Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 28 Sosialurin Snotulig hús til leigu í Hoyvík Hevur tú hug at leiga, heldur enn at eiga eini hús, so er møguleikin her! Talan er um eini 10 ára gomul sethús í 2 hæddum, slakar 180 fermetrar til støddar. Í húsunum er stova og køkur í einum, 4 kømur, stór loftsstova, 2 brúsur/wc, brüggers og hjallur. Tey standa beint við busssteðgipláss, skúla og dagstovn í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi og í góðum grannalagi. Húsini kunnu leigast beinanvegin. Prísuppskot: 9.500 kr. pr. mánað (+ el/fjarhita) – men verður ein langtíðar avtala gjørd um leigu, kunnu vit altíð tosa um prísin. Billett mrk. 27071101 Eykaprógv í føroyskum Hoyvíksvegur 72 · Postrúm 3279 · FO-110 Tórshavn Tel. 30 65 00 · Faks 30 65 55 · mmr@mmr.fo MentaMálaráðið Í skúlaárunum 2011/12 og 2012/13 verður skipað fyri próvskeiðnum, eykaprógv í føroyskum, sum serliga er ætlað lærarum, ið hava útlendskt læraraprógv. Sambært § 35, stk. 2 í fólkaskúlalógini er tað ein treyt fyri fastari setan sum lærari, at viðkomandi hevur staðið eina serliga roynd í føroyskum. Innihaldið í skeiðnum er skipað í tveir partar: 1. Føroyskt mál og føroyska mállæru, sum fata um stavsetingarreglur, orðfeingi og málbót og orðalagslæru 2. Skaldskapur av manna munni Skeiðið fatar um seks lestrarvikur og er býtt í tríggjar skeiðspartar, sum hvør er tvær fylgjandi vikur. Undirvíst verður allar dagar frá kl. 08.00 – 12.15. 1. skeiðspartur er í viku 38 og 39 í 2011 2. skeiðspartur er í viku 2 og 3 í 2012 3. skeiðspartur er í viku 45 og 46 í 2012 Mentamálaráðið rindar vikarútreiðslur í sambandi við skeiðið og ferðaendurgjald sambært reglum, sum verða nýttar í eftirútbúgvingini hjá fólkaskúlalærarum. Lærarar á skeiðnum eru: Jonhard Mikkelsen og Árni Dahl Undirvísingin byrjar 19. september 2011 kl. 08.00 og fer fram í Miðíbúðini á Føroya Læraraskúla. Nærri kunning um innihald, skipan og tilfar er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, www. mmr.fo. Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um skeiðið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, 555044. Umsøkjarar til skeiðið skulu boða frá luttøku í teldu­ brævi til gunnvore@mmr.fo í seinasta lagi 17. august 2011. Tórshavn, 18. juli 2011 Mentamálaráðið Sosialurin Nýggi Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 400,- um ársfjórðingin Nýggi Sosialurin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: Teldupostur: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 www.sosialurin.fo