mánadagur 1. august 2011síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
16
Vikutema
Summar Festivalurin
Tað verður ikki
meira country
Enn einaferð hevur tað eydnast Summarfestivalinum at fáa eina sanna
legendu til Føroya. Hesa ferð er tað Bobby Bare, sum hóast síni 76
ár enn letur eyðkendu røddina framføra sínar klassikarar
Talan varð um sannan telefonstorm
á Kunningarstovuni í Klaksvík,
tá tað stóð greitt, at Bobby Bare
verður millum nøvnini á ársins
festivali.
Hóast tað helst verða fólk úr
aldri, ið syngja við til framførslu
hansara, so er einki at taka seg
aftur í, at flestu veruligu fjeppar
arnir hjá Bobby Bare eru farin nak
að um teenage-árini.
Her tosa vit um aldursbólkin,
sum heldur húsvogn og bát vera
meira hóskandi til ein festival enn
tjald og fjellräven, og tað gav at
bíta, tá Summarfestivalurin hevði
kunngjørt amerikanska høvuðs
navnið.
– Eg rokni við, at vit hava av
greitt eini 200 fólk, men tað eru
ivaleyst eini 500 onnur, sum ong
antíð sluppu ígjøgnum til okkum, tí
linjurnar hava verið upptiknar allan
dag.
– Fólk ringja fyri at biða um
pláss til húsvognar, bátar og tjøld,
og summi leita eftir øðrum møgu
leikum at gista. Tíðindini um, at
Bobby Bare skal spæla á ársins
festival fingu eina rúgvu av fólki at
reisa seg úr stólinum í dag. Enn eru
pláss eftir til húsvognar og bátar,
men tað ræður um at bíleggja pláss
í góðari tíð. Í fjør vóru umleið 150
húsvognar á Summar Festivalinum,
og tað eru so at siga allir húsvognar
í landinum, segði Maiken Steinberg,
leiðari á Norðoya Kunningarstovu
sama kvøldið, sum Bare varð kunn
gjørdur.
So tað er væl eingin sum helst
ivi um, at kamping-økið verður
eins væl fylt, sum tað hevur verið
seinnu árini, og bátabrúgvarnar
sleppa enn einaferð at standa
sína roynd, tá bátar úr øllum
landinum valfarta til fiskivinnu- og
tónleikahøvuðsstaðin.
Fylti
kamping-
økið
»I wanna go
home«. Hesi
ódeyðiligu
orðini sang
Bobby Bare
í 1963, og
síðani hava
fólk
kring
allan heimin
sungið
við.
Detroit
City,
sum
sangurin
kallast, er ein av
kendastu country-
sangum yvirhøvur, og hann
verður millum tónarnar, sum í
ár verða at hoyra á Vágsbøi.
Bobby Bare royndi í fimti
árunum at vinna fram innan tón
leikin, men tað var ikki fyrr enn
fyrst í seksti árunum, at hann av
álvara fekk sítt gjøgnumbrot.
Ikki minst var tað Detroit City,
sum sló navn hansara rimmar
fast í tónleikasøguni, men eisini
sangir sum 500 Miles Away From
Home, Four Strong Winds og
Talk Me Some Sense hava síðani
átt sínar hundraðtals tímar á
radiostøðum kring knøttin.
Bobby Bare spældi eisini
duettir inn, og ein av teimum
mest kendu er A Dear John
Letter, sum hann spældi saman
við Skeeter Davis.
Sonurin Bobby Bare jr. er
eisini virkin tónleikari, og hann
byrjaði tíðliga at syngja saman
við pápa sínum. Miðskeiðis í
sjeytiárunum høvdu teir eitt
stórt hitt við sanginum Daddy
What If, og tá var yngri Bobby
bert fimm ára gamal. Bobby
Bear jr. spælir framvegis nógv
saman við pápa sínum.
Bobby Bare er framvegis virk
in tónleikari. Hann er væl fyri og
framførir nógv á konsertum.
Nú hevur livandi legandan
játtað at koma til Føroya at
spæla fyri fyrstu ferð, og tað
verður ikki meira ektað og meira
country, enn tá Bobby Bear fer
á stóra pallin leygarkvøldið á
Summarfestivalinum.
Kristina
syngur duett
við BARE
Ein føroysk songkvinna fer á Summar Festivalinum at
syngja duett saman við legenduni Bobby Bare. Tað er
Kristina Bærendsen, sum fer á pallin saman við Bare
at syngja ein sang. Tað er sangurin Let It Be Me, sum
Bobby Bare upprunaliga sang saman við Skeeter
Davis. Kristina Bærendsen hevur seinnu árini
verið nógv frammi sum songkvinna. Hon er við
í bólkinum hjá Hallur Joensen, har hon bæði
hevur sungið kór, duettir og solo. Og nú
fær Bobby Bare so gleðina av at
syngja saman við Kristinu.