Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 1. august 2011 14 Vikutema Summar Festivalurin Teir hava X-factor Og báðir hava teir eisini víst, at teir dugdu at taka næsta stigið, tá kapp­ ingin var av. Basim hevur givið fløgu út, og hann er í løtuni aktuellur við nýggj­ari stakfløgu, Ta’ Mig Tilbage. Basim hevur seinastu tvey árini spælt á stórum festivalum í Danmark, hann hevur fingið vónir um eitt gjøgnumbrot í USA, og hann hevur eisini roynt seg sum sjónvarpsvert til Kids Choice Awards hjá Nickelodeoen rásini. Babou kom í vár allan vegin fram til finaluna, og hóast hann ikki vann kappingina, so var eingin ivi um, at hóp­ur av ungum donskum gentu­ hjørtum nú vóru vunnin. Tað er sjálvandi stóra røddin hjá lítla dreinginum, ið er tann berandi á pallinum, men hartil er hetta eisini hjartanemandi søgan um ein lítl­ an drong, sum á vegnum fram hevur vunnið á stór­um forðingum. Sum 12 ára gam­al flutti Ba­ bou frá mammu síni, sum var sál­ar­liga sjúk og tískil ikki klár­aði at taka sær av hon­um. Men hóast harða og øðr­vísi upp­ vøkst­uri­n, so er í dag einki, sum kann forða unga stjørnu­ skot­inum í at náa sínum málum. – Eg havi altíð droymt um at liva sum tónleikari. Sangurin ger meg glaðan og eg eri uppvaksin við, at ein skal trúgva upp á seg sjálvan. Eg veit, at eg eri góður til hetta og eg kenni meg heima á pallinum, sigur Babou. Í dag hevur hann lært at góðtaka avgerðina hjá mamm­ uni og heldur eisini, at tað var tann rætta avgerðin at taka. – Eg kann ikki broyta tað, sum hendi tá. Tað hevur gjørt meg til tann, sum eg eri í dag og tað var gott, at tað hendi. Tað var ræðuliga hart, men eisini tað besta fyri meg, heldur hann. Babou hevur tó samband við mammu síni. Tey eru saman annað hvørt vikuskiftið og tosa saman í tele­fon hvønn dag. Á pallinum er tað tónleikurin, sum sleppur at tala. Við sjarmu, stíli og frek­leika hevur hann ferð eftir ferð prógvað, at hann bæði hevur rødd, út­ stráling og X-factor til at fanga fjøld­ina. Bæði Basim og Babou gjørdust yndissangarar hjá fjøldini, tá teir blaðungir førdu seg fram á X-factor- pallinum, ið er ein tann størsti, sum finnast kann, um tú vilt finna skjóta vegin móti stjørnunum