mánadagur 1. august 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
6
Dagfinn Olsen
Nær byrjaði/byrjar
tú í starvinum?
Í 2007 tá Dátueftirlitið varð umskipað
og søkt varð eftir fyrsta stjóranum
til stovnin.
Arbeiðsroyndir/útbúgving
Eg eri útbúgvin løgfrøðingur frá Uni
versitetinum í Keypmannahavn (1999)
og eri júst liðugt við eina 2 ára leiðslu
útbúgving. Eg flutti heim til Føroyar
í 2000 og starvaðist fyrstu árini í
miðfyrisitingini, á Løgmansskrivstov
uni, í Løgmálaráðnum og Innlendis
málaráðnum.
At vera stjóri í Dátueftirlitinum
fevnir um dagligu leiðsluna av stovn
inum og at tryggja framdriftina á øki
num, at samskifta og samstarva við
aðrar myndugleikar, vegleiða borgarar
og fyritøkur, halda fyrilestrar, luttaka í
norðurlendskum og altjóða samstarvi
og at umboða stovnin í almenna rúm
inum.
Fyribyrging
Uppgávan hjá Dátueftirlitinum er
at verja persónsupplýsingarnar hjá
fólkinum í Føroyum. Hetta verður
gjørt við at varpa ljós á økið við upp
lýsing, vegleiðing og ráðgeving, at
skipa fyri tiltøkum, geva loyvir til ym
iska viðgerð, viðgera kærur, gera veg
leiðingar og fara á eftirlitsvitjanir.
Vit hava valt at raðfesta tað fyri
byrgjandi arbeiðið høgt serliga viðvíkj
andi børnum og ungum, og arbeitt
verður m.a. saman við SSP ráðgevingini
at fáa evnið inn í fólkaskúlarnar.
Keðist av rutinu
Eg trívist væl so leingi eg havi nokk av
avbjóðingum, læri nakað nýtt og kenni
at tað eg geri ger mun. Tá tingini
verða ov rutinukend keðist eg.
Tað sum hevur verið og er serliga
spennandi við hesum starvinum er,
saman við dugnaligu starvsfólkunum í
Dátueftirlitnum, at byggja stovnin upp
og at menna hetta økið í Føroyum.
Gongur í fjøllunum
Eg renni nakrar ferðir um vikuna og
mær dámar væl at ganga túrar, helst í
fjøllunum. Eisini eri eg byrjað at ganga
til Yoga.
Føroyingar væl við
Tað er hent nógv á økinum her heima
tey seinastu árini. So eg vil siga, at tað
gongur tann rætta vegin, men enn er
langt eftir á mál.
Vit brúka nógvar pengar uppá
nýggjar skipanir, men trygdarparturin
verður ofta ikki raðfestur nóg høgt.
Trygd er meira enn virusverja og fire
wall.
Orsøkin til at trygdin ofta ikki
verður raðfest nóg ovaliga er neyvan,
at vit ikki ynskja tað, men heldur at
tann parturin, sum snýr seg um skjal
festingar, mannagongdir, vegleiðing
ar v.m., er tíðarkrevjandi og kostar
pengar.
Nýtir tú sjálv nógv nýggja
samskiftistøkni?
Ja, tað geri eg bæði í arbeiðinum og
privat, og kann illa vera míni apple
produkt fyriuttan. Eg hugsi ofta
um, hvussu man bar seg at fyrr, og
hvussu tíðarkrevjandi tað var at finna
upplýsingar fram og at samskifta við
onnur.
Undangonguland
Mín visjón fyri framtíðina, sum stjóri á
Dátueftirlitinum, er at Føroyar kunnu
vera eitt undangonguland á hesum
økinum, og at Dátueftirlitið kann vera
ein virkin og sjónligur viðspælari á
hesi leið.
Føroyar fingu í fjør 3. landsgóð
kenning frá ES, og hetta hevur týdning
fyri ætlanirnar um at fáa útlendskar
granskarar til Føroyar at granska, fyri
møguleikan hjá føroyskum fyritøkum
at marknaðarføra seg uttanlands
og fyri ætlanirnar at bjóða Føroyar
fram sum altjóða hosting-miðdepil.
Írland hevur dugað væl at tiltrekt
altjóða fyritøkur sum t.d. Google og
IBM, og tá Google valdi at leggja ein
part av sínum virksemi í Írlandi, hevði
tað kalda verðurlagið stóran týdning.
Høvdu vit tá bjóðað okkum fram, hevði
valið møuliga fallið á okkum.
– Vit skulu kanska tosa minni og
handla meira, sigur stjórin á Dátu
eftirlitinum.
Raðfesta fyribyrgj
andi arbeiðið høgt
Ingunn Ósk Eiriksdóttir er stjóri á Dátueftirlitinum. Hon sigur, at fyrbyrgjandi arbeiðið
verður raðfest høgt, og at trygd er meira enn virusverja og firewall.
Fyritøka:
Dátueftirlitið
Aldur: 9 ár
Starvsfólk: 3
Mynd: álvur haraldsen
Navn: Ingunn Ósk
Eiriksdóttir
Starv: Stjóri
Aldur: 41
Hjúnafelagi: Heini Weihe
Børn: Hákun 10 ár og
Marita Emma 5 ár
stjórin