Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 8 Sosialurin Enn eitt brak Ólavsøka Tað var stappað við fólki Vágs­botni, tá ið Miðlahúsið hevði sítt stóra ólav­søku­tiltak. Terji Rasmussen spældi fyri til felags­sang, og Pipar & Salt gjørdu gjøldur við bæði føroyingum og dønum Eyðun Klakstein Myndir: Álvur Haraldsen Ólavsøkukvøld var stóra ólavsøkutiltakið hjá Miðla­ húsinum í Vágsbotni. Hetta var fjórðu ferð, at skipað varð fyri til­tak­inum, sum frá byrjan hev­ur savn­að tús­undtals fólk í Vágs­ botni. Aftur hesaferð flokk­að­ ust fólk niðanfyri Miðla­ húsið fyri at hoyra góðan tónleik og skemt, og helst var hetta tað størsta av hesum tiltøkunum. Yvir 10.000 fólk vórðu savnað í Vágsbotni og har á leið. Terji Rasmussen legði fyri við at spæla nakrar av sín­um kendastu sangum fyri fólkunum. Og tað bleiv eisini til veruligan fe­lags­ sang, tí øll kenna og duga sangirnar hjá Terja, og fólk høvdu hug at syngja við. Terji spældi eitt nú Eros, Nummar, Tú og Ljóð­mynd, og so ber illa til at geva fólki nakað, sum er betri og kendari og lættari at syngja við til. Melvis og flakakvinnur Undirhaldinum stóðu Pip­ar & Salt fyri, og Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale vóru í toppformi. Teir spældu nakrar av fig­ur­un­um, sum eru kendir frá Pipari og Salt, og talan var bæði um skemt og um sang. Melvis Stardust sang sítt stóra hitt, Hvat er lívið ikki herligt at liva, og fólk sungu óført við. Kalle og Børge søgdu sína hugsa um ólavsøku og um Føroyar, og flakakvinnurnar úr Suð­ uroy brúktu seg um øll tey norðanfjørðs, sum einki hava skilt av nøkr­um. Pipar & Salt endaði við at syngja Ólavsøkusangin til suðuroyingar, og tá vóru teir í Pipar & Salt alt og einki í senn, men fram­ førslan riggaði framúr væl, og fólk tóku væl undir við teimum. Tiltakið hjá Miðlahús­in- um var aftur hesaferð eitt av stóru tiltøkunum, sum veruliga savnaði fólk­ið á ólavsøku.