mánadagur 1. august 2011síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
26
Vikutema
Summar Festivalurin
Divaz er ein nýggjur bólkur, ið er
samansettur av royndum tónleik
arum og songkvinnum. Hettar er
ein bólkur, ið osar av spæligleði
og orku. Ein bólkur, ið vil blása
áhoyraran um koll við góðum
undirhaldi og væl framførdum
tónleiki og sangi. Hettar er undir
hald og tónlistarlig góðska á
hægsta stigi.
Tær tríggjar songkvinnurnar,
Anna Maria Olsen, Malan Eyðuns
dóttir og Laila Carlsen, kenna
vit frá ymiskum tónlistarligum
høpum, men at síggja tær allar
tríggjar á palli saman er nakað
heilt serstakt og forkunnugt.
Saman hava tær funnið eitt heilt
serligt ljóð og tónaunivers, sum
ikki er hoyrt fyrr her á landi.
Tær eru allar sera dugnaligir
solistar, ið við sínum sangi og
karisma megna at koma út um
pallkantin og fanga áhoyraran,
og sum kórsangarar eru tær
eisini í heimsklassa. Tær eru sera
ymiskar sum songkvinnur, men
samljóð teirra fær tónlistarligu
upplivingina at ganga upp í eina
hægri eind.
Afturat sær hava tær ein hóp
av sera dugnaligum tónleikarum.
Handan trummurnar er Henning
Hjalt Nicodemussen. Jóhan Ziska
son spælir guitar. Bjarki Meitil er
bassistur og Bjari Lisberg situr
handan ljómborðið. Allir fýra
eru teir tónleikarar í absoluttum
føroyskum toppflokki.
Tónlistarligi stílurin er ein
blanding av nýggjum og goml
um. Ein samanrenning av fang
andi poppløgum, vøkrum R&B
balladum, pumpandi Rock N
Roll, frekum Soul og Diva. Sera
áhoyraravinarligur tónleikur við
høgum undirhaldsvirði.
Føroyskar divur
– Eg veit ikki. Teir spyrja altíð,
um eg ikki havi hug at spæla, og
tað havi eg. So higartil hava eg
altíð verið við.
Nakað soleiðis tók Hanus
G. Johansen til, tá Sosialurin
fyri nøkrum árum síðani spurdi
hann, hvussu tað bar til, at júst
hann altíð er partur av skránni.
Lítillátin sum altíð vildi
fremsti fólkasangari okkara
ikki tosa ov nógv um sínar
egnu dygdir, men tað er eingin
ivi um, at tað hevur sína orsøk,
tá Hanus aftur og aftur verður
biðin um at framføra á summar
festivalinum.
Tí festivalurin snýr seg um
tónleik. Fólksligan og sangbæran
tónleik. Og her er fáur – um
nakar – sum røkkur Hanusi til
kníggja. Einsamallur maður við
guitara sínum og djúpu røddini
megnar hann at rúnarbinda
fjøldina. Og so er líkamikið,
hvørjum palli spælt verður á.
Upplivingin er altíð tann sama
intima og hjartanemandi, har
áhoyrararnir næstan kenna seg
hava persónliga kontakt við
smædna sangaran, sum næstan
umberandi sigur “OK. So fáa tit
eitt eykalag”, tá fjøldin ikki vil
sleppa honum av pallinum.
Við framúrskarandi løgum til
eins framúrskarandi yrkingarnar
hjá Pól F. hevur Hanus langt síð
ani brent seg fastan í føroysku
fólkasálina. Og hóast skráin
uttan iva er rúmligari enn tað,
so ert tú ikki veruliga komin
á Summarfestival, fyrr enn tú
hevur hoyrt ramligu røddina hjá
Hanusi kvøða løgini hjá sum
biarskaldinum.
Einasta navnið, sum hevur verið á
hvørji tí einastu plakat til Summar
festivalin, er sjálvandi eisini
partur av tónleikaveitsluni í ár
Eingin festivalur uttan Hanus
Bólkurin T.O.S. spælir gospeltónleik, sum ljóðar øðrvísi enn
nógv av tí, sum verður spælt av kristnum tónleiki. Navnið
hevur bólkurin fingið frá bíbliska hugtakinum tollarar og
syndarar, og tað er so stytt til T.O.S.
Í grundini er tónleikurin hjá T.O.S. ein vavstur av øllum
hugsandi tónleikasjangrum, og tað ger tað bæði spennandi,
undirhaldandi og avbjóðandi at lurta eftir bólkinum. Heldur
øðrvísi ljóðføri verða eisini brúkt í framførslunum hjá
bólkinum.
Dentur verður tó lagdur á at spæla og syngja væl, og
sangirnir eru melodiskir. Sentralt í tónleikinum er kristni
boðskapurin.
T.O.S.