Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 25. juli 2011 42 Ólavsøka 2011 LA ALIGA LØTAN Í TINGANESI Dagfinn Olsen Eina heilt serliga løtu á ólavsøku broytir Tinganes skap í hugaheiminum hjá einum ávísum skara av fólki. Ein løta, har kórsangarar og lurtandi fáa eina tjóðskaparløtu saman. Talan er um heilt serstaka sangløtu. Eftir sangin ólavsøkudag, fara tey, sum hava verið við í ólavsøkukórinum, ein túr út í Tinganes at hugna sær við sangi. Hetta er ein løta, ið snýr seg um gott lag og góð løg. Hetta er lagaliga løtan. Dannebrog av himli Ólavur Hátún hevur verið drívmegin í sangi á ólavsøku í mong ár, bæði tá tað snýr seg um sang, kantatur, ólav­ søkudag, og eisini tá tað kemur til væl umtóktu og fólksligu sangløtuna á miðnátt. Hann greiðir soleiðis frá um sang á ólavsøku: – Í 1930 var sangur undir Ting­ hús­inum, tí fólk tá mintust 900 ár síð­ani deyða Ólav kongs. Mitens og Waagstein gjørdu kantatu, nógv varð gjørt burturúr, og pallur varð gjørd­ur við tinghúsið til kórið. Men tá syngj­ ast skuldi, fall Dannebrog av himli– úr flaggstongini, tí Páll bóndi úr Kirkjubø skar flaggið niður. Rumbul kom í, og kantatan varð ikki framførd, men var tó framførd seinni sama ár. – Beint fyri seinna heimsbardaga tók Gunnar Mikkelsen sær av kór­ sanginum. Kantatan var fyri manskór, men annars var talan um blandað kór. Í 1953 kom Hans J. Højgaard til Havnar, og tá var bert blandað kór, og kantatan varð ikki framførd aftur, greiðir Ólavur Hátún frá. – Hans J. Højgaard gavst í seksti­ árunum. Tá hevði eg kórsangin und­ir hond, tó at eg hevði roynt tað eina­ ferð áður. Eg kom heim í 1965 og Ívar Iversen kom til mín, og hevði ætlanir um at stovna útvarpskór og við Út­ varpskórinum hildi vit fram í 1966. Helst skal kórið á ólavsøku vera eitt føroyskt kór við umboðan úr øllum landinum, men enn gongur strilti við hesum, sigur Ólavur Hátún. – Hans Iversen hevði fyrst í sjeyti­ árunum grein í bløðunum, har hann segði seg sakna kantatuna. Carl Klau­ sen var júst í Føroyum tá, og tað eydn­ aðist at fáa kantatuna framførda, og hon hevur verið á skránni nakrar ferð­ir síðani, sigur Olavur Hátún. – Í ár 2000 var kapping útskrivað um nýggja kantatu, og 3 fingu heið­ urs­løn. Tær hava verið framførdar, og so varð stóra og øðrvísi verkið hjá Sunnleif Rasmussen á skránni, meðan gamla kantatan kom undan kavi aftur í fjør, sigur Ólavur Hátún. Tinganes – Miðskeiðis í sjeytiárunum var tað mest Havnarkórið, ið stóð fyri sang­ inum á ólavsøku. Kórið hevði dugna­ liga forkvinnu, Ásu Justinus­sen, ið eisini var skrivari hja skiftandi lands­ stýris­monnum. Jens P. Ellendersen var fulltrúði í mentamálum og um­ boðan. Ása vendi sær til hansara og hevði uppskot um, at skonkt varð í Tinganesi eftir sangin á ólavsøku, sum ein samsýning til kórluttakararnar, so at tey, ið vildu hava ein snaps, fingu hann, og tey, ið vildu hava okkurt annað, fingu tað. Í byrjanini var løtan meira privat, men so við og við legðist afturat, so hvørt sum fólk, ið kendi okkum, hoyrdi um hesa hugnaløtuna. Hetta gjørdist siðvenja, greiðir Ólavur Hátún frá. Í dag er tað Kórsamband Føroya, ið skipar fyri og hevur ábyrgd av hesi løtuni, og ætlandi hendir tað í ár, at hendan sangløtan kemur í ólav­ søkuskránna. Kórið setir met í ár við fleiri enn 150 sangarum, sigur Ólavur Hátún, ið váttar, at kórsangarar av sonnum gleða seg til hesa sangløtuna í Tinganesi. Ólavur fegnast um, at góðar kreftir taka við og í ár stjórnar Leif Hansen ólavsøkukórinum. Sangur á Miðnátt Sangurin á miðnátt á ólavsøku er onn­ ur síða av somu søk og gongur heilt aftur til 1973. – Sangarar úr kórinum hjá okkum komu saman við H. N. Jacobsens Bók­ handil, tá dansurin endaði. Tey hittu annað og líknandi fylgi, og fóru at syngja. Eg kom framvið um 3 tíðina á nátt og fór uppí. Fólk steðgaðu at lurta. Eg fekk eitt hugskot um at syngja okkurt, sum øll kendu, so øll kundi syngja við. Hetta eydnaðist og undirtøkan var góð, minnist Ólavur Hátún. Árið eftir vildi eg so at siga skipað tað improviseraða. Tað riggaði væl og gjørdist siðvenja. Ungdómurin dugdi tó ikki so væl uttanat, men tey gomlu dugdu Føroya Fólks Sangbók. Tí kom hugskotið um eitt sangefti og hetta dámdi fólki væl, geiðir Ólavur frá. Søgan um fólksligu sangløtuna á Vaglinum snýr seg eisini um at vinna á nøkrum forðingum, so sum at finna rætta staðið og at fáa ljóðið at rigga. Sungið hevur verið í gamla kommunuskúlagarðinum, har tað gjørd­ist ov trongligt, so vandi var á ferð, og trupult hevur verið at fáa øll at fylgjast, tá syngjast skuldi. – Seinni var farið undir Tinghúsið at syngja, og har eru vit enn, sigur Ólavur Hátún, ið hevur lagt stóran dent á at fáa nýtt tilfar við og at skifta eitt sindur út frá ári til árs. – Vit mugu lofta nýggju sang­ perl­unum, og harvið bjarga føroyska felagssanginum, sum vit eru so errin av, sigur Ólavur Hátún, sum í fleiri ár stóð á odda í felagssanginum á mið­ nátt. – Ólavsøkan var um at fara fyri skeytið, tá vit komu til 1970. Tað var nærum bara tivoli, og hon misti sín form. Eg vildi vera við til at gera okk­ urt mentanarligt. Vit royndu konsertir inni, men fólk fara ikki inn nakrastaðni á ólavsøku. Tá kom sangtiltakð á miðnátt væl við, og hetta hevur riggað væl, sigur Ólavur Hátún. dagfinn@sosialurin.fo Tey, ið hava samband við onkran, ið er við í sonevnda ólavsøkukórinum, hava óivað hoyrt um løtuna í Tinganesi eftir kórsangin undir Løgtingshúsinum á ólavsøku. Kórsangarar greiða gleðiliga frá løtuni við einum heilt serstøkum smíli á varrunum, meðan eyguni boða frá, at hugurin reikar aftur til slíkar farnar løtur. Fólk flest kenna onki til hesa stund, sum ólavsøkusangarar droyma um hvønn gerandisdag millum ólavsøkurnar, og har kórsangarar sum viðkenning fyri teirra lut at seta tignarligan dám á hátíðarstundina undir Tinghúsinum fáa ein ráka upp undir døgurðan – Vit mugu lofta nýggju sang­perl­unum, og harvið bjarga føroyska felagssanginum, sum vit eru so errin av, sigur Ólavur Hátún Myndir: Lív Dam