hósdagur 5. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 24 - 5. februar 2004
Nr. 24 - 5. februar 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Fríhandil nærkast
Í nøkur ár hevur verið arbeit við at skipa teir báðar am-
erikonsku heimspartarnar sum eitt fríhandilsøki, og ar-
beiðið gongur nú so væl, at fríhandilin kanska verður
veruleiki innan ársskiftið, sigur meksikanski fíggjar-
málaráðharrin, Fernando Canales.
Ósemja hevur verið ímillum tey norðuramerikonsku
og tey suðuramerikonsku londini, men týsdagin løgdu
USA, Meksiko, Kanada, Kili og Costa Rica eitt sem-
ingsuppskot fram. Sambært meksikanska fíggjarmála-
ráðharranum er ósemja um útflutningsstuðul til ymsar
vørur, men hann væntar kortini, at tað fer at bera til at
finna eina semju.
Undir samráðingunum um fríhandilin hevur ósemja
verið ímillum USA øðrumegin og Brasil og Argentina
hinumegin. Tey bæði suðuramerikonsku londini vilja
vera við, at USA hugsar ov nógv um egin áhugamál, og
tey hava gjørt greitt, at tey fara ikki at slaka fyri krøv-
um úr Washington.
Slapp í síðstu løtu
Tað var um reppið, at NATO-hermenn fingu fatur á tí
eftirlýsta serbiska krígsbrotsmanninum Radovan Kara-
dzic í síðsta mánað.
Sambært høvuðsákæranum hjá krígsbrotsmanna-
dómstólinum í Haag, Carlu Ponti, lupu NATO-her-
menn á bústaðin hjá Karadzic í býnum Pale tann 13.
januar, tí teir høvdu fingið at vita, at hann var við hús.
Men hermenninir komu ov seint, tí Karadzic var farin
haðani tveir tímar frammanundan. Radovan Karadzic
er skuldsettur fyri fólkamorð í krígnum í Bosnia frá
1992 til 1995. Hann er millum annað skuldsettur fyri at
hava skipað fyri hópmorðinum í býnum Screbrenica í
1995, har serbar beindu fyri meiri enn 7.000 muslimsk-
um monnum og unglingum.
NATO-hermenninir leita eisini eftir kroatiska gen-
eralinum Ante Gotovina, sum er skuldsettur fyri krígs-
brotsverk í landspartinum Krajina í 1995. USA hevur
lovað 30 milliónir krónur í finningarløn, um onkur
kemur við upplýsingum, sum kunnu gera, at general-
urin verður tikin.
Einki mutur
Eitt blað í Irak vil vera við, at russisk oljufeløg, poli-
tiskir flokkar og sjálvt tann russiska kirkjan fingu
muturpengar frá stýrinum hjá Saddam Hussein.
Í Moskva avsannar uttanríkisráðið upplýsingarnar.
Sagt verður, at allur samhandil og alt samskifti ímillum
Russland og Irak bleiv gjørt samsvarandi ST-sam-
tyktunum um Irak, og at øll olja, sum russar keyptu úr
Irak, varð goldin ST, soleiðis sum reglurnar ásettu.
Russisku myndugleikarnir siga seg hava illgruna um,
at tíðindini í irakska blaðnum kunnu hava samband við,
at Russland sýtti fyri at taka undir við álopinum á Irak.
Amerikanararnir boðaðu í desember frá, at russiskar
fyritøkur fáa ikki lut í arbeiðinum at endurreisa Irak.
Somu boð fingu fyritøkur í Kanada, Fraklandi, Týsk-
landi og Kina. Bush-stjórnin hevur kortini seinni gjørt
av, at kanadiskar fyritøkur kunnu fáa sáttmálar í Irak.
Full ferð á Volvo
Tað gongur sera væl hjá lastbiladeildini hjá svensku
bilverksmiðjuni Volvo. Avlopið í fjør var 5,5 milliardir
krónur, og tað var næstan tríggjar ferðir meiri enn í
2002. Umsetningurin vaks trý prosent í fjør og var um-
leið 45 milliardir krónur.
Volvo hevur havt ætlanir um at leggja saman við hina
stóru svensku lastbilaverksmiðjuna Scania, men ES
legði fót fyri ætlanunum. Volvo eigur frammanundan
umleið 45 prosent av Scania, men ES hevur álagt fyri-
tøkuni at selja burtur av partabrøvunum. Tað fer Volvo
kortini ikki at gera, men hevur ístaðin fyri gjørt av at
stovna eitt serligt felag, sum skal hava partabrøvini í
Scania um hendi.
Hóast tað yvirhøvur gongur væl hjá Volvo, fór
nevndarformaðurin Lars Ramqvist frá fyrr í vikuni.
Nýggjur nevndarformaðurin eitur Finn Johansson.
Aftan á tey seinastu
uppstillingarvalini í
USA bendir alt á, at
annaðhvørt John
Kerry ella John Ed-
wards skal bjóða
Bush av
UPPSTILLING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
John Kerry vann uppstill-
ingarvalið í fimm statum
fyrradagin. John Edwards
vann eitt og Wesley Clark
eitt. Kerry vann í Arizona,
Delaware, Missouri, North
Dakota og New Mexico.
Edwards vann í South
Carolina og Wesley Clark
vann í Oklahoma.
John Kerry hevur nú
vunnið sjey av níggju upp-
stillingarvalum og er tí
greitt á odda. At John Ed-
wards verður mettur sum
maðurin, ið kann taka dyst-
in upp við John Kerry,
kemst av, at hann var
nummar tvey í tveimum
statum og bara nakrar
hundrað atkvøður frá at
vinna í Oklahoma.
Eygleiðarar siga, at úr-
slitið fyrrakvøldið vísir, at
John Edwards hevur gott
tak á veljarunum í suður-
statunum og longri vesturi,
og at tað kann fáa avger-
andi týdning fyri tað enda-
liga úrslitið, tá demokratar-
nir skulu gera av, hvør skal
bjóða Bush av í november.
Amerikanska for-
setanum tørvar hjálp
til at fáa semju ímill-
um teir stríðandi
partarnar í Irak. Nú
vil hann hava ST at
royna seg sum sem-
ingsmann
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyrradagin var ST-aðal-
skrivarin, Kofi Annan, í
Hvítu Húsunum í Washing-
ton og tosaði við George W.
Bush, forseta.
Keldur, sum standa for-
setanum nær, siga við blað-
ið New York Times, at á
fundinum fekk Kofi Annan
ein hóp av amerikonskum
uppskotum um, hvussu
USA heldur, at irakar
kunnu taka við valdinum í
Irak. Samstundis skal for-
setin hava gjørt greitt, at
eydnast tað ikki at fáa
irakar at semjast um valds-
býtið, er hann til reiðar at
bíða við at lata teimum
valdið í landinum.
Ein kelda í Bush-umsit-
ingini sigur við New York
Times, at USA hevur lagt
stórt trýst á ST-aðalskriv-
aran fyri at fáa ST at loysa
ósemjuna
ímillum
teir
iraksku bólkarnar, tí USA
er í ferð við at ásanna, at
ST kanska situr við teirri
røttu loysnini.
Higartil hevur amerik-
anska stjórnin hildið ST
uttan fyri alla ávirkan í Irak,
men stjórnin ásannar nú, at
henni tørvar hjálp fyri at
sleppa burtur úr tí politiska
óføri, sum hon er komin í.
Tann upprunaliga amer-
ikanska ætlanin um, hvussu
og nær irakar skulu taka við
valdinum í Irak, hevur elvt
til hvøss mótmæli. Serliga
tann shiamuslimski leiðarin
Ali al-Sistani hevur mót-
mælt amerikonsku ætlan-
ini.
Shiamuslimarnir
krevja, at ein nýggj stjórn
skal veljast við beinleiðis
vali longu í summar. Eitt
tílíkt val høvdu shiamus-
limarnir vunnið, tí teir eru í
meiriluta í Irak.
ST hevur higartil roynt at
hildið seg uttan fyri ósemj-
una í Irak, men Kofi Annan
segði aftan á fundin við
Bush, at ST er sinnað at
gera sítt til at loysa ósemj-
una. Hann legði tó afturat,
at ST ætlar sær ikki at virka
sum ein medhjálpari hjá
hersetingarvaldinum.
Tí
krevur ST, at USA skal
sleppa einum parti av vald-
inum í Irak, men hesum
hava eitt nú Dick Cheney,
varaforseti,
og
Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harri, verið ímóti higartil.
Tað verður John ella John
Bush biður ST um hjálp
í Irak
Bush, forseti, kennir seg nú noyddan at biðja ST-aðalskrivaran, Kofi Annan, um hjálp til at loysa ósemjuna ímillum teir ymsu
bólkarnar í Irak. Týsdagin viðgjørdu teir støðuna
Nógv umrødda um-
skipanin hjá danska
flogfelagnum Maersk
Air fer ikki at broyta
nakað á Føroyarutuni
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Rutuflúgvingin
millum
Føroyar og Danmark fer at
halda fram eftir sama leisti
sum higartil.
Hóast Maersk Air hevur
gjørt umfatandi broytingar
innanfelgs, verður Føroya-
rutan framhaldandi tann
sama, sum hon hevur verið.
Per Brinch, kunningar-
stjóri hjá Maersk Air, sigur,
at tað ber ikki til at gera
broytingar i príspolitikkin-
um á Føroyarutuni. Har er
gjørd ein avtala, sum skal
haldast, sigur hann.
– Hon gongur í stuttum
út uppá, at tað er ikki loyvt
at kappast um prís á hesi
leiðini, sigur kunningar-
stjórin hjá Maersk Air, sum
kappast við Atlantsflog um
ferðafólkini millum Føroy-
ar og Danmark.
Maersk Air legði á tíð-
indafundi í Keypmanna-
havn mikumorgunin fram
eina nýggja ætlan, sum
boðar frá 11 nýggjum frá-
ferðum
suðureftir. Tær
nýggju ruturnar fara allar
til Fraklands og Spania.
Hesar ruturnar krevja eis-
ini, at nógv flogfør eru tøk
alla tíðina til hesa flúgving.
Men tað fer ikki at ávirka
Føroyarutuna heldur, sigur
Per Brinch.
Spurdur um tað ikki kann
henda, at flogfarið til Før-
oya verður tikið úr hesi rut-
uni og sent aðrastaðni, um
tað ikki fær lent í Føroyum
til ásetta tíð, sigur Per
brinch, at soleiðis verður
ikki.
– Flúgvingin suðureftir
verður við teimum nýggju,
stóru
Boeing
737-700.
Føroyarutan verður í fram-
tíðini røkt av Boeing 737-
500, sigur hann.
Umframt at Maersk Air
stovnar fleiri nýggjar rutur,
verða
eisini
broytingar
gjørdar umborð á flogfør-
unum.
Tað fer í framtíðini at
bera til at velja fleiri
»deildir« umborð, sigur Per
Brinch, kunningarstjóri.
Á rutunum suðureftir
kunnu ferðafólkini velja at
sita í »fleksiblum« setrum,
sum veðra nevnd frá Small
til X Large.
Small er vanligt setur, har
70 sentimetrar eru millum
stólaryggirnar. Síðan økist
plássið, til komið er til X-
Large, sum hevur eina
frástøðu upp á 90 senti-
metrar og 50 prosent breið-
ari setur. Hetta verður
sjálvandi goldið eyka fyri.
Stjórin í Atlantsflogi
ynskir kappingar-
neytanum, Maersk
Air, góða eydnu við
nýggja tiltakinum at
umskipa felagið
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Atlantsflog fer neyvan at
merkja tað stóra til um-
skipanina í Maersk Air,
heldur Magni Arge, stjóri á
Atlantsflogi.
Av tí, at umskipanin hjá
Maerska Air ikki umfatar
Føroyarutuna, hevur Magni
Arge ikki tær stóru við-
merkingarnar til tað, sum
Maersk Air nú hevur kunn-
gjørt, aðrar enn, at hann
ynskir teimum góða eydnu.
Tað er greitt, ásannar
Magni Arge, at Maersk Air
satsar upp á at fáa ferðafólk
at flúgva suðureftir. Tað ger
tað sjálvandi eisini lættari
hjá føroyingum at ferðast
suður til Meðalhavið. Og
soleiðis kann tað koma at
ávirka Føroyarutuna, um
fólk velja at flúgva allan
vegin við Maersk Air,
ásannar hann.
Men hinvegin vísir hann
á, at tann nógva ferðingin
til summarfrítíðarstøðini
vanliga er við charterfeløg-
um, og tey nýta onnur flog-
før. So Atlantsflog væntar
eisini í framtíðini at sleppa
at flyta føroyingar millum
Føroyar og Danmark.
– Eg verði ikki kløkkur
av hesum, sigur Magni
Arge. Men hvør veit?
Kanska skulu vit hyggja
upp á eitt samstarv við
Maersk Air, sum kann
ganga út uppá, at vit flúgva
fók til Danmarkar, og
Maersk Air flytir tey víðari,
sigur hann.
Føroyarutan verður óbroytt
Í døgunum 22. og
23. apríl verður stór
KT-stevna í Norður-
landahúsinum.
Góðir 20 framsýn-
arar fara at vísa tað
nýggjasta, sum
føroysk kunningar-
tøkni hevur at
bjóða. Enn eru
nøkur pláss eftir til
framsýnarar
TÍINDASKRIV
Á KT-stevnuni 2004 eru
virki, feløg og stovnar í
Føroyum, ið bjóða seg
fram sum veitarar av vør-
um, tænastum og skipan-
um við kunningartøkni.
KT-stevnan er hildin
einaferð áður í 2002. Ta
ferðina var talan um eina
almenna
stevnu,
men
hesaferð er hon skipað
nakað øðrvísi. Málbólk-
urin er fyrst og fremst
vinnan og almennir stovn-
ar. KT-stevnan er sostatt
ein stevna, har virki
venda sær til virki og
stovnar.
Harumframt
vendir stevnan sær eisini
til næmingar á miðnáms-
skúlunum og hægri út-
búgvingarstovnum. Ann-
ars eru karmarnir á leið
teir somu.
KT-stevnan
verður
skipað við áhugaverdari
framsýning í Norður-
landahúsinum og ráð-
stevnu. Endamálið er at
sýna fram og kunna um
førleikar hjá føroysku kt-
vinnuni í dag. Samstundis
verða fleiri áhugaverdir
fyrilestrar
hildnir
í
Útvarpshøllini hesar dag-
arnar.
KT-skeptikarin og filos-
offurin Carsten Graff hel-
dur fyrilestur um telduna
sum tøkniliga tátu. Í
hinum borðinum røður
eldhugaði
menn-
ingarstjórin hjá donsku
fyritøkuni TDC, Preben
Mejer,
um
framtíðar
kunningartøkni,
nevnd
Pervasive
Computing.
Eitt evni verður eisini kt-
trygd, har danski kt-
trygdarbólkurin greiðir
frá
royndum
í
gerandisdegnum.
Ætlanin er eisini at
skipa fyri einum kjak-
palli, har umboð fyri før-
oysku vinnuna, stovnar og
politisku skipanina lut-
taka. Fokus verður sett á
útlitini hjá føroysku kt-
vinnuni, og spurt verður
eitt nú, um kunningar-
tøkni veruliga kann gerast
ein munagóð útflutnings-
vinna.
Higartil hava 16 fram-
sýnarar boðað frá luttøku
til ársins KT-stevnu, sum
verður í Norðurlandahús-
inum 22. og 23. apríl.
Væntandi verða millum
20 og 25 framsýnarar.
Bert 20 prosent av gólv-
plássi eru eftir, og tí skulu
áhugað skunda sær at
boða frá luttøku. Fram-
sýnarar kunnu melda til
við at venda sær til
Virkisráðgeving
ella
heinta tilmeldingarblað á
heimasíðuni www.kt.fo.
Roknað verður við 350
vitjandi hvønn dagin.
Stór KT-stevna í apríl
Maersk Air fer í framtíðin at
røkja Føroyarutuna við
Boeing 737-500 flogførum,
sum ikki verða ávirkað av, at
fleiri rutur skulu flúgvast
suðureftir
Mynd: Edvard Joensen
Tað er ikki loyvt at kappast um prís á Føroyarutuni, sigur Per
Brinch. kunningarstjóri hjá Maersk Air
Mynd: Edvard Joensen
Góða eydnu
Stjórin í Atlantsflogi dugir at ímynda sær eitt møguligt samstarv millum feløgini bæði, sum í dag
kappast á Føroyarutuni
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
3
2