 Heðin Mortensen: Vælkomin til høvuðsstað alra føroyinga síða 4 Ævintýrferðin: Ferðin fyri vaksin og børn síða 6 Kabarettin: Politiski myndugleikin fær ein á kjaftin síða 8 Hergeir Nielsen: Fyrr komu tingfólk hvør øðrum meira við síða 10 Skrúðgongan síða 12 Ó-festivalurin - Spread the lóve síða 14 Mín ólavsøka síða 18 Løgmaður: í ár venda nógvir pílar rætta vegin síða 20 Í koyristóli: Í mannamúgvuni síggi eg einki síða 22 Kanón gott kappróðrarár síða 24 Føroysku klæðini skulu vera festlig síða 28 Klumma: ílætin sum føroyingar - grýluveitslan síða 30 Fótbóltur: Ólavsøkudystir við broddi síða 32 Rætti vegurin til ólavsøkufríggið síða 34 Ymiskt um alkohol: Hvat hendir, tá vit drekka? síða 38 Bygdafólk um ólavsøkuna síða 40 Nýtt tingár á ólavsøku: Bara eitt lógarkrav er í skránni síða 42 Ólavur Hátún um sangin á Tinganesi: Lagaliga løtan síða 46 Tiltøk á ólavsøku Redaktørur: Eydna Skaale Blaðfólk: Áki Bertholdsen Eyðun Klakstein Eydna Skaale Dagfinn Olsen Hilmar Jan Hansen Ragnhild Ellingsgaard Randi Jacobsen Rógvi Nybo Rólant Waag Dam Tróndur Arge Uni Holm Johannesen Fotografar: Jens Kristian vang Álvur Haraldsen Lýsingarfólk: Birgir Waag Høgnesen Elin Vatnhamar Olsen Eyðun Samuelsen James Olsen Jonna Gaardbo Umbróting: Tekniska Deild á Sosialinum Prent: Prentmiðstøðin Útbering: Posta Innihaldsyvirlit