Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 24 - 5. februar 2004 Nr. 24 - 5. februar 2004 5 – Skattalættin, sum samgongan ætlar at seta í verk, er sum at fáa ein vátan vøtt frammaná og hetta ein ein stór provokatión ímóti arbeiðsfólki, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er at halda arbeiðs- fólk fyri tað turra spott. Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafel- ag, er bæði bersøgin og av- gjørdur, tá ið hann skal siga sína meining um skattalætt- an, sum samgongan ætlar at seta í gildi. Tað, sum hann sipar til, er, at eftir ætlanini hjá sam- gonguni, verður tað tær góðu inntøkurnar, sum fáa tann størsta skattalættan. Hinvegin fær ein vanlig arbeiðaraløn lítið og onki í skattalætta. – Hetta er sum at fáa ein vátan vøtt í andlitið, sigur formaðurin í Havnar Ar- beiðsmannafelag. Og við týðiligari tilvísing til javnaðarflokkin spyr hann, hvar arbeiðaravinirn- ir nú blivu av? Men sostatt kann stað- festast, at longu fysta dagin hendan samgongan sat, kom hon upp á tvørs av einum parti av fakfelags- rørsluni.... Smalastu herðarnar bera tyngri byrðar Hans Joensen heldur, at hesin skattalættin, sum nú er fráboðaður, samsvarar als ikki við slagorðini hjá javnaðarflokkinum um at tær breiðastu herðarnar skulu bera tær tyngstu byrðarnar. – Her er tvørturímóti tal- an um, at leggja tyngri byrðar á tær smalastu herð- arnar. Tey, sum dragsa vognin, mugu ikki hava meir fyri at dragsa. Og Hans Joensen stúrir fyri, at hetta fer at hevna seg aftur við fleiri avgjøld- um av ymsum slagi. – Nú gjarar samgongan út við høgru hond til tey, sum frammanundan for- vinna nógv. Men eg stúri fyri, at tá ið hon fer at taka avgjøld innaftur við vinstru hond, verða tað vit, sum koma at betala líka nógv sum hini. Og eitt vita vit og tað er, at avgjøld venda tann tunga endan niðureftir, tí ein høg inntøka hevur nógv betri ráð til at betala avgjøld enn ein lág inntøka. Torpederar alt tos um lønarafturhald Hans Joensen hevur verið heitur talsmaður fyri at fakfeløg og arbeiðsgevarar taka upp samráðingar við landsstýrið um at halda aftur við lønarkrøvum, afturfyri at fáa skattalætta. – Verður hetta skatta- politikkurin hjá samgong- uni, kann hon gloyma alt um samstarv við fakfeløg- ini, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafel- ag. – Verður hetta skattalætt- in hjá samgonguni, hevur hon við fríum vilja saboter- að royndirnar og viljan hjá fakfeløgum til at gera sítt til at fáa samfelagsskútuna á beint aftur. Hann sigur, at hann hevur onki ímóti, at fólk fáa skattalætta. – Men tað, sum nýstovn- aða samgongan nú er kom- in við, er heilt óhoyrt ímóti verkamannafjøldini, sigur Hans Joensen at enda. – Er tað rætt, sum vit hava sæð og hoyrt um ætlaða skattalættan hjá samgonguni, er tað eitt satt vónbrot, sigur Ingeborg Vinther SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta boðar ikki frá góðum. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, er ógvuliga vónbrot- in av tí, hon hevur sæð og hoyrt um ætlaða skattalætt- an hjá nýstovnaðu sam- gonguni. Men hon leggur dent á, at hon hevur ikki tosað við samgonguna og hon hevur heldur ikki sæð útrokning- arnar. So tað, hon veit um skattalættan, byggir bara á tað, sum hon hevur frætt úr ymsum fjølmiðlunum. – Men er tað rætt, sum er borið fram í fjølmiðlunum, er tað eitt satt vónbrot, sig- ur hon. Boðar ikki frá góðum Hon heldur, at hetta boðar ikki frá, at ætlanin er at geva skattalætta, har sum skattalætti er harðast til- trongdur og tað er hjá teim- um lágu inntøkunum og tað er hon ógvuliga vónbrotin av. – Eg hevði væntað, at hendan samgongan fór at hugsa meiri um tað vanliga fólkið, men tað tykist ikki so eftir tí, sum higartil er komið fram. – Hetta er sami fíggjar- politikkur, sum undanfarna samgonga førdi, tí hon hugsaði bara um loysing og tað hevði eg ikki væntað av hesi samgonguni. – Tað sum eg væntaði útfrá tí, eg havi hoyrt frá øllum flokkum í valstríðn- um, varð, at ein skattalætti skuldi tað koma lág- og miðalinntøkunum til góðar. Tað var hetta, sum eg vænt- aði og tí er tað, sum nú er komið fram, eitt vónbrot,. – Er ætlanin bara at lívga tær góðu inntøkurnar og gloyma lág- og miðalinn- tøkurnar, er hendan sam- gongan ikki petti frægari enn tann, sum nú er farin frá. Rætt at broyta marginalskattin Kortini heldur Ingeborg Vinther, at tað er neyðugt at broyta marginalskattin, so tann partin av skattapolit- ikkinum hjá samgonguni, tekur hon undir við. – Sum er, betala sjálvt vanlig arbeiðsfólk topp- skatt av teimum seinastu krónunum og tað er rætt, at samgongan broytir tað, sig- ur forkvinnan í Føroya Ar- beiðarafelag. Ingeborg Vinther tekur undir við formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag um, at hetta stimbrar ikki uppundir tankan um fakfel- øgini skulu avmarka lønar- krøvini, fingu tey ein munagóðan skattalætta afturfyri. Hon er ein av teimum fakfelagsleiðarunum, sum hava luftað tankan um, at fáa verkafólk ein skatta- lætta sum munar, kann tað umhugsast at halda aftur í lønarkrøvunum, men bein- leiðis lønarsteðg, vil hon ikki hoyra talan um. – Tað, sum er komið fram um skattalættan, eggjar ikki til nakað slíkt, sigur Inge- borg Vinther. Samgongan heldur arbeiðsfólk fyri gjøldur – Tað sum nýstovnaða samgongan ger, er heilt óhoyrt ímóti verkamannafjøldini, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Ingeborg Vinther vónbrotin Meiri er á síðu 16 Ingeborg Vinter heldur, at skattalættin, sum samgongan hevur borðreitt við, boðar ikki frá góðum Ársavlopið lækkað hjá Norðoya Sparikassa Á nevndarfundi varð roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa viðgjørdur og góð- kendur av nevndini. Hann vísir, at avlopið hjá sparikassanum er lækkað við 3,8 milli- ónum krónum ROKNSKAPUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Á nevndarfundi tann 3. februar varð roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa 2003 viðgjørdur og góð- kendur. Eftir at hava havt met í avlopum í fleiri ár á rað, vísir roknskapurin fyri 2003 eitt lægri avlop eftir skatt enn í 2002. Avlopið eftir skatt er upp á 17,5 milliónir krónur, tað vil siga 3,8 milliónir lægri enn avlopið í 2002, sum var 21,3 milliónir. Høvuðsorsøkin til at avlopið er lægri í fjør enn fyrra árið, kann sigast at vera tapið í virðsjavnanum. Sparikassin hevði í 2003 eitt tap av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra uppá 1,3 mió. kr., móti ein- um vinningi í 2002 uppá 3,1 mió. kr. Um hugt verður at inn- tøkunum og útreiðslunum, so sást at bæði eru økt, men inntøkurnar eru øktar meira enn útreiðslurnar. Økingin í útreiðlsunum var 2 % frá 28,7 upp í 29,4 milliónir krónur. Samstundis øktust inntøkurnar úr 55, 8 upp í 57,5 milliónir krónur. Somuleiðis eru bæði inn- lán og útlán økt. Innlánið við 5% og útlánið við 12%, og tann gongdin samsvarar við gongdina hjá peninga- stovninum, sum hevur ver- ið seinnu árini. Eginpeningur og fíggjarstøða Eginpeningurin vaks við 8,% úr 224 í 2002 til 242 milliónir krónur í 2003. Hann er nú 20,6% av saml- aðu fíggjarstøðuni pr. 31.12.2003, móti 20,1 % pr. 31.12.2002. Fíggjarstøðan hjá Norð- oya Sparikassa javnvigaði tann 31.12.2003 við 1.178. Hetta svarar til ein vøkst- ur uppá 6% í mun til 31.12.2002, tá fíggjar- støðan javnvigaði við 1.115 milliónum krónum. Norðoya Sparikassi er vælnøgdur við úrsltitið, hóast avlopið er lægri enn í 2002. – Avlopið er lækkað av orsøkum, sum vit ikki hava nakra ávirkan á. Gongdin seinnu árini hevur eisini verið so mikið góð, serliga árið 2002 var gott, og tað vistu vit fór at verða torført at halda framvið. Men vit eru avbera vælnøgd við árs- úrslitið, sigur Marner Mortensen, fyrisitingar- leiðari í Norðoya Spari- kassa. Roknskapurin verður lagdur fram á aðalfundi peningastovnsins, sum verður í Klaksvík týsdagin tann 24. februar klokkan 15. Ársavlopið hjá Norðoya Sparikassa er lækkað við 3,8 milliónum krónum í mun til 2002. Men stovnurin er vælnøgdur við úrslitið kortini Nú er arbeiðið til Norðoyartunnilin farið í gongd borðoyarmegin NORÐOYATUNNIL Solby A, Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Vegagerðin til inntakið til Norðoyatunnilin er nú farið í gongd borðoyarmegin. Arbeiðið byrjaði týsdagin. Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunnilin sigur, at nú verður fyrst grivið út fyri tunnilsmunn- anum, og síðani verður farið at spreingja út fyri inntakinum. Byrjað verður at bora borðoyamegin frá í apríl. Arbeiðið hinumegin fjørðin gongur væl, men eitt sindur striltið hevur tað kortini verið, tí at lendið hevur verið leyst, men nú er so væl komið inn og tilfarið tað betur, at roknað verður viðat full kraft verður sett á boringina Leirvíksmegin frá um heilt stutta tíð. Veðrið hevur ikki verið tilvildar í eina tíð nú við nógva kavanum, sum hevur ligið. Hetta hevur so somu- leiðis gjørt sítt til, at ar- beiðið borðoyarmegin ikki er farið í gongd. Men nú er hann so burtur, og arbeiðið fór í gongd beinanvegin. Sum sagt verður farið í holt við at bora inn í fjallið, tá hetta arbeiðið er liðugt. Og gongur alt, sum ætlað, so hittast teir, sum arbeiða hvør sínu megin fjørðin, onkrastaðni undir Leirvíks- firði um eini tvey ár ella gott tað. Og at norðoyingar eru spentir, tað sást týðuliga, tí nógvir bilar koyra framvið fyri at forvitnast. Arbeiðið borðoyarmegin byrjað Týsdagin fór arbeiðið upp á vegagerðina til inntakið til Norðoyatunnilin borðoyarmegin í gongd Í februar mánaði hevur Livar Nysted úr Hvannasundi listaframsýning í Leikalund TÍÐINDASKRIV Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Listamaðurin úr Hvanna- sundi er 33 ára gamal og hevur seinastu 10 árini ár roynt seg við málninga- list. Hann hevur fyrr haft framsýningar millum annað her í Klaksvík á Kósini og í Føroya Banka og hevur eisini verið við á Norðoyastevnu framsýn- ingini. Seinasta summar hevði hann framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Við á framsýningini hevur Livar umleið 20 ak- ryl málningar við ymisk- um myndaevnum, m. a. landslagsmyndir og per- sónsmyndir. Framsýningin letur upp fríggjadagin 6. februar klokkan 16.00, har øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn, síggja fram- sýningina og fáa ein kaffi- munn. Myndirnar eru til sølu og eru at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadag til fríggjadag frá 10 til 17:30 og leygar- dag frá 10 til 13. Framsýn- ingin verður hangandi allan februar mánað. Framsýningin, ið tekur við aftaná Livar, verður við myndum hjá Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen. Hon sýnir fram í Leikalund í mars mánað. Livar Nysted í Leikalund Livar Nysted úr Hvannasun di hevur listaframsýn ing í Leikalund í februar mánaði Løgreglan leitar framvegis eftir tí 54 ára gamla Jens Kartna Justinussen úr Leirvík. Hann er ikki sæddur í eina viku nú LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Jens Kartni Justinussen úr Leirvík, búsitandi í Havn, hevur verið horvin í eina viku. Hann var seinast sæddur, tá hann fór frá for- eldrum sínum í Leirvík, har hann hevði verið og vitjað. Hann setti seg í bil- in og skuldi koyra aftur til Havnar. Síðani tað er hvørki maðurin ella bil- urin sæddur. Løgreglan veit ikki, um hann kom aftur til Havnar, tí hon hevur ikki fingið nakra fráboðan um, at maðurin er sæddur aftur í Havn ella aðrastaðni, og tískil er tað sera torført hjá løgregluni at leita. – Vit vita onki um, hvar vit skulu leita. Men vit royna at gera okkara besta, sigur vakthavandi á løg- reglustøðini í Havn og leggur afturat, at tað hevur somuleiðis ikki verið lætt at leita orsakað av tí nógva kavanum, sum hevur ligið í eina viku nú. – Tað er ikki lætt at fáa eyga á ein hvítan bil í nógva kavanum, sigur vakthavandi. Bilurin hjá Jens Kartni er ein hvítur Mazda 323 hatchback við nummar- spjaldrinum F 79104. Løgreglan heitir á fólk, sum halda seg hava upp- lýsningar, sum kunnu vera til hjálpar at seta seg í sam- band við løgregluna. Tað kann gerast við at ringja tlf 351448. Maður framvegis horvin C M Y K 5 4