hósdagur 5. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 24 - 5. februar 2004
– Tað er rætt at flyta
skattamarkið upp-
eftir, sum samgongan
ætlar og tað ber ikki
til at ganga út frá
lægsta felagsnevnara,
sigur Jan Mortensen í
Vinnuhúsinum
SKATTALÆTTIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Okkara skattaskipan er
ikki nóg góð og tað er av-
gjørt neyðugt at seta mar-
ginalskattin niður, soleiðis
sum samgongan ætlar.
Tað heldur Jan Morten-
sen í Vinnuhúsinum.
Hann heldur, at tað er
neyðugt fyri at eggja fólki
til at taka eitt tørn eyka, tá
ið brúk er fyri tí.
– Í løtuni betala sjálvt ar-
beiðsfólk
toppskatt
av
teimum seinastu krónun-
um, tey forvinna og tað
tekur hugin frá teimum at
arbeiða eyka. Tí er tað rætt
at broyta tað.
Jan Mortensen sigur, at tá
ið
skattamarkið
verður
flutt, verða tað tær hægru
inntøkurnar,
sum
fáa
størsta skattalættan.
Kortini heldur hann, tað
ber altíð til at tosa um,
antin botnfrádrátturin eisini
skuldi verðið hækkaður.
– Tí skilir hann avgjørt
teir fakfelagsleiðarar, sum
fýlast á skattalættan.
– Men tað hjálpir ikki at
altíð at ganga út frá lægsta
felagsnevnara og hetta er
ein skattalætti, sum allar
vanligar inntøkur fáa gagn
av.
Jan Mortensen sigur tað
tað ber ikki til at geva
teimum fyrimun, sum ikki
arbeiða fulla tíð. Og tey,
sum arbeiða fulla tíð, fáa
fyrimun av skattalættanum,
hóast tey fáa minstuløn.
Men tað eru eisini nógv,
sum fáa meiri enn minstu-
løn.
Og eg dugi ikki at síggja,
at tað gagnar samfelagnum,
um skattaskipanin er so, at
tað skal loysa seg betri at
arbeiða niðursetta tíð.
Nú eru tað nógva staðni,
á fiskavirkjum og aðra-
staðni, har tað ikki er ar-
beiði fulla tíð.
– Ja, men tað er so ein
uppgáva hjá virkjunum at
tryggja arbeiðsfólkið fulla
tíð, sigur Jan Mortensen.
– Og veruleikin er, at virki,
sum ikki kunnu tryggja
fólki fulla tíð, hava trupult
við at fáa fólk, leggur hann
afturat.
– Og tað er neyðugt, at
markið fyri, nær fólk betala
toppskatt, liggur væl oman-
fyri eina vanliga løn.
Hann vónar ikki, at hetta
fer at seta fót fyri tankanum
um lønarafturhald afturfyri
skattalætta. Og hann vónar
eisini, at samgongan verður
til at tosa við, so at skatta-
lættin kanska kann broytast
eitt sindur.
Tíggju fakfeløg, sum
hava fólk í starvi hjá
Tórshavnar Býráð,
krevja at fáa fund við
Býráðið. Hava tey ikki
færtt aftur á miðdegi
hósdagin, taka tey sær
rætt til at seta tiltøk í
verk
Heili tíggju fakfeløg, sum
hava fólk í starvi hjá Tórs-
havnar Býráð, hótta nú við
at seta tiltøk í verk ímóti
býráðnum.
Tað eru nýggju reglarnar,
sum býráðið hevur sett í
verk fyri prívatum ørindum
hjá starvsfólkum, sum hava
fingið ilt í fakfeløgini.
Býráðið hevur samtykt,
at hereftir skulu starvsfólk
ikki kunna fara til lækna,
ella tannlækna í arbeiðstíð-
ini, uttan at verða drigin í
løn.
Samstundis sleppa tey
bara at fylgja sínum allar-
nærmastu til gravar, uttan
at verða drigin í løn.
Brot á sáttmálan
Fakfeløgini siga, at tey við-
urkenna rættin hjá komm-
ununi at seta í verk fyri-
skipanir, sum eru ein nátt-
urligur partur av leiðslu-
rætti arbeiðsgevarans.
– Vit viðurkenna tí rættin
hjá Tórshavnar kommunu
innan fyri hesar karmar og
innan fyri vanliga rímilig-
heit at gera regluferð fyri,
hvussu privatørindi hjá
starvsfólkinum skulu av-
greiðast í arbeiðstíðini.
Hinvegin vísa tey á, at í
mong ár eru starvsfólkini
ikki drigin í løn, tá tey hava
verið til jarðarferð, hjá
lækna, tannlækna og líkn-
andi ørindi í arbeiðstíðini.
– Hesi viðurskifti eru
tískil ein partur av galdandi
sáttmálagrundarlagi, bæði
millum Tórshavnar komm-
unu og tað einstaka starvs-
fólkið og millum kommun-
una og undirritaðu verka-
feløg, sum stilltigandi og
útfyllandi partur av sátt-
málunum.
– Av hesi orsøk, kann
kommunan ikki uttan av-
talu við undirritaðu verka-
feløg í verandi sáttmála-
skeiðum taka burtur rættin
hjá starvfólkinum til løn, tá
tey
mugu
til
lækna,
tannlækna ella líknandi
privatørindi í arbeiðstíðini.
Feløgini siga, at reglurnar
tískil eru sostatt beinleiðis
brot á sáttmálan.
Tey siga, at hetta er eitt
álvarsmál og tey krevja tí at
fáa fund við Býráðið um
hesi viðurskifti.
Og hava feløgini ikki
fingið fundarboð frá bý-
ráðnum í seinasta lagi hós-
dagin á middegi, tilskilað
tey sær rætt til at seta tiltøk
í verk.
Og tey 10 feløgini, sum
talan er um, eru: Starvs-
mannafelagið,
Føroya
Pedagogfelag, Havnar Ar-
beiðsmannafelag, Havnar
A r b e i ð s k v i n n u f e l a g ,
Føroya Byggifrøðingafel-
ag,
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, Før-
oya Verkfrøðingafelag, Bú-
skapar- og Løgfrøðingafel-
ag Føroya, Magistarafelag
Føroya og Havnar Hand-
verkarafelag.
Fáa fund
Jan Christiansen, borgar-
stjóri sigur, at sjálvsagt fáa
fakfeløgini fundarboð.
Hann sigur, at høvdu tey
vitað, at tað bleiv sovorðið
rumbul burturúr hesum,
hevði býráðið taklað tað
øðrvísi.
Men Jan Christiansen
sigur, at talan er um at fáa
greiðar mannagongdir fyri
teimum privatum ørindum
hjá starvsfólki.
Men hann heldur fram-
vegis, at tað er ikki rætt, at
skattgjaldarin í Havn skal
betala
starvsfólkið
hjá
býráðnum løn, tá ið tey eru
í privatum ørindum.
– Eg vóni at vit finna
eina loysn, sum báðir partar
kunnu góðtaka, men eg
havi eina samtykt í fíggjar-
nevndini, sum eg má halda
meg til og fíggjarnevndin
hevur samtykt, hvussu regl-
arnar skulu vera, sigur
borgarstjórin í Havn.
Tað er rætt at fáa toppskattin niður
Hótta við at leggja býráðið í Havn lamið
Meiri er á síðu 4
Jan Chirsitiansen hevur fingið freist til á miðdegi hósdagin at
svara fakfeløgunum
– Tað skal ikki loysa seg betri at arbeiða niðursetta tíð, sigur
Jan Mortensen íVinnuhúsinum um skattalættan hjá
samgonguni
Verso eru MPV út-
gávurnar hjá Toyota.
Ein nýggjur Corolla
Verso verður frum-
sýndur á Geneve
Motor Show í mars.
Bilurin er teknaður á
designeknistovuni hjá
Toyota í Suðurfrak-
landi og er serliga
ætlaður til evropeiska
marknaðin
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fyrri Corolla Verso
var teknaður í Japan,
nú fáa vit skjótt ein
nýggjan evropeiskt
teknaðan
Corolla
Verso. Talan verður um
ein MPV við upp til sjey
sitiplássum
og
sera
liðiligari innrætting, har øll
fimm baksetrini kunnu
leggjast niður, soleiðis at
viðførisrúmið verður heilt
slætt.
Designið er nýtt og minn-
ir á ongan hátt um forgang-
aran. Nógv verður gjørt
burtur úr kvalitetinum, t.d.
er
instrumentborðið
í
nýggjasta móta og gjørt úr
gjøgnumførdum kvaliteti.
Toyota hava stórar ætlan-
ir við bilinum, sum serliga
er ætlaður til evropeiska
marknaðin. Teir rokna við
at selja yvir 60.000 Corolla
Verso í Evropa í 2004.
Bilurin verður á danska
og føroyska marknaðinum í
vár.
Kelda: Toyota Danmark A/S.
Nr. 24 • hósdagur • 5. februar 2004 • 78. árg.
Toyota Corolla Verso:
Nýggjur sjey persóna
Corolla Verso í vár
Toyota
næststørstir
Toyota er nú heimsins
næststørsti bilafram-
leiðari, skrivar tíð-
indastovan Dow Jones
News. Við eini fram-
gongd uppá 9,9 pro-
sent eru teir komnir
fram um Ford, sum
vóru nr. 2. General
Motors er framvegis
størst
Kelda: Motor Magasinet
Mazda
í Tivoli
Mazda Motor Dan-
mark eru sponsorar
fyri nýggja super-
rutschebanan,
Dæ-
monen, sum verður
tikin í brúk, tá Tivoli í
Keypmannahavn letur
upp 16. apríl. Hetta er
fyrstu ferð, at ein
danskur undirhalds-
garður verður stuðl-
aður við so stórari
upphædd
Keld: Motor Magasinet
Japanarar
framvegis
bestir
Týskar kvalitetsrap-
portir,
sum
verða
fylgdar upp av bil-
blaðnum Auto Bild,
vísa,
at
japansku
bilarnir framvegis eru
teir sum hava minst
feilir. Á odda liggja
fýra japansk bilmerkir
í hesi røð: Toyota,
Mazda, Nissan og
Mitsubishi
Kelda: Motor Magasinet
Nýggi Corolla Verso er designaður hjá
Toyota í Fraklandi við smartum og
nútímans linjum
Corolla Verso við upp til sjey sitiplássum og sera liðiligari innrætting
Instrumentborðið er í nýggjasta móta við
gjøgnumførdum kvaliteti
C
M
Y
K
17
16