mikudagur 27. juli 2011síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 25. juli 2011
38
Ólavsøka 2011
Hvussu heldur tú Ólavsøku?
Vit hava hitt nøkur kend bygdarfólk og fregnast um, hvussu tey fara at halda Ólavssøku
Eg tími ikki at
ganga oman
og niðan
Sonhard Johannesen, 58
ára gamal, Klaksvík
Veit faktiskt slett ikki, um eg fari.
Havi kanska verið á Ólavsøku fimm
ferðir í lívinum og fyri at siga tað
heilt erligt, so tími eg slett ikki.
Um eg fari, so verður tað bara
fyri at vitja fólk, sum eg kenni.
Kappróðurin sigur mær so slett
einki, tí tað er nógv for keðiligt. Tey
rógva so mikið langt úti, at man
sær einki sum helst. Fólk standa
bara og rópa og bíða eftir at síggja
tey seinastu fimm sekundini, tá
bátarnir koma á mál. Tá tendri eg
ístaðin útvarpstólið heima við hús,
seti meg væl afturá við eini øl og
kanska einum lítlum – og so siti eg
har. Tá eri eg væl nøgdur!
Alt hatta við at ganga oman og
niðan har suðuri, tað tími eg slett
ikki. Eri snøgt sagt óintereseraður!
Kanska ljóði eg eitt sindur for
gamal, men eg eri aldeilis ikki
stevnufólk, og øll skulu ikki vera
eins. Og heilt erligt, so skuldi tað
bara verið ein stevna í Føroyum –
og tað skuldi so verið Ólavsøkan.
Nú verða havnarmenn nakað
glaðir, tá eg sigi soleiðis – men alt
hitt kostar bara pengar, og tað eru
somu fólkini, sum ferðast runt til
alt. Annars vil eg frá Fólksins Rødd
ynskja øllum føroyingum eina góða
Ólavsøku. Um hon verður við ella
uttan Sonhard, tað fáa vit at síggja..
Havi hildið
nóg mikið av
ólavsøkum í ár
Jack Petersen, Tvøroyri
Nei, eg fari ikki. Tað er so einkult
sum tað. Eg veit ikki, havi helst
hildið nóg mikið av Ólavsøkum í ár.
Tað veit Gud, at eg havi. So nei, tað
liggur ikki fyri, tú.
Men eg plagdi at fara fyrr.
Kanska mest, tá eg spældi fótbólt.
Tað var tann tíðin, tá vit vunnu tað
heila. Men nei, eg fari ongan veg í ár,
tað er so einkult við tí...
Stevnurnar skuldu
verið avskaffaðar
Petur Pólsson, 38 ára
gamal, Sandavágur
Eg eri heimsins keðiligasti maður at
svara hasum spurninginum. Eg plagi
ikki at fara, tí eg hati stevnur. Hati
sum í “hati with a passion”; hevði
snøgt sagt ynskt, at allar stevnur
blivu avskaffaðar.
Men tú veitst, ein fer ofta
allíkavæl og so er tað bara heilt
hugnaligt. Eg fari tó ikki, slett ikki,
í føroysk klæði og havi heldur onga
lummafløsku í innara lummanum. So
tað nyttar lítið at koma til mín, um tú
ert tystur. Eg eri ræðuliga ósosialur
á tann hátt og í veruleikanum bara
ein stórur heimføðingur, sum dámar
best at sova í egnari song. Tí havi
eg enntá latið konu og dóttur verið
eftir í Havn onkra Ólavsøku, meðan
eg sjálvur havi koyrt ímillum. Bara
fyri at sleppa at sova heima.
Eg tími slett ikki at ganga oman
og niðan í tímavís fyri at heilsa
uppá fólk, men eg tími væl tann
obligatoriska túrin í tivoli við 6 ára
gomlu dótrini.
Í ár skal eg tó spæla til
fólkafundin á doktaragrundini – og
tað er í veruleikanum eitt sindur
ironiskt, tí á seinastu Ólavsøku
gingu vit runt og tóku myndir á
sama staðnum til bóklingin á nýggju
fløguni hjá mær. Í ár skulu vit so
eisini taka upp til eitt sjónbandalag
og stílurin verður tann sami sum í
fjør, nevniliga myndir av fjøldum á
Ólavssøku.
Annars var mín besta Ólavsøka
tað árið, tá eg var á konsert hjá U2 í
Keypmannahavn!
Børnini fara sjálvi
Randi í Jógvansstovu, 54
ára gomul, Leirvík
Eg eri helst skeiva fólkið at spyrja um Ólavsøkuna,
tí eg fari sum oftast ongan veg avstað. Men vit
fóru altíð, tá børnini vóru smá. Tá var tað ordiliga
stuttligt at fara til alt, sum børnini høvdu hug til.
Tað var sjálvandi ikki eins nógv at fara til sum í dag,
men fiskibrunnin og basarin hjá KFUM vitjaðu vit
altíð. Annars hugnaðu vit okkum og vitjaðu fólk.
Ólavsøkan er jú ein fín veitsla, sum savnar fólk úr
øllum landinum og tað er so hugnaligt at síggja fólk
í tjóðbúna, kanska serliga øll tey fittu smábørnini.
Míni børnini eru bara blivin so mikið vaksin nú, at
tey fara bara sjálvi avstað. Um eg átti smábørn enn,
so hevði eg eisini farið ein túr. Utta iva. Eigi eisini
ommusynir, sum eg kundi hugsað mær at farið ein
túr við um nøkur ár. Tað er jú so stuttligt at fara við
teimum smáu at keypa ballónir og tílíkt.
Men hóast eg ikki eri í Havn, so hátíðarhalda vit
dagin her heima í Leirvík. Tað er jú ein tjóðardagur,
og um veðrið er til vildar, so verður flaggið sjálvandi
vundið á stong. Vit fylgja eisini við í útvarpi og
sjónvarpi allan dagin og alt kvøldið, so Ólavssøkan
merkist hjá okkum. Fyri okkum er hetta ein
gleðisdagur, sum absolutt skal hátíðarhaldast.
Til Havnar at selja
Torgerð Suðuroy, 64 ára gomul, Vágur
Ólavsøkan verður hildin í Havn. Saman við tveimum døtrum fari
eg at selja smúkkur á Áarvegnum, har eg fyrr hevði handil. Vit
standa og selja allar dagarnar, so tað verður lítið pláss til teir
stóru býtúrarnar. Vit plaga tó at skiftast at standa, so pláss
verður fyri onkrum øðrum eisini - og studentakabarettina skal
eg síggja. Men hon verður so næstan tað einasta, tí eg nái helst
ongar aðrar framsýningar. Kappróðurin skal eg tó eisini hoyra.
Hann hoyra vit í útvarpinum, og spennandi verður at síggja, um
bygdabáturin, sum misti róðurin ta einu ferðina, megnar at gerast
føroyameistari í ár. Eg plagdi sum oftast at vera á Ólavsøku. Nú
hevur steðgur verið í nøkur ár, men seinasta ár vóru vit eisini
og seldu. Tað er so deiliga hugnaligt. Annars hugni eg mær við
familju, etið ein góðan døgurða og so verður mest fylgt við í tí,
sum miðlarnir nú einaferð senda á stevnudøgunum.