Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 25. juli 2011 4 Ólavsøka 2011 Rólant Waag Dam Børn og vaksin kunnu gleða seg. Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava aftur í ár skapt eitt ævintýr, bæði fyri vaksin og børn. – Tað skal altíð vera okkurt til báðar partar. Vit royna at skapa eina atmosferu, sum rakar øll, bæði vaksin og børn, sigur annar av ævin­ týraskaparunum, Búi Dam. Tá Dánjal á Neystabø og Búi gjørdu fyrstu Ævintýraferðina fyri sjey árum síðani, byrjaðu teir fullkomiliga á berum. Hvørgin teirra hevði nakrantíð spælt sjónleik ella gjørt barnatilfar, men ein tanki um at gera aktivt undir­ hald til børn við tónleiki, sjónleiki og søgusiging var byrjanin til fyrstu ævin­ týraferðina. – Tað vísti seg, at vit raktu plett, men vit vistu ikki tá, at tað var nakað, sum fór at verða so væl móttikið. Tað skuldi bara ikki vera passivt undirhald, tí tað hava vit nóg mikið av, greiðir Búi Dam frá um byrjanina. Teir báðir Búi og Dánjal komu skjótt ásamt um, at ein fløga var neyðug til hvørja Ævintýraferð. – Vit gera eisini eina fløgu í ár. Fløgan er umráðandi, so børnini hava okk­urt, tey kunnu taka heim við, læra seg sangirnar og kenna søguna, held­ ur Búi. Vaksin hava eisini hugflog Uttan at hava sølutøl at vísa á, ber til at staðfesta, at føroyingar – børn so væl sum vaksin – hava tikið Búa, Dánjal, sangirnar og søgurnar til sín. Eingin undrast longur á, at Grækaris Grashøvd hevur ein hava á høvdinum og í ársins útgávu av Ævintýraferðini, hava Búi og Dánjal arbeitt víðari við vælumtøkta figurinum. - Eftirhondini er tað vorðið til eitt vist framhald frá einari Ævintýraferð til aðra. Vit fáa eisini nógvan íblástur frá børnum, sum rópa okkurt undir okk­ ara framførslum. Børn hava eitt fan­tastiskt hugflog. Men tað hava vaksin eisini. Hug­flogið hjá vaksnum er nógv undirmett. Tað er eisini øðrvísi enn hugflogið hjá børnum. Vaksin hava ment støddfrøði, skriftmálið, arkitektur og so fram­ vegis. Tað eru ikki bara listafólk, sum hava gott hugflog. Ein politikari kann eisini hava eitt gott hugflog, um hann er ein góður politikari. Og í Ævin­ týraferðini eru vit ráðharrar í hesum lítla samfelagnum, vit sjalvir hava ment og har gera vit av, hvussu stýrt verð­ur, sigur Búi Dam. Gartnarin Gregor Eitt, sum ráðharrarnir báðir hava gjørt av, er, at tað skal vera eitt nýtt element við í hvørjari Ævintýraferð. Áður hava bæði sjónleikarar og tónleikarar ver­ ið partur av Ævintýraferðini, og í ár er tað Sámal Blak, sum setir sín ser­ merkta dám á. Hann hevur skapt ein heim við eini serligari pallmynd, sum Ævintýraferðin í ár er knýtt at. Somuleiðis hava ráðharrarnir av­ rátt, at ein nýggjur figurur skal gerðast partur av vælumtókta leikinum. Tað er Gartnarin Gregor, sum sjálvandi arbeiðir á høvdinum hjá Grækaris Grashøvdi. – Hann er gjørdur av mold, mosa og pottum. Onnur hondin er ein ríva og hin ein lítil spaki. Og so ferðast Gregor runt á einum spaka, sum gartnarar jú gera, sigur Búi, sum um tað var ein sjálvfylgja, at øll vita tað. Hinvegin tekur Búi á ongan hátt Gregor sum eina sjálvfylgju. – Vit hava skrivað tónleikin og fingið søguna kring Gregor upp á pláss. Nú royni eg so at læra hann at kenna. Gregor skal hava ein identitet og hann royna vit at skapa beint nú, fortelur Búi, meðan hann situr við Gregor framman fyri sær, hyggur at honum og spakuliga flytur armar og høvd Gregors. Hetta, at kunna liva seg inn í aðrar persónar, er nakað, sum gevur Búa og Dánjali íblástur og hug at halda áfram. – At sleppa teymunum gevur nak­að og víðkar hug­ flogið, sigur Búi Dam, sum saman við Dánjali og Sámali fer at víðka hugflogið hjá børn­um og vaks­ num á ólavsøku, og fáa tey at sleppa teym­un­ um. Ferðin fyri børn og vaksin Einaferð um árið taka Búi Dam og Dánjal á Neystabø børn og vaksin í hondina, og leiða tey í eitt ævintýr. Í ár er einki undantak og Ævintýraferðin 2011 byrjar á ólavsøku FAKTA: • Ævintýraferðin 2011 • Búi Dam, Dánjal á Neystabø og Sámal Blak • Verður framførd á Tjóðpalli Føroya 27.- 29. juli kl. 16. og 18 og 30. juli kl. 12 og 14 • Ævintýraferðin vitjar skúlar og stovnar í august og september Búi Dam og Dánjal á Neysta­bø fram­føra sjeyndu Ævintýra­ ferðina á ólavsøku Mynd: Álvur Haraldsen