hósdagur 5. februar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 24 - 5. februar 2004
UNGDÓMSDANSUR
Tíðindaskriv
Dansimøguleikarnir hjá
teimum ungu í Havnini
hava ofta verið vánaligir.
Fyri at bøta um hetta
tóku tær báðar, Lise Lar-
sen og Tone Kjeld, saman
við øðrum sjálvbodnum
eldsálum, fyri tveimum
árum síðani stig til at
stovna
foreldrabólkin
»Kom og dansa fyri
ung«.
Foreldrabólkurin aftan
fyri »Kom og dansa fyri
ung« leggur stóran dent
á, at dansurin fer fram í
rús- og roykfríum um-
hvørvi. Endamálið er
ikki at savna so nógv ung
hvørja ferð, skipað verð-
ur fyri dansiskeiðunum,
men at skapa áhuga hjá
so nógvum ungum sum
gjørligt fyri at læra at
dansa og fáa eina góða
dansimentan
og
seta
dygdina fremst. Dentur
verður eisini lagdur á at
hava ein lágan kostnað til
dansikvøldini. Kostnað-
urin er 40 kr., men hava
tey ungu +konto er
kostnaðurin bert 25 kr.
Byrjað varð at dansa í
Platform eitt mánakvøld
um mánaðin.
Nú skipar foreldra-
bólkurin meira fyri al-
mennum dansi fyri ung
og dansiskeiðum.
Tilboðið er til teirra,
sum eru millum 13 og 18
ár, t.v.s. tey, sum ganga í
7. - 10. flokki og 1. ári á
miðnámsskúla.
Dansað verður í tveir
tímar. Dansilærarar, bæði
útlendskir og føroyskir,
eru við hvørja ferð fyri at
leggja teimum ungu lag á
fleiri ymiskar dansihætt-
ir.
Undirvíst
verður
í
rock’n roll, linjudansi,
breakdansi við kapping,
Hip Hop, afrikanskum
step, dansiframførslum,
so sum serium o.ø.
Tónleikurin er sera
fjølbroyttur.
Alt
frá
diskotekstónleiki
til
rock’n roll verður spælt.
Eisini hava gestasangarar
verið bodnir við, sum t.
d. Brandur Enni og Jam-
es Olsen.
Tá ið skipað verður
fyri
dansiskeiðunum,
verða hesi lýst í fjøl-
miðlunum, umframt at
bæði brøv og teldupostur
verður sendur skúlunum
í Tórshavnar Kommunu.
Hóast hetta eru bert fáir
skúlar, ið lata við seg
koma, og hetta harmast
tey um í foreldrabólkin-
um.
»Kom og dansa fyri
ung« hevur tikið upp
samstarv
við
onnur
Norðurlond, so at tey
ungu í hesum londum
kunnu læra teir somu
dansihættirnar. Foreldra-
bólkurin sendi t. d. trý
ung fólk til Íslands í
oktober 2003 at læra seg
til ungdómsdansiinstruk-
tørar.
Í summar verður skip-
að fyri dansifestivali í
Noregi, har ung fólk úr
Íslandi og Danmark eis-
ini luttaka, og í hesum
sambandi fáa hesi trý
eisini høvi at vera við.
Arbeitt verður í løtuni
við at fáa ung í Grøn-
landi við í hetta tiltak.
Í farnu viku hevði for-
eldrabólkurin
fingið
dansilærarar frá Aber-
deen henda vegin, og tá
varð skipað fyri dansi-
skeiðum úti á fleiri skúl-
um, á stovnum og fyri-
tøkum
í
Tórshavnar
Kommunu. Ætlanin hjá
foreldrabólkinum er í
næstum at kunna senda
føroysk ung fólk til
Aberdeen at læra til ung-
dómsdansiinstruktørar.
Søkt verður um fíggj-
arligan stuðul til dansi-
tiltøk, dansiskeið, leigan
av hølum, lýsingar v. m.
og ferðastuðul til in-
struktørar
ymsastaðni
frá,
t.d.
Tórshavnar
Kommunu, Jólamerkja-
grunninum og grunnum
úr londunum, samstarvað
verður við.
Lýst verður í bløðun-
um, nær dansur verður,
og uppsløg verða hongd
upp í skúlunum og ymsa-
staðni í Havnini.
Rús- og roykfrítt
tilboð til ung
Niklái Petersen
Neyðugt er við sjálvrann-
sakan innan alivinnuna, so
at tað bæði lívfrøðiliga og
vistfrøðiliga gongur hond í
hond.
Undir øllum valstríðnum
og nú hoyrist javnan, at um
alivinnan fær meira út-
lendskan kapital, og man
fær koppsett ímóti ILA, so
loysir
man
teir
stóru
trupuleikarnar í alivinnuni.
Gamaní hjálpir tað tann
rætta vegin, men tað loysir
ikki allar trupuleikar, og so
langt frá tí.
Alneyðugt er við sjálv-
rannsakan og einari eftir-
meting av allari alivinnuni,
soleiðis at vit framyvir ikki
gera teir somu feilir, ið vit
hava gjørt. Sjálvsagt hevur
ein trilvan verið í hesi
vinnu, sum í øllum øðrum
nýggjum vinnum.
Sjúkurnar, ið hava verið í
alivinnuni, kundu uttan iva
verið nógv meira avmark-
aðar, um man tók størri
fyrilit fyri, hvat ið náttúran
klárar at sodna. Eg hugsi, at
mangur alari má ásanna, at
neyðtøka av náttúruni gev-
ur afturljóð so tað battar.
Spurningar, ið eiga at
setast, eru fyrst og fremst
hvat lívfrøðiliga og vist-
frøðiliga
er
ráðiligt
í
teimum ymisku økjunum,
hvussu er reinførið á botni
undir alibrúkunum, hvussu
tíðum skal reinsast og tak-
ast upp undan alibrúkun-
um, hvussu nógv skal vera í
hvørjum ringi o.s.fr., snøkt
sagt eina nógv betri røkt á
alibrúkunum.
Tað kemur rímiliga nógv
skarn undan fleiri túsund
tonsum av fiski, og verður
eitt økið ikki røkt nóg væl,
so er smittuvandin nógvar
ferðir størri, enn um røktin
av økinum er fyrsta floks.
Vit eiga at seta okkum
sjálvum nógv strangari
krøv, hvat tí viðvíkur og
fylgja teimum upp. T.d.
kundi best røkta alibrúk í
Føroyum fingið eitt herða-
klapp og/ella eina viður-
kenning,
nøkurlunda
á
sama hátt sum best røkta
bygd í Føroyum fær. Vit
mugu og skulu nýta vanligt
vit og skil, um vit skullu
dríva eina alivinnu á skila-
góðan hátt í framtíðini.
Ivist onga løtu í, at um vit
fylgja slíkum krøvum - og
tað verður neyðugt fram-
yvir, so verður alivinnuni
lív laga.
Smoltstøðirnar
Nú væl minni av laksa-
smolti verður útsett kom-
andi árini, og fleiri smolt-
støðir leggja stilt, er av
stórum týdningi, at menn
fara at fáast við aðra aling,
so at smoltstøðirnar kunnu
haldast ígongd.
Tað skuldi borið væl til at
alt krækling, jákupskjel,
steinbýt, kalva o.a., eitt
samstarv
millum
allar
góðar kreftir í Føroyum
eigur at bera ávøkst.
Fiskaaling við Áir, Fiski-
vinnuskúlin í Vestmanna,
fóðurframleiðarar, alarar,
peningastovnar o.a. eiga at
stinga høvdini saman og
fáa eitt skilagott úrslit burt-
urúr, allari alivinnuni at
gagni.
VIÐMERKINGAR
Alivinnan á einum vegamóti
Í døgunum 22. og 23.
apríl verður stór KT-
stevna í Norðurlanda-
húsinum. Góðir 20
framsýnarar fara at
vísa tað nýggjasta,
sum føroysk kunn-
ingartøkni hevur at
bjóða. Enn eru nøkur
pláss eftir til fram-
sýnarar
TÍÐINDASKRIV
Á KT-stevnuni 2004 eru
virki, feløg og stovnar í
Føroyum, ið bjóða seg fram
sum veitarar av vørum,
tænastum og skipanum við
kunningartøkni.
KT-stevnan
er
hildin
einaferð áður í 2002. Ta
ferðina var talan um eina
almenna stevnu, men hesa-
ferð er hon skipað nakað
øðrvísi. Málbólkurin er
fyrst og fremst vinnan og
almennir
stovnar.
KT-
stevnan er sostatt ein
stevna, har virki venda sær
til virki og stovnar. Har-
umframt vendir stevnan
sær eisini til næmingar á
miðnámsskúlunum
og
hægri útbúgvingarstovnum.
Annars eru karmarnir á leið
teir somu.
KT-stevnan verður skip-
að við áhugaverdari fram-
sýning í Norðurlandahúsin-
um og ráðstevnu. Enda-
málið er at sýna fram og
kunna um førleikar hjá
føroysku kt-vinnuni í dag.
Samstundis verða fleiri
áhugaverdir
fyrilestrar
hildnir í Útvarpshøllini
hesar dagarnar.
KT-skeptikarin og filo-
soffurin
Carsten
Graff
heldur fyrilestur um teld-
una sum tøkniliga tátu. Í
hinum borðinum røður
eldhugaði menningarstjórin
hjá donsku fyritøkuni TDC,
Preben Mejer, um fram-
tíðar
kunningartøkni,
nevnd Pervasive Comput-
ing. Eitt evni verður eisini
kt-trygd, har danski kt-
trygdarbólkurin greiðir frá
royndum í gerandisdeg-
num.
Ætlanin er eisini at skipa
fyri einum kjakpalli, har
umboð fyri føroysku vinn-
una, stovnar og politisku
skipanina luttaka. Fokus
verður sett á útlitini hjá
føroysku kt-vinnuni, og
spurt verður eitt nú, um
kunningartøkni
veruliga
kann gerast ein munagóð
útflutningsvinna.
Higartil hava 16 fram-
sýnarar boðað frá luttøku
til ársins KT-stevnu, sum
verður í Norðurlandahúsin-
um 22. og 23. apríl.
Væntandi verða millum 20
og 25 framsýnarar. Bert 20
prosent av gólvplássi eru
eftir, og tí skulu áhugað
skunda sær at boða frá
luttøku.
Framsýnarar
kunnu melda til við at
venda sær til Virkisráð-
geving ella heinta tilmeld-
ingarblað á heimasíðuni
www.kt.fo.
Roknað verður við 350
vitjandi hvønn dagin.
Stór KT-stevna í apríl
TÍÐINDASKRIV
Í mars mánað 2003 lýsti
Fróðskaparsetrið við rit-
gerðarkapping. Freistin at
lata inn tilfar var 15. mars
2004.
Fróðskaparsetrið
hevur skipað fyri slíkum
ritgerðarkappingum reglu-
liga seinastu 30 árini. Sein-
asta kappingin var um
gamlar bøkur, og hana vann
Elin Mortensen úr Havn.
Evnið í ritgerðarkapp-
ingini hesaferð er:
Tá ið gentur og
dreingir gerast vaksin
Sóknast verður eftir lýs-
ingum av skiftissiðum fyrr
og nú í sambandi við, at
gentur og dreingir verða
vaksin. Hvørjar vóru og eru
tær týdningarmiklu hend-
ingarnar og broytingarnar,
sum vekja ans og viður--
kenning? Vit vita, hvussu
rørd foreldur vóru fyrr, tá
ið
dreingirnir
veiddu
vaðanskalvan. Og hvussu
errin tey eru nú t.d., tá ið
sonurin
skjýtur
fyrsta
málið. Nær eru foreldur
rørd og errin av døtrunum?
Hvørjar hendingar vaktu
og vekja ans í uppvøkstrin-
um hjá gentum og dreingj-
um? Hvat varð og verður
gjørt burtur úr, tá ið gentur
og dreingir fara um av-
gerandi mørk í uppvøkstr-
inum?
Talan kann vera um siðir
í sambandi við skyldur,
heimildir, ábyrgd, virðing,
sum fylgja við, tá ið børn
fara um markið, ið ger tey
til vaksin fólk. Skiftið sæst
ofta aftur í klædnabúna og
øðrum viðvíkjandi útsjónd,
hárgreiðslu og atburði yvir-
høvur. Eru onnur eyð-
kenni?
Tey sum lata kappingini
tilfar gera sjálvi av hvørjum
tíðarskeiði tey arbeiða við.
Tað kunnu vera egnar
royndir ella ymiskt, sum tey
hava hoyrt frá eldri fólkum.
Freistin at lata inn tilfar
til kappingina er 15. mars
2004. Fólk eru vælkomin at
seta seg í samband við
Fróðskaparsetrið um okk-
urt er at spyrja um, annað-
hvørt skrivliga ella við at
ringja. Bústaðurin er: Set-
ursskrivstovan, J. C. Svabos
gøta 14, tlf. 35 25 00. Eisini
ber til at senda teldubræv á
setur@setur.fo
Ein dómsnevnd verður
sett at meta um innkomna
tilfarið og virðislønir verða
latnar fyri bestu úrslitini.
Ritgerðarkapping á Fróðskaparsetrinum 2003-04
C
M
Y
K
26
Nr. 24 - 5. februar 2004
27
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2065,
P/F Wenzel, 100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
18.12.2003
Kapitalur:
Hækking við kr.
2.850.000,00 til kr.
3.401.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
2.850.000,00 við
skuldarumskifti til kurs 100.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Peter
Smith Petersen, Mikkatrøð,
350 Vestmanna.
Innkomin í nevndina:
Asbjørn Tobias Smith
Petersen, Bistrup Park 79,
DK-3460 Birkerød.
Stjórn:
Innkomin sum stjóri: Peter
Smith Petersen, Mikkatrøð,
350 Vestmanna.
Grannskoðari:
Farin frá sum grannskoðari:
P/F Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 100 Tórshavn.
Innkomin sum grannskoðari:
P/F Grannskoðaravirkið
Inpact, R. C. Effersøesgøta
26, 100 Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 3.
februar 2004
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3689,
P/F Fastognarfelagið Føroyar,
100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
14.01.2004.
Strikan av hjánavni: P/F
Fastogn
Nýtt navn: P/F Fastogn
Nýtt hjánavn: P/F
Fastognarfelagið Føroyar (P/F
Fastogn)
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið av stjóranum
saman við einum valdum
nevndarlimi ella av tveimum
valdum nevndarlimum.
Skráseting Føroya tann 3.
februar 2004
Kristin Balle
________________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3315,
Sp/f Wenzel Bilaleiga, 100
Tórshavn.
Stjórn:
Innkomin sum stjóri: Peter
Smith Petersen, Mikkatrøð,
350 Vestmanna.
Grannskoðari:
Farin frá sum grannskoðari:
P/F Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 100 Tórshavn.
Innkomin sum grannskoðari:
P/F Grannskoðaravirkið
Inpact, R. C. Effersøesgøta
26, 100 Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 3.
februar 2004
Kristin Balle
________________________
Umboðsval
Sambært § 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til val
hósdagin 25. mars 2004.
4 umboð í Tórshavnar valdømi eru uppá val.
Uppskot til umboð skulu skrivliga vera sjúkrakass-
anum í hendi ikki seinni enn 11. mars 2004.
Havnar Sjúkrakassi
30. januar 2004
Gøtu kommuna søkir eftir einum
Dagrøktara
at byrja skjótast til ber.
Dagrøktarheimið skal vera innrættað barnavinar-
liga, har rúm er til børnini at spæla í og hóskandi,
trygt spæliøki uttanfyri.
Í skipanini eru tríggir dagrøktarar, tveir í Syðru-
gøtu og ein í Norðragøtu. Vit hava skipað eina
spælistovu, har dagrøktarar saman við børnun-
um og leiðaranum koma saman til ymiskt ein
dag um vikuna,fríggjadag frá kl. 7.30 til kl.17.15.
Lønin er sambært sáttmála við Føroya Kommu-
nala arbeiðsgevarafelagið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tor-
gerð Hansen, tlf. 442012 lokal 10.
Skrivlig umsókn skal sendast okkum áðrenn hós-
dagin 12. februar 2004.
Bygdarráðið tekur sær rætt til frítt at velja millum
umsóknirnar ella onga at taka.
Dagstovnurin í Gøtu
Boks 32
511 Gøtugjógv
Leikhúsið Gríma
framførir
Føroyingasøgu
Leikur fyri øll
Leikstjórn Ria Tórgarð
á Meiarínum
hósdagin
5. februar kl. 20.00
fríggjadagin
6. februar kl. 20.00
leygardagin
7. februar kl. 16.00
sunnudagin
8. februar kl. 16.00
Atgongumerki: á kr. 80,-
fáast á Kunningarstovuni ella
við dyrnar 1 tíma undan sýning.
Frá Tofta
Arbeiðarafelag
Aðalfundur felagsins verður
leygardagin 21. februar 2004 kl. 15.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Uppskot til aðalfundin skulu vera felagnum í
hendi í seinasta lagi fríggjadgain 13.
februar
2004.
Nevndin
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini
í Kunoy
Útskiftingin innangarðs av Kunoyar bygd varð
endað við úrskurði sagdur á fundi í Kunoy 28.jan-
uar 2004. Hesin úrskurður varð latin til ákæru frá
sama degi sbrt. kap. 9 í útskiftingarlógini frá 27.
mars 1939.
Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til
Yvirútskiftingarnevndina,
Sorinskrivarin,
C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn. Kærufreistin er 3 mán-
aðir frá 28. januar 2004.
Á sama fundi varð metingin av kommunalu ogn-
artøkuni latin til ákæru sbrt.§ 4 í ognartøkulógini
frá 07.05.1881. Kærufreistin er 3 mánaðir frá 28.
januar 2004 at rokna.
Útskiftingarskjølini og metingin liggja frammi hjá
kommununi í Kunoy og á Matrikulstovuni í
Tórshavn, til kærufreistin er úti.
Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Matrikul-
stovuni: www.matrikul.fo
N. v.
Øssur Á. Midjord
útsk. form.
27