mánadagur 1. august 2011síða 56
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
24
Vikutema
Summar Festivalurin
Størsta rock-
brakið nakrantíð
Yvirskriftin var eisini brúkt, tá Scorpions vitjaði Vágsbø fyri nøkrum árum síðani.
Men D-A-D er í stórformi, og teir lova eina brakandi framførslu fríggjakvøldið
»Mumbling goddmorning and raising
my head
A bad breath kiss to my pillow pet...«
Saman við fimtan djúpum bass-tónum
var hetta tað, sum bankaði Disneyland
after Dark upp á tónatindarnar. Bólk
urin hevði júst fimm ár á baki, tá teir
sendu No Fuel Left for the Pilgrims
á marknaðin. Tvær ferðir undan hes
um høvdu teir eisini sent útgávur á
marknaðin, men tað var ikki fyrr enn
í triðu royndini, at tað veruliga beit
á. Enntá somikið væl, at útgávan
gav teimum ein milliónasáttmála við
Warner, og tó at amerikanska gjøg
numbrotið ongantíð kom, so er D-A-D
enn í dag ein av teimum heilt stóru
punk-rock bólkunum.
Og tað eru teir, tí teir hava sín egna
stíl. Cowpunk verður hetta rópt, og í
mangar mátar var hetta ein uppgerð
móti depressivu tekstunum, ið ofta
eyðkendu punkbólkarnar fyrsta part
in av 80’unum. Hóast harður, so var
rockurin framúr melodiøsur, og við
einum skeivum vinkli til veruleikan
megnaðu teir at fanga áhoyrararnar.
Eisini tey, sum ikki beinleiðis vóru til
punk-stílin.
Gloyma ikki upprunan
Umframt navnið – sum av ótta fyri
sakarmáli frá Disney-konsernini varð
broytt til D-A-D – so er bólkurin
eyðkendur við, at manningin hevur
verið at kalla óbroytt frá byrjan. Allar
fyrstu konsertina var gentan hjá Stig
Pedersen, Lene Glumer, sangarinna,
men talan gjørdist bert um ta einu
konsertina hjá henni, og miðskeiðis
í 90’unum tók Laust Sonne yvir
trummupinnarnar, tá Peter Lundholm
Jensen heldur vildi nýta orkuna til
verkfrøðinga-lesnaðin.
Júst
óbroytta
konseptið
og
óbroytta manningin er eisini eitt av
loyndarmálunum handan livitíðina
hjá bólkinum, sum við sínum skjótt 30
árum er eitt sjáldsamt fyribrigdi innan
hevarock-tónleikin.
– Vit geva hvør øðrum pláss og
røkka teim persónligu málum, sum vit
hava sett okkum. Uttan eitt fantast
iskt samstarv høvdu vit ikki verið
komnir so langt, sigur Jesper Bintzer,
sum øll árini hevur verið høvuðs
maðurin í bólkinum.
Ferð á
D-A-D hevur altíð verið kendur sum
ein bólkur, har nærum einki mark er
fyri framførslunum. Teir brenna eld,
blaka bumbur og koyra á við fullari
ferð gjøgnum alla konsertina. Men
hetta er bert eyka eitt bonus, heldur
Jesper sjálvur.
– Eyðkennið hjá D-A-D vil altíð
vera sjálvur tónleikurin. Vit skulu heilt
niður á gólvið til nakað so einkult sum
orku og melodi. Tó haldi eg eisini, at
tað hevur nakað at siga, at vit hava
fingið møguleika til at spæla so nógv
og so nógva staðni, sum vit hava gjørt
gjøgnum árini. Tað hevur gjørt okkum
enn betri til tað, sum vit nú einaferð
gera. Og so kunnu fólk kenna seg heilt
trygg saman við okkum, tí vit hava jú
roynt hetta fyrr, greiðir hann frá. Og
sambært Jesper sjálvum, so verður
framførslan á Vágsbøi einki øðrvísi í
so máta.
– Fyrireikið tykkum uppá nógv ferð
og góðar melodiir. Tí vit fara at seta
ferð á, heilt vist!
Og talan er ikki bara um tóm orð.
Bólkurin tykist vera í stórformi fyri
tíðina, og ferð eftir ferð hava um
mælarar hálovað framførslunum hjá
bólkinum.
Danska tónleikatíðarritið Gaffa
skrivaði soleiðis í einum ummæli av
framførslu hjá D-A-D á Grøn Koncert
í Esbjerg farna summar:
– Tað er D-A-D, og tað er framúr
skarandi. Punktum.
D-A-D hevði í heyst jubileums
konsert í Hamburg, og tá skrivaði
ummælari hjá Gaffa, at hann hevði
ongantíð upplivað D-A-D betri enn
tað kvøldið.
So tað er øll orsøk at gleða seg til
fríggjakvøldið á Summarfestivalinum,
tá Vágsbøur leggur svørð til eitt rock-
show, ið neyvan hevur sæð sín líka á
føroyskari jørð.
Fakta um
D-A-D
Manning
Jesper Binzer (vokal/
rútmiskan guitar)
Stig Pedersen (Bass/
backup vokal)
Jacob Binzer (guitar)
Laust Sonne
(trummur)
Studioútgávur
Standin’ on the Never
Never (er seinni
útgivin sum fløga)
Call Of The Wild
(1986)
D.A.D. Draws A Circle
(1987)
No Fuel Left For The
Pilgrims (1989)
Riskin’ It All (1991)
Helpyourselfish (1995)
Simpatico (1997)
Everything Glows
(2000)
Soft Dogs (2002)
Scare Yourself (2005)
Monster Philosophy
(2008)
Behind The Seen
(2009)
Á tónatindunum
Sleepin’ My Day Away
Lagh ‘n’ a ½
Something Good
Scare Yourself
Bad Craziness