Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tað tykist ofta, sum um at tað eru somu bátarnir, ið vinna. Um FM vinn­ar­ar­nir í ár verða sammettir við FM vinnararnar í fjør, so er skjótt at staðfesta, at í mest sum øll­um kappingunum var tað annar meist­ari í 2011, enn tað var í 2010. Einasta undantakið var í kapp­ ing­ini millum 8-mannaførini. Argja­bát­ur­in var eisini meistari í fjør, og tá ið hann eisini vann í 2009 vil tað siga, at hann nú er trífaldur meist­ari og harvið tryggjaði sær FM ferða­steypið til ognar. Hetta var eisini triðja ferðin á rað, at Argja­bát­ur­in vann á Ólavsøku. FM heitið hjá argjamonnum í ár var søguligt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at Argjabáturin hevur vunn­ið FM tríggjar ferðir á rað. Reyði báturin hevur vunnið ellivu FM heiti tilsaman, og hann hevur fleiri ferðir verið tvífaldur meistari, men hetta er altso fyrsta ferðin, at Argja­bát­urin hevur vunnið tríggjar ferðir á rað. Kappingin á Ólavsøku var tætt­ ari, enn hon hevur verið mill­um 8-mannaførini hinar seks ferð-ir­nar í ár. Meðan munurin frá Argja­báti­ num og aftur til Ørv, sum seks tær undanfarnu ferðirnar var næst­ fremstur, ongantíð var minni enn eitt sekund, so var fjarstøðan aft­ ur til Nevið Reyða hesa ferð nógv minni enn so. Tíðin hjá Argja­báti­ num var 4.12.10, og tíðin hjá Nevið Reyða var 4.12.21. Nevið Reyða var leingi fremst­ur, men í endaspurtinum spenti Argja­ báturin seg út og vísti seg sum verdugan vinnara av ólav­søku­ róðri­num og FM vinnari. Tølini undir­strika, hvussu tøtt kappingin var. Ørvur, sum hesa ferð endaði á fjórða plássi, var minni enn eitt sekund aftanfyri Argjabátin. Tað vil við øðrum orðum siga, at í tíð var Ørvur hesa ferð nærri Argja­ báti­num, enn hann hevði verið undan­farnu seks ferðirnar, og tá vóru hesa ferð bæði Nevið Reyða og Miðvingur ímillum teir bátar høvuðs­staðar bátarnar! Riddarin fyri fyrstu ferð Eisini í kappingini millum 6-manna­førini við monnum stóðu teir á Argjum seg væl í 2011. At góðu úrs­lit­ini bóru silvur krónur við sær og ikki gullkrónur í øllum sjey kapp­ing­unum og harvið silvur í FM kapp­ing­ini komst av, at Riddarin úr Mið­vági var so framúr. Undan hesum kappingarárinum hevði Riddarin í alt vunnið sjey róðr­ar – 3 í 2009 og 4 í 2008. Hetta tal­ið varð tvífaldað í 2011, tí í ár vann Riddarin, sum var mannaður bæði úr Suðuroy og Vágum, allar sjey róðrarnar. FM heitið í ár var tað fyrsta nakrantíð hjá Riddaranum, sum hevur luttikið í kappróðrinum síðani 2007, og tað varð vunnið við sera sannførandi sigrum. Á Norð­ oya­stevnu var munurin frá Riddara­ num trý sekund. Tá var Ridd­arin leysur av Lómi, og tað var hann gott og væl í øllum hinum seks róðrunum. Á stutta teininum á Ólavsøku var munurin næstan fýra sekund ella væl meiri enn ein báts­longd. Tað er merkisvert, at FM heitið í 2011 var tað fyrsta nakrantíð hjá Riddaranum. Í 2008 vann Ridd­ arin fýra róðrar – fýra teir síðstu í kappingarárinum. At tað kortini ikki eydnaðist at vinna FM komst av, at Sundabáturin vann tríggj­ar teir fyrstu róðrarnar, og at Sunda­báturin var næstfremstur í øllum róðru­ num, sum Riddarin vann. Ridd­ar­in var tvær ferðir nummar trý og eina ferð nummar fýra í róðr­u­num, sum Sundabáturin vann tað árið. Junkarin fyri fyrstu ferð Í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum var talan um sanna finalu millum Junkaran úr Kvívík og Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Um tað skuldi eydnast Jalli­num at vinna FM fyri nøsini á Junkara­num, so var treytin tann, at Jallurin vann betri endastøðu á Ólav­søku enn Junkarin. Kvinnubáturin úr Kvívík hevði ongan­tíð vunnið FM, og tí var FM sigur­in merkisverdur. Tá ið hetta er fyrsta árið yvirhøvur, at Junkarin við kvinnum hevur vunnið nakran sig­ur, so var tað eisini fyrsta ferðin nakr­an­tíð, at Junkarin við kvinnum vann á Ólavsøku. Argjabáturin er í Í øllum kappingum var nýggjur FM vinnari kosin uttan í kappingini millum 8-mannaførini, har Argjabáturin vann fyri triðju ferð á rað