Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 1. august 2011 30 Vikutema Summar Festivalurin Dickie Lee Erwin Ameriskanski countrysangarin Dickie Lee Erwin spælir á Summar Festi­val­ inum hesaferð. Hann spælir í Flags tjaldinum hóskvøldið, og hann fær musikalska hjálp frá Stanley Sam­ uel­sen, sum hann fleiri ferðir hevur spælt saman við. Dickie Lee Erwin hevur verið virkin í tónleiki síðani sjeyt­i­árini.. Dánial og Bjarki Dánial og Bjarki hava spælt saman, síðan Sement tónleikakappingin var í Perluni í januar 2010. Teirra tónleikur er ein blandingur av nýggjum og gomlum slagarum. Alt frá blues til Rasmus Seebach. Síðani teir byrjaðu at spæla, hava teir spælt millum annað í Café Natúr, Kafé Kaspar, Glitnir, Skarv í Keypmannahavn, Klubb 700 í Klaksvík, og til føðingardagar og veitslur. Nú verða teir so at hoyra á Summar Festivalinum. Brandur Enni Føroyingar hava kent sangaran Brand Enni í nógv ár, hóast hann framvegis er ein ungur maður. Brandur gjørdist barnastjørna í Føroyum – fyrst í Kul­ um Rótum og so sum solistur. Hann gjørdist eisini kendur uttanfyri Føroyar – serliga í Íslandi. Seinnu árini hevur Brandur búð í Svøríki, har hann eisini hevur virkað sum tónleikari. Brandur hevur spælt nakrar ferðir á Summar Festivalinum, og vit eru fegin um at bjóða honum vælafturkomnan á Summar Festivalin. 4 Petur Háberg Jacobsen, Gunnar Justinus­sen, Jákup Zachariasen og Marn­er á Lofti manna bólkin, sum gong­ur undir navninum 4. Hetta er ein samansettur bólkur við kendum tónleikarum, sum eisini hava verið virknir sum solistar og í øðrum bólkum. 4 hevur givið eina fløgu út, og tað er ein sera væl umtókt og nógv spæld fløga. Her er løtan kallast útgávan, og heitislagi á fløguni er ein av kendastu nýggjaru sangunum í Føroyum. 4 hava ikki spælt nógv live. Teir hava havt onkrar framførslur, millum annað til konsertina við Bryan Adams í Føroyum, men á Summar Festivalinum ber til at hoyra bólkin við dugnaligu sangarunum og tónleikarunum fyri fullum útblástri. GRANDMA’S BASEMENT Tað er bara gingið eitt ár, síðani Grand­ ma´s Basement kom við sínari fyrstu fløguútgávu, men síðani er nógv hent hjá bólkinum. Teir hava havt fleiri hitt, og á Planet Awards 2010 var sangurin Hon Fær Ongantíð Nokk valdur til ár­sins sang. Grandma’s Basement er tón­leika­ bólkur úr Klaksvík. Teir hava nøkur fá ár á baki, men hava serliga seinasta árið veruliga gjørt vart við seg við sangum sum Hon Fær Ongantíð Nokk, Gay og Getze. Sangirnir hjá bólkinum eru argandi, erligir og stuttligir. Teir syngja um nakað av tí, sum teir uppliva í gerandisdegnum, og tað verður gjørt við einum skálkabrosi. Og við pallframførslum hava teir víst, at teir eisini duga at undirhalda og fáa lív í stórar áhoyrarafjøldir. Grandma’s Basement hevur spælt á Summar Festivalinum tvey undanfarin ár, og tað hava verið minniligar kon­ sertir. Nú fer bólkurin, sum er popu­ler­ ari enn nakrantíð, at gera eitt hattrick á Summar Festivalinum. HJARNAR Føroyskir rockbólkar á okkara døgum skulu tíðliga upp um morgunin, um teir skulu standa mát við tann tónleik, sum Hjarnar skapti og spældi meira enn 25 árum síðani. Framfýsnu tónleikararnir vóru ídnir at spæla tónleik inn, og teir spældu til eina rúgvu av konsertum her heima og uttanlands. Hjarnar var frammi við sangum sum Breaking My Heart, So Excited, Into The Night, og seinni kom eisini hittið Alla Nátt. Við Karl Martini Sam­ uelsen sum frontfiguri og Jørgeni Dahl sum komponisti skapti Hjarnar rock­tónleik á altjóða stigi. Og teir rukku eisini út um landoddarnar, tá ið teir endaðu næstfremst í eini stór­ ari tónleikakapping á Radio Luxem­ bourg. Hjarnar hava – meira ella minni – verið virknir øll árini síðani stóru tíðina, og teir eru til reiðar at spæla á Summar Festivalinum í ár. Bólkurin verður í sterkastu manning við Karl Mart­ini Samuelsen, Hans Black, Eyð­ uni Nolsøe, Jógvani Olsen, Ólavi Øster, Jørgeni Dahl, Graham Stewart og onkr­um gestatónleikara. Debess Blues Station Debess Blues Station er virknasti blues­bólkurin her á landið, og bólkurin hevur eisini verið nógv at hoyrt í loft­miðlunum. Debess Blues Station er ein fjøl­broyttur bólkur, og teir spæla bæði egin og onnur løg. Uni Debess og Edvard Nyholm Debess eru høvuðsmenn í bólkinum, men Rúni W. Højgaard plagar javnan at spæla slagverk í bólkinum. Deiggj Bólkurin Deiggj spælir klassiskan rokk frá 1970'unum, umframt popp og fólkatónleik. Talan er bæði um løg hjá øðrum og egin løg. Deiggj gav í 80’unum út plátu, og fleiri av sangunum blivu nógv spældir – ikki minst sangurin Prúða Land. Deiggj hevur seinastu árini skipað fyri fleiri temakvøldum, har bólkurin bert hevur spælt løg hjá Uriah Heep. Nú spælir Deiggj fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum. Limir í bólkinum: Dennis Lave Páll Lave Pætur Dam Fróði Vestergaard Sverri Heinesen Rani H. Christiansen Eyðun & Terji Tá ið Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hava framførslur saman kunnu teir bjóða fólki eina perlurøð av kendum sangum, sum teir hvør í sínum lagi og saman hava skrivað og spælt – 80’ini, Dansa, Mítt Lands, Flýggi til tón­leik­in, Eros og Tú eru nakrir av hesum sang­um. Eyðun Nolsøe hevur í 25 ár verið part­ur av Frændum, og har hevur hann skrivað fleiri av stóru hittunum hjá bólkinum. Eisini sum solistur hevur Eyðun Nolsøe verið virkin við útgávum og framførslum. Terji Rasmussen er oddamaður í bólkinum Føsturfressar, sum gav tiltikna fløgu út fyri umleið 20 árum síðani og gjørdi comeback í fjør. Terji hevur eisini samstarvað við Eyðun á útgávum fyri nøkrum árum síðani. Eyðun & Terji hava fleiri ferð­ir áður spælt á Summ­ ar Festivalinum, og teir eiga nakrar minniligar fram-førslur – bæði í tjaldinum og á Vágsbøi.