Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 1. august 2011 28 Vikutema Summar Festivalurin ORKA Teir eru nakað heilt fyri seg. Ný­skap­andi og spennandi. Aktuellir við nýggjari fløgu. Og nógv róstir fyri sínar framførslur uttanlands. ORKA er ein kapitul fyri seg í før­oyskari tónleikasøgu. Við heima­gjørdum ljóðførum, øðrvísi rútmum og tónleiki hava teir av álvara vunnið fram uttanfyri landoddarnar. Tónleikurin hjá ORKA er eitt spennandi bland av ókendum ljóðum, fangandi rútmum og innbjóðandi løgum. Og nú kann ORKA upplivast fyri fyrstu ferð á landsins størsta festivali – Summar Festivalinum í Klaksvík. Lead­berry Zakaris Emil Joensen og Jústines í Túni eru oddamenn í bólkinum Leadberry. Teir hava spælt saman í nøkur ár og hava gjørt vart við seg við fangandi og melo­di­øsum tónleiki. Teir syngja fólka­kendan popp­tónleik, og teir skriv­að sjálvir sangir. Leadberry hevur givið eina fløgu út, og til onkrar framførslur hava teir eisini onkrar tónleikarar afturat sær. Lisa í Dali Hon kom sum eitt rættiliga ókent navn við í singer/songwriter kappingina hjá Kafe Kaspar fyrr í ár. Men tá ið kapp­ ingin var liðug, stóð hon eftir summ vinnari. Lisa í Dali vísti í hesi kapping, at hon dugir framúr væl at framføra. Hon hevur sjarmu, hon dugir at fáa gott samband við áhoyraranar, og so syngur hon eisini frálíkar sangir. Lisa hevur royndir sum sjónleikari, og tað hjálpir henni ivaleyst í fram­ førslunum, sum hon hevur. Tekstirnir hjá henni snúgva seg um kærleika, sakn, sorg og onnur viður­ skifti, sum vit uppliva í lívinum. G. Thomas Norski countrysangarin G. Thomas vaks upp í Bodø heilt har norðuri í Noregi, men hann byrjaði síðani yrkis­leið sum tónleikari í USA í 1979. Hann gekk á skúla í Utah og byrjaði at spæla á lokalari barr. Tá ið hann kom heim aftur til Noreg, helt hann fram við at spæla og gjørdist seinni tón­leikari fulla tíð. Seinastu 28 árini hevur G. Thomas spælt í USA óteljandi ferðir, og hann hevur eisini tikið tónleik upp í Nashville. Hann gevur givið 10 fløgur út og hevur eisini verið sera virkin á palli. Nú kemur G. Thomas til Føroya fyri fyrstu ferð, og hann fer at hita upp til konsertina við Bobby Bare. Tinganest Tiltikni tónleikabólkurin úr Vágum fer at undirhalda við sínum herligu sangum. Hvør kennir ikki sangir sum Vágagellan, Upp Á Tá og Annan Sang. Og hvør kennir ikki eyðkenda ljóðið hjá bólkinum Tinganest. Teir eru festligir og herligir. Við sjarmerandi vágasoundi og -dialekt løgdu teir Føroyar fyri sínar føtur, og teir eru framvegis fram­úr, tá tið teir fara á pallin. Tað eru liðin 28 ár, síðani Tinganest kom við sín­ari fyrstu útgávu, og samanlagt eru tríggjar útgávur umframt ein savns­fløga komin frá bólkinum. Teir, sum manna bólkin nú, eru Jóan Jakku Gutte­sen, Magnus á Stongum, Finnur J. Jacob­sen og Holgar Jacobsen Kim Hansen Nólsoyingurin Kim Hansen er royndur tónleikari, sum hevur stóra virðing millum føroyingar fyri síni tónleikaligu avrik nógv tey seinastu árini. Kim Hansen hevur spælt í popu­ ler­um tónleikabólkum, men hann hevur eisini verið virkin sum solistur øll árini. Kim Hansen hevur lagt rødd til nógvar frálíkar sangir, sum eru inn­ spældir í ymiskum samanhangum. Hans­ara kendasti sangur er helst Maria, sum hann tulkar á føroyskum, men Kim Hansen eigur nógv onnur gullkorn. Kim Hansen hevur júst havt eina serliga uppliving. Hann hitaði upp fyri tónleikahetjuna Elton John, og eftir sína framførslu hitti hann eisini heimskenda bretska tónleikaran. Á Summar Festivalinum í ár fer Kim Hansen at hava framførslu sum solistur. Hann fer at spæla klaver og syngja sínar kendu sangir fyri festi­ valgestunum. Martin Joensen Martin Joensen er landskendur sum sangskrivari, tónleikari og sangari. Hann var ein av oddamonnunum í bólk­inum Vestmenn, sum hava givið fleiri útgávur út, og hann hevur skriv­að nógvar av kendu sangunum hjá bólk­inum. Martin Joensen hevur eisini roynt seg sum solistur, og sangurin Morg­ un er ein av sangunum, sum eru at finna á hansara soloútgávum. Hann hevur eisini skrivað sangleik og hevur eisini gjørt nógv kreativt arbeiði sum teknari og grafikari. Á Summar Festivalinum fer Mart­ in Joensen at hava framførslu sum solistur, og tá fer hann at tríva í nógvar av sínum kendu sang­um. Jens Marni Hansen Hann eigur eina av landsins bestu rockrøddum, og sum solistur hevur hann givið framúr góðan tónleik út. Kollfirðingurin Jens Marni Hansen er royndur tónleikari, sum hevur spælt í fleiri kendum tónleikabólkum. Jens Marni hevur eisini givið solofløgu út, og tað er nakað av tí besta, sum er út­givið av føroyskum rocktónleiki. Jens Marni hevur eisini spælt uttan­lands, og millum annað hevur hann tikið lut í danska Grand Prixnum við frálíka sanginum Gloria. Jens Marni er til reiðar at geva gest­unum á Summar Festivalinum eitt ordans rockbrak. Jens Marni fer á pallin saman við bólki og sínum frálíku rock­ sangum.