mikudagur 27. juli 2011síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 25. juli 2011
40
Ólavsøka 2011
Dagfinn Olsen
Tað er tingformaðurin, ið skipar fyri
skrúðgonguni á ólavsøku.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður,
hevur skrivað teim luttakndi bræv,
har tey verða biðin at møta vælklødd
hálvan tíma áðrenn skrúðgonguna
ólavsøkudag.
– Viðvíkjandi raðfylgjuni, sum ging
ið verður í, sigur tingformaðurin, at
gongan er skipað soleiðis, at høgru
megin ganga løgmaður og lands
stýrisfólk, í miðjuni tingformaðurin
og formansskapurin og tingfólk eftir
áramáli á løgtingi, og vinstrumegin
ganga bispur og prestar í røð, sum
bisur skipar, sigur Hergeir Nielsen,
løgtingsformaður.
Tá gingið verður úr kirkjuni aftur,
og niðan í løgtingið, er tað soleiðs, at
formaðurin hevur løgmann og bisp við
lið, hetta er av praktisktum orsøkum,
tá gingið verður út úr kirkjuni. Síðani
er sangurin á tinghúsvøllinum á
skránni, løgmansrøðan, og síðani er
høvi hjá tingfólki og øðrum at halda
ólavsøku.
Í vikuni eftir ólavsøku er viðgerð
av ólavsøkurøðu løgmans, sigur løg
tingsformaðurin.
Tað er stýrisskipanin, ið ásetir, at
skrúðgonga er.
– Tískil er skylda hjá okkum at
ganga skrúðgongu. Øll hava ikki verið
við altíð, men hetta er altso ein skylda,
vísir tingformaðurin á.
Hann vísir á, at hetta er siður, ið
er frá fornari tíð, og vísir hetta til, at
guðstrúgv og kirkja er partur av skip
anini.
Tað hevur ikki altíð verið heilt
uttan knirk, tá skrúðgonga og, serliga
raðfylgjan, skuldi skipast. Øll hava ikki
altíð verið nøgd við sítt pláss í røðini.
Hesum játtar tingformaðurin, men
hann vísir á, at so langt sum til hans
ara er ongin klaga nakrantíð komin.
– Tað er ein serlig løta, tá fólka
valda fólkið gongur skrúðgongu, fara
í kirkju, og leggja arbeiðið í Guðs hond
og viðurkenna, at hetta er grund
vøllurin fyri tingarbeiðinum. Hatta
virða tingfólk høgt, meti eg. Hetta
er eftir fornum siði, og hetta meti eg
øll vilja varðveita og virða høgt, sigur
løgtingsformaðurin.
dagfinn@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
Ólavsøkuskráin er fjølbroytt, og hon
er í ár so long sum sjáldan. Tað kemst
av, at ólavsøkuaftan er hósdagur
og ólavsøkudagur fríggjadagur. Tað
slitnar altso ikki sundur, soleiðis at
vikuskiftið verður partur av ólav-søku
haldinum hesa ferð.
Ein partur av ólavsøkuhaldinum
er lógarásettur. Í stýrisskipanarlógini
verður sagt soleiðis um Ólavsøkuna:
§ 10. Løgtingssetan byrjar ólavsøku
dag og heldur á til ólavsøkudag árið
eftir.
Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løg
tingsformaður, løgtingsmenn, løg
maður, landsstýrismenn og embætis
menn skrúðgongu úr tinginum í
dómkirkjuna, har gudstænasta verður
hildin, og síðan aftur í tingið. Løg
tingsformaðurin ger av, hvørjir em
bætismenn eru við í skrúðgonguni, og
hvussu gongan er skipað.
Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur
ólavsøkudag kl. 13.00.
§ 11. Samkomustaður løgtingsins
er Tórshavn. Í serstøkum føri kann
løgtingið tó koma saman til fundar á
øðrum staði í landinum.
§ 12. Á ólavsøkufundinum greiðir
løgmaður frá støðu landsins og tí, ið
landsstýrið hevur í ætlan at fremja.
Stk. 2. Við støði í røðu løgmans
tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu
landsins til umrøðu.
Arbeiðsdagurin
Ólavsøkudagur man vera ein tann
hugaligasti arbeiðsdagurin hjá politik
arunum. Klokkan verður ikki meiri enn
farin av tíggju, tá ið teir skulu møta
í tinginum. So verður stillað upp og
gingið oman í kirkjuna.
Eftir gudstænastuna, skrúðgong
una niðan aftur undir tinghúsið og
kórsangin verður tingið sett kl. 13. Kaj
Leo Holm Johannesen fer at halda sína
triðju og í hesum valskeiðnum seinastu
løgmansrøðu.
Stýrisskipanarlógin
sigur, at hann skal greiða frá støðu
landsins og tí, sum landsstýrið hevur í
ætlan at fremja.
Tað er greitt, at hetta verður síðsti
arbeiðsdagurin hjá fleiri tingmonnum.
Sum tað hevur verið greitt frá í
Sosialinum tær seinastu vikurnar, so
hava fleiri av fremstu tingmonnunum
boðað frá, at teir fara ikki at bjóða
seg fram á løgtingsvalinum, sum í
seinasta lagi verður í januar.
Á hvørjum vali er tað onkur, sum
bjóðar seg fram aftur, men sum ikki
verður afturvaldur. Soleiðis verður
tað ivaleyst eisini hesa ferð, men
tað hongur sjálvsagt í tí óvissa, hvør
tað verður, sum ætlar sær at vera við
aftur á ólavsøku næsta ár, men sum
ikki sleppur upp í part.
Tá ið løgmaður er liðugur við sína
røðu, verður tingfundurin liðugur, og
harvið verður einasta lógarásetta
punktið í ólavskránni avgreitt.
Valstríðið
Áðrenn tingfundurin ólavsøkudag
endar, fer formaðurin at boða frá, nær
viðgerðin av løgmansrøðuni verður.
Stýrisskipanarlógin sigur, at við støði
í røðu løgmans tekur tingið innan 6
yrkadagar støðu landsins til umrøðu.
Løgtingsformaðurin, Hergeir Niel
sen, hevur boðað frá, at hann ikki
verður á tjóðveldislistanum til løg
tingsvalið. Hetta verður altso síðsta
ferðin, at tingformaðurin fer at ganga
fremstur í skrúðgonguni og síðsta
ferðin, at hann fer at seta tingið.
Ivaleyst fer Hergeir Nielsen, ting
formaður, at áseta viðgerðina av
løgmansrøðuni at vera týsdagin ella
mikudagin í vikuni eftir ólavsøku.
Tann viðgerðin verður startskotið
upp á valstríðið, sum í alt heyst verð
ur í tinginum. Tað var tað, sum ting
menn søgdu, tá ið teir í síðstu viku í
Sosialinum vórðu spurdir um, nær teir
roknaðu við, at løgtingsvalið verður.
Bara eitt lógarkrav er í skránni
Stýrisskipanarlógin sigur, at ólavsøkudag verður farið undir nýggja tingárið, og at politikararnir undan
tingsetanini skulu í kirkju og ganga í skrúðgongu, sum verður tann síðsta á ólavsøku hjá fleiri tingmonnum
Nýtt tingár byrjar á ólavsøku, og tá fer Kaj Leo
Johannesen, løgmaður, at halda sína røðu
Skrúðgonga frá fornari tíð
Ein av stóru hátíðarløtunum á ólavsøku er skrúðgongan, har løgtingsfólk,
landsstýrisfólk og bispur og prestar fara í kirkju