mikudagur 27. juli 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 25. juli 2011
6
Ólavsøka 2011
Politiski myndug
leikin fær ein á kjaftin
– Vit ætla at geva teimum, sum hava havt evstu ábyrgdina av
samfelagnum seinastu árini, ein á kjaftin, er greiði boðskapurin hjá
teimum, sum leggja ólavsøkukabarettina til rættis í ár
Uni Holm Johannesen
– Kabarettin verður fullkomiliga øðr
vísi í ár. Sex, porno og brennivín hevur
nærmast verið kjarnin seinastu árini.
Fólk hava runnið nakin og í fronskum
undirklæðum. Tað verður einki pláss
fyri tí hesaferð. Hetta verður ein polit
isk satira.
Ummælarar hava fyrr sagt, at hon
hevur verið ov grov og ósømlig. Ólav
søkukabarettin. Tað verða ikki skots
málini í ár. Tað vissar Johan Ludvík
Laksafoss, sum hevur lagt tilfarið til
rættis og er ein av spælarunum, um.
Í Sjónleikarhúsinum í Havn verður
seinasta hondin nú løgd á árins ólav
søkukabarett. Her verður stór orka
løgd í at halda lív í obligatoriska part
inum av ólavsøkuni. Tað var annars
vandi fyri, at eingin kabarett var í ár,
men fyri tveimum vikum síðani fóru
nakrir sjónleikarar undir fyrstu venj
ingarnar. Hendan kabarettin skal
fremst av øllum geva áskoðarunum
ein góðan látur, men eisini finnast at
politisku myndugleikunum – í einum
stuttligum hami. Tað er skemt við
boðskapi.
– Vit ætla at geva teimum, sum
hava havt evstu ábyrgdina av sam
felagnum seinastu árini, ein á kjaftin.
Tað eru somikið álvarsamar gølur,
sum hava ávrikað okkum øll. Málið um
makrelin, skrædlið og gølan hjá Eik,
fyriskipararnir av langhylinum í Vági,
at Havnin vil hava Oyggjaleikirnir til
Føroya og løgreglan fáa tildømis sítt
at hugsa um. Hetta er eitt stuttligt og
kritiskt skot frá fólkinum til politik
arnar, sigur hann.
Øll kunnu flenna
Málið við kabarettini er at endurspegla
samfelagið, vit búgva í. At vísa á pall
inum, hvussu láturligt og býtt okkara
samfelag eisini er.
– Áskoðararnir seta høg krøv, og
tað ger ikki avbjóðingina minni. Tað
er fínasta slag. Kabarettin fevnir víða,
og øll kunnu flenna – útróðrarmaðurin
av bygd og akademikarin í Havn, sigur
Johan Ludvík Laksafoss.
Tað er nógv tilfar at viðgera. Til
gongdin við at vraka, sálda frá og
leggja afturat hevur hilnast væl, og
fyrireikararnir hava seinastu dagarnar
fyrireikað nakrar filmar, sum eisini
verða partar av framførsluni.
– Tað eru ikki vit, sum skapa ólav
søkukabarettina, men fólkini, sum
búgva her. Vit ætla bara at geva eina
ítøkiliga mynd av, hvat fer fram, sigur
Johan Ludvík Laksafoss.
Tað eru seks fólk,
sum standa fyri ólav
søkukabarettini í ár.
Tað er Ria Tórgarð, sum
leikstjórnar kabarettini.
Johan Ludvík Laksafoss
hevur skrivað tilfarið.
Spælararnir eru Johan
Ludvík Laksafoss, Hjálmar
Dam, Hanna Flóvinsdóttir,
Rasmus Eysturoy og Rúna
Mortensen.
Frumframførslan verður
tann 27. juni. Annars verður
spælt tvær ferðir um dagin
tann 28. juni, 29. juni, 30. juni
og 31. juni.
Mynd: álvur haraldsen