mánadagur 1. august 2011síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
36
bleyti stólurin
Navn:
Gunnar Djurhuus.
Starv:
Oddi P/f.
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Ótolin, kreativur og kanska eitt
sindur dovin viðhvørt.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
»Atí« Heimagjørt orð. Er nakað tað
sama sum »hedna« á íslandskum.
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Fyrst bringu og reyv og síðani restini, tað
skal jú helst verða passaligt av øllum.
Hvat er tað fyrsta, tú
gert um morgunin?
Lati meg í og fari út at ganga við hundinum.
Hvat stressar teg?
órudd og »at missa kontrol«.
Hvat gleðir teg?
Góð úrslit hjá H71 og at dóttirin er
liðug við útbúgving sína í vár.
Nær feldi tú seinast
eitt tár?
Leygarkvøldið, tá ið Manchester United tapti.
Hvat var seinasta ynski,
sum tú fekst uppfylt?
Tað var, tá vit í vár vunnu greipuna saman
við »mínum dreingjum« í hondbólti.
Hvar arbeiðir tú?
Hjá Oddi Føroyar P/F, sum er
veitari av pakningi og prenti.
Hví valdi tú at arbeiða
innan hetta yrki?
Eg havi altíð haft stóran áhuga í føroyskum
vinnulívið. Her komi eg í samband við nógv
spennandi fólk, serliga innan fiskivinnuna.
Hvat lag er
heimsins besta?
»This is my life« hjá Kim Larsen.
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Telda og internet, tí eg kann sita
mest sum allastaðir og arbeiða.
Eisini í feriuni í Bulgarien.
Hvat hevur tú í
lummunum beint nú?
Pengar og tendrara, bæði eru jú lívsneyðug.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Minnist til at skera grindalykkjurnar nóg
tjúkkar og langar, tá ið tú skert upp.
Hvat er keðiligast við
Føroyum og hví?
Fyrst og fremst veðrið, havi akkurát
fingið staðfest at eg mangli d- vitaminir.
Annars kann »ov nógv« av fanatismu
og dupultmorali eisini øsa meg.
Hvussu ofta
speglar tú tær?
Eitt stað millum 20 og 50
ferðir, vildi eg mett.
Hvussu ofta ert
tú hjá frisør?
Annan hvønn mánað cirka, men onkuntíð
havi eg trimmað mær hárið sjálvur.
Hvar ert tú um 10 ár?
So leingi eg havi smá børn so heilt
sikkurt í Føroyum, men kundi eisini
trivist í øðrum londum, eitt nú Íslandi,
Danmark ella kanska Amerika.
Hvør er tín stuttligasta
uppliving?
Tað var, tá ið eg var í Russlandi seinast
saman við nógvum góðum fólkum m.a Hans
í Líðini. Hann fortaldi nógvar góðar søgur,
spældi uppá skeiðir og sang á grønlendskum
fyri bara at nevna okkurt av øllum.
Teldan og netið eru
besta uppfinningin
So leingi eg
havi smá børn
verði eg í Føroyum