Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89 Sosialurin L e g u r M at s t o va K a m p i n g S k e i ð v i r k s e m i R á ð s t e v n u r V e i t s l u r g i s t i n g H á t í ð a r h a l d Kom og gist á nýggja og snøgga Frítíðardeplinum í Skálavík Vit gerða vitjan tykkara ógloymandi. Eisini er matstovan opin gerðandisdagar kl. 12-17 og í vikuskiftinum kl. 14-19. Ferðast í egnum landi í summar? Nýggi bygningurin stendur í vøkru náttúruni í Skála vík, har møguleikar eru fyri góðum upplivingum á Deplinum og annars á Sandoynni sum heild. Líka mikið hvørji ørindi tygara eru, vilja starvsfólk okkara gera sítt allarbesta fyri at vitjan tykkara skal gerast ógloymandi. Immanuel Depilin hevur 12 kømur, sum eru útgjørd við øllum nýmótans hentleikum. Harumframt er stór og nýmótans mat stova, sum hevur pláss til 100 sitandi gestir. Tað eru 3 fundarhøli tøk at leiga hjá teimum vitjandi við allari vanligari fundarútgerð. Sera góðar umstøður eru til veitslur, ráðstevnur, starvsfólkadagar, konsertir, fundir v.m. Er talan um størri bólkar, bjóða vit fram pakkatilboð. Vit samskipa alt fyri tykkum, soleiðis at vitjanin verður væleydnað. Immanuel Depilin Grunnurin Immanuel Eiler Jacobsens gøta 1 FO-220 Skálavík Tel. +298 530 530 depil@depil.fo www.depil.fo Bílegg á tel. 530 530 ella á depil.fo www.grafi kmaster.fo R á ð s t e v n u r V e i t s l u r g i s t i n g ð s t e r V e i t Frítíðar- og Skeiðsdepil Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara til KT-deildina. Ert tú virkni og skapandi leiðarin, sum megnar at ganga á odda í menningini av kunningartøkni í Tórshavnar kommunu? Og ert tú samstundis persónurin, ið tryggjar, at KT-skipanirnar hjá kommununi eru álítandi og væl virkandi? So ert tú møguliga rætti persónurin til starvið sum KT-leiðari í Tórshavnar kommunu. KT-deildin So hvørt sum kunningartøknin fær støðugt størri týdning fyri virksemið í kommununi og fyri borgara- vendar tænastur, fær KT-økið í Tórshavnar kommunu størri og týðandi leiklut. KT-deildin umsitur kunningar- tøknina hjá kommununi og tryggjar, at hon altíð virkar til fulnar. Deildin rekur og keypir teldutøkni og telefontøkni, veitir innivist fyri skipanum, fær til vega og rekur bæði innanhýsis og uttanhýsis dátunet kommununnar. Deildin veitir ráðgeving, vegleiðing og hjálp innan KT til stovnar og starvsfólk hjá kommununi. Deildin umsitur KT-verkætlanir, játtanir til lisensar, størri keyp av teldubúnaði, smærri keyp av skipanum og menning av samskiftisnetinum hjá kommununi. Á deildini starvast 8 fólk. Ábyrgdarøki Sum KT-leiðari skalt tú leiða og menna deildina sum heild. Tú hevur ábyrgd av, at dagligi raksturin altíð virkar til fulnar. Tú hevur eisini ábyrgd av játtanini til KT. Tú fylgir við í menningini á KT-økinum, so kommunan fær ágóðan av hesum, leggur ætlanir fyri KT-økið og setur tær í verk saman við leiðslu og starvsfólkum. Tú orðar uppskot til KT-strategi saman við leiðsluni og hevur yvirskipaða ábyrgd av KT- verkætlanum og íverksetan av teimum. Víðfevnd menning og broytingar fara fram á KT- økinum, serliga í sambandi við at kommunan talgildar størri part av tænastuveitingum, og tí er ynskiligt, at KT-leiðarin hevur ein virknan leiklut á hesum øki. Førleikakrøv Kommunan sóknast eftir deildarleiðara við 3-5 ára útbúgving og viðkomandi royndum innan kunningartøkni og leiðslu. Leiðarin má hava góð leiðsluevni, eins og samskiftisevni og samstarvsevni eru ein treyt. Neyðugt er alla tíðina at vera opin fyri avbjóðingum, nýggjum møguleikum og broytingum. KT-leiðarin má vera framsíggin og framsøkin og skapa eitt fakliga og persónliga mennandi arbeiðspláss fyri starvsfólkini, har trivnaðurin er í hásæti. Sum KT- leiðari er neyðugt at samskifta á føroyskum, donskum og enskum. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. august 2011 kl. 15.00. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, tlf. 280020 ella Janus Isfeldt, deildarleiðara á tlf. 210330. Framsøkin og skapandi KT-leiðari stuðlar tiltøkum í Miðlahúsinum