Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 1. august 2011 4 Tíðindi Randi Jacobsen Áður hevur Sgnar Nielsen smíðað hús til kaninirnar hjá abbabørnunum, og tá hevur fyrimyndin oftast verið húsini, sum børnini búðu í. Fleiri ferðir tosaði bóndakonan Inni á Leiti í Vestmanna við Agnar Niel­sen og bað hann gera sær eitt høsnarhús. – Eg veit ikki, men eg fekk ikki tikið meg saman. Eina ferð, hon spurdi, segði eg til stuttleikar, at um eg fekk eittt lamb, skuldi hon fáa høsnarhúsið afturfyri, sigur Agnar Nielsen. So kom heystið, og bóndakonan ringdi og bað hann koma eftir lamb­ inum. – Eg segði, at eg skuldi ikki hava nakað lamb, men hon segði, at hon hevði lovað mær eitt lams, og eg skuldi koma eftir tí. Hjá Agnar Nielsen var tá ikki annað at gera enn at fara undir arbeiðið. Bóndakonan hevði fingið plátur frá einum byggimeistara. Tær vóru skornar til, og Arnar Nielsen brúkti plát­urnar, sum tær vóru. Tí bleiv høsn­ar­húsið nokkso stórt. Eitt listarverk Hann átti eiutt vindeyga at seta í húsið, og hann valdi at gera ein kvist at seta vindeyga í. – Húsið sá nokkso bert út, og eg fann tí uppá at mála vindeygu við gardinum og øllum á húsið. Agnar Nielsen nevnir einki um, hvussu nógvar tímar hann brúkti um at gera húsið. Áðrenn hann byrjaði, segði hann við bóndakonuna, at hann fór bara at smíða teir dagarnar, tá ið ikki var veður at fara á flot. – Bóndakonan hevur fingið fimm hønur og ein hana úr Havn, og tey trívast væl í húsinum. Hønurnar verpa væl, sigur Agnar Nielsen. Tey seinasu nógvu árini hevur Agnar Nielsen róð út. Tá ið hann fór frá fyri aldur, keyopti hann sær ein hálvlidnan bát úr Noregi og setti hann í stand. – Hesa tíðina á árinum er tað kalvi, sum eg royni eftir, um heystið er tað hemari. Eg trívist væl á sjónum og ætlai mær at halda fram, so leingi eg havi heilsuna, sigur Agnar Nielsen. Fekk lamb fyri høsnarhúsið Agnar Nielsen í Vestmanna hevur smíðað eitt sjáldsamt høsnarhús, sum hønur og hani trívast væl í Dýrari at lesa í Bretlandi Studentar, sum byrja á teimum lærdu háskúlunum í Bretlandi um heystið í 2012, skulu rinda mun­ andi størri lestrargjald enn tey, sum eru byrjað fyrr. Hækkingin er tó bara galdandi fyri 47 av teimum 123 lærdu háskúlunum. Millum teirra, sum fara krevja meiri pengar frá teimum lesandi, eru Oxford og Cambridge. Studentarnir hava mótmælt, at tað verður dýrari hjá summum at lesa, men til fánýtis. Teir vísa á, at stjórnin hevur sagt seg virka fyri, at ungfólk úr minni múgvandi heim­ um skulu hava møguleikar at fara undir longri útbúgvingar. Hetta hev­ur stjórnin tikið til sín, og hon bjóðar nú teimum lesandi at taka lán til at rinda lestrargjaldið við. Lánið skulu tey ikki rinda aftur, fyrr enn ársinntøka teirra fer upp um 21.000 pund. Svensk børn skulu læra kinesiskt Áðrenn 10 ár eru farin, skulu allir fólkaskúlarnir í Svøríki bjóða sínum næmingum frálæru í kines­ isk­um. Tað sigur svenski kenslu­ mála­ráðharrin, Jan Björklund, við blaðið Dagens Industri. Sambært ráðharranum er hetta neyðugt fyri at bøta um kappingarførið hjá svium. – Eg fari at virka fyri, at Svø­ríki verður tað fyrsta landið í Evropa, sum bjóðar frálæru í kines­isk­um í øllum fólkaskúlunum, sig­ur Jan Björklund við blaðið. Ráð­harr­in sigur, at tað eru ikki øll í vinnu­ lívinum, sum tosa enskt. Nógv virksemi er flutt úr Evropa til Kina, og úr einum búskapar- og vinnu­ ligum sjónarhorni er kinesiskt vorð­ið týdningarmeiri enn franskt og spanskt, sigur hann. Enskt er tað fremmanda málið, sum fyllir mest í teimum svensku skúlunum. Síðani koma spanskt, týskt og franskt. Myndir : Birgir waag høgnesen