Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89 4 Sosialurin Rólant Waag Dam Í sjey ár hava fyriskipararnir handan Summarfestivalin skap­að og ment eitt kon­ sept, sum av sonnum rigg­ar í Føroyum og millum før­oy­ ingar. Breiddin av hesum konseptinum varð stað­fest longu fyrsta kvøldi á festi­ vali­num, sum byrjaði í gjár. Festivalurin er fyri øll, alla familju­na, børn og vaksin – við ymsum áhugamálum og ynskj­um. Hóskvøldið spenti eisini víða. Við barnatiltaki, kvinnu­fótbólti, amerikonsk­ um country við Dickie Lee, sum var væl stuðlaður av Stanley Samuelsen, føroysk­ um Uriah Heep-rocki í Deiggj, framvegis unga og evna­ríka Brandi Enni, freku, fúlu og festligu Páll Finnur Páll og at enda sermerkta Sámal Ravnsfjall. Eingin stórur pallur Høvuðsnavnið hóskvøldið, mugu vit væl siga, Páll Finn­ ur Páll, fingu sjálvsagt fjøld­ ina upp á kók. Tað kann tykj­ ast undrunarvert, at best um­tókti bólkurin í Føroyum sein­astu árini, ikki slapp at folda seg út á stóra pallinum á Vágsbøi, men fekk heldur ósexuttu umstøðurnar í so­ nevnda Flags-tjaldinum. Hinvegin vísir tað seg, at tað er trupult at savna túsund­tals føroyingar eitt van­ligt hóskvøld. Tí var talan um eina rætta avgerð at fylla Flags-tjaldið við festligum fólki, heldur enn at lata fólk vála aftur og fram á tóma Vágs­bøi. Og tá alt var savnað á tveim­um pallum – og ikki á trim­um – høvdu teir flestu bólk­ar­nir bólkarnir eina fitta fjøld at spæla fyri. Hugni fram um regn Líka so fast sum Dynamitt á Summarfestivalinum hevur ver­ið, hevur veðrið næstan altíð per definitión keðiligt á fólks­liga festivalinum. Gjár­ dag­ur­in var í so máta eitt undan­tak, tí tað ber altíð til at liva við nøkrum dropum. Síðani í gjár eru droparnir vorð­nir til regn og tað er líkt til, at hetta ikki fer at broyt­ ast. Dimmalætting hevur longu staðfest, at talan er um soltnastu skránna á Summa­r­festivalinum nakr­ an­tíð. Við hesum í huga­num og vánaligu veð­ur for­søgn­ unum, tykist tað lítið huga­ ligt at fara til Klaks­víkar. Hinvegin hava fyri­skip­ ar­ar­nir av Summar­festi­ vali­num hvørt ár skapt ein hugna­ligan og glaðan festival – uttan mun til veður og vind. Og hóast einki Westlife er í ár, spenna nøvn sum Bobby Bare, Rasmus Seebachm Hjar­nar, Dynamitt, Hanus G., DAD, Frændur og Orka ógvuliga víða og koma draga nógv fólk til Klaksvíkar. Veður má sær ráða – men í Klaksvík ráða tón­leik­ur­in og hugnin á Summar­festi­vali­ num - og so verður vónandi eisini í ár. rolant@sosialurin.fo Summarfestivalurin áðrenn regnið Summarfestivalurin fekk eina fína byrjan, sum staðfesti breiddina hjá av tiltakinum. Við barnatiltaki, fótbólti og í stóran mun føroyskum tónleiki byrjaði tað heila væl í Klaksvík Finnur fekk fjøldina at kóka í tjaldinum saman við restini av manningini í Páll Finnur Páll Mynd: Anton Højgaard