Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 1. august 2011 18 Vikutema Summar Festivalurin Vakra røddin hjá Lív Næs hevur seinnu árini skapt henni eitt stórt tón­leika­ navn her á landi, og nú trínur hon á pall við egnum bólki. Saman við Lív eru Jenny J.  Kragsteen, Anna Maria Wrae og Maibritt H. Johansen, sum fara at hjálpa og fylgja henni ígjøgnum summari við at lufta hennara nýggja tilfari av  fólkatónleiki.  Lív & The Zoo eru als ikki so fýra­kantaðar at tær ikki vilja hava mann­fólk uppí, tvørt­ur­ímóti hava tær roynt at lokka nakrar  veruligar  »Don Juan's«  við sær til nøkur tiltøk fyri at fylla nøkur tómrúm í tónleikinum sum tær sjálvar føla, at tær ikki megna.  Lív & The Zoo eru  fýra frískar ung­ar damur sum tú altíð møtir við einum stór­um smílið og syngja um alt frá »Grind« til ein forvitnisligan »Don Juan.« Tá ið fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004, vóru Frændur ein av bólkunum, sum spældu til fyrstu konsertina á Vágsbøi. Kanska sjálv­sagt, tá Frændur og Summ­ ar­festivalurin á hvør sín hátt eru vorð­in ein av fremstu ímyndinum av Klaksvík. Hóast bólkurin ikki longur er eins virkin, sum hann var tað gjøgnum 80’ini og nakað upp í 90’ini, so er eing­in ivi um, at talan framvegis er um eitt tað størsta føroyska tón­ leikanavnið yvirhøvur. Nakað sum varð serstakliga sjónligt, tá bólkurin fyri tveimum árum síðani helt sítt 25 ára hald við fløguútgávu og nøkrum brakandi retro-konsertum. Og í ár verður bólkurin so aftur at hoyra á Summarfestivalinum við øllum sínum hittum. Hitt, har mest sum hvør tann einasti festival-gestur dugir tekstirnar uttanat. – Tað er ógvuliga spennandi at sleppa at spæla á Summar Festi­ valinum, og vit gleða okkum allir sera nógv til framførsluna, sigur Rani Nolsøe, sum er ein av odda- monnunum í Frændum. – Summar Festivalurin er blivin ein av størstu tónleikapallunum í landinum, og tað hevur havt stór­ an týdning fyri nógvar bólkar, at teir hava kunnað farið á eina lítla festi­ valturné. Vit eru sera uppsettir til okk­ ara framførslu í ár, sigur hann. Fram um alt, so er tað framúr­skar­ andi laga- og tekssmíðið, sum hevur flutt bólkin upp á hægstu før­oysku tónatindarnar. Hóast fyrstu tekstirnir eru farnir um fjórð­ings­øldina, so eru teir enn sum áður brandaktuellir. Kalda kríggið er kanska av, men mis­ munur, bú­skap­ar­ójavnvág og virðingin fyri med­menniskjum eru framvegis evni, sum upptaka fjøldina. Og júst evnið at fanga fólkasálina er tað, sum hevur hildið bólkinum fram – og sum helst eisini ger tað á Summar­ festi­val­inum í ár. Størstu føroysku hittini Lív & The Zoo Best umtókti føroysku tónleikabólkurin seinastu 25 árini spælir á Summar Festivalinum í ár.