Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

surr 2 Leonardo DiCaprio og Johnny Depp hava seinasta árið forvunnið mest av mannfólkunum í Hollywood. Tað veit amerikanska blaðið Forbes. Teir tjentu ávikavist 77 milliónir dollarar og 50 milliónir dollarar í fjør. Tað fyrra svarar til næstan eina hálva milliard krónur. Adam Sandler, sum er kendur frá skemtifilmum og frá sjónvarpssendingini Saturday Night Live, er á triðjaplássi við eini ársløn á 40 milliónir dollarar. Will Smith og Tom Hanks, sum ikki hava verið nógv at sæð í seinastuni, hava tó megnað at klatrað upp á 4. og 5. pláss á lønarlistanum við 36 og 35 milliónum dollarum í fjør. Will Smith hevur arbeitt lítið, men hann hevur dugað væl at valt sær røttu leiklutirnar, og Tom Hanks hevur forvunnið so væl, tí hann enn einaferð legði rødd til Woody í animeraða filminum Toystory. Eg eri ofta óheppin, tá eg ferðist! Kanska vildi onkur sagt, at tað er tí, at eg ferðist nógv, og tá er man onkuntíð óheppin! Men eg standi fast við, at eg eri óhepnari enn tey flestu. Seinastu árini eri eg strandað í Grikkalandi, tá eitt flogfelag fór á heysin, endað mitt í eini koll­ velt­ing í Egyptalandi, tvey ára gamli sonurin fekk lung­na­bruna á Kanariuoyggjunum, og nøkur ár sein­ni fekk sami sonur blóðeitran í Teilandi ... Nú hendi tað aftur - toka í Vágum, tá vit skul­ du avstað. Mín sannføring um, at 2 tímar og 45 minuttir í Kastrup átti at verið nóg mikið av tíð til at náa flogfarið til Stockholm, var skeiv. Ferðaseðilin, sum eg hevði bílagt á netinum, vísti seg ikki kunna broytast, og tað einasta, fólkini á flogvøllinum høvdu at siga var: "Veðurlagið í Før­ oyum hevur staðið nógvum dýrt..." og bóðu meg ringja til SAS at keypa nýggjan ferðaseðil. Um eg hevði keypt sama ferðaseðil gjøgn­ um Atlantic Airways, hevði tað ikki verið nak­ ar trupulleiki at broytt fráferðartíðina í Keyp­ manna­havn tríggjar tímar. Logiskt? Nei! So 2.900 krónur seinni lendu vit í Stock­ holm og tryggingarfeløgini heilsa sum van­ ligt, at tey ikki dekka peningin! Av øllum teimum ferðum eg havi verið óheppin, er tað bert einaferð hent, at eg havi fingið peningin aftur frá tryggingarfelagnum - tað var tá ein kvinna í rein­um panikki hevði slitið hurðina upp á einum flog­ far­i, sum var ávegis út á breytina. Flogfarið kundi ikki flúg­va, og tað tók 12 tímar at fáa nýggja hurð. Tá fingu vit pening fyri teir 12 tímarnar, vit vórðu seinkað. Hinum ævintýrunum - í Grikkalandi, Egyptalandi, Kanariu­oyggju­num og Teilandi - eru vit komin eitt sindur fátækari frá, men tó við lív og heilsu. Havi nú sett mær fyri at kanna mínar tryggingar bet­ur, áðrenn eg aftur fari út at ferðast. Tí heilt erligt veit eg ongantíð, hvat eg komi út fyri næstu ferð! inna@sos.fo Tokan kostaði 2.900 kr Inna Tørnroos Kapping í frælsum ítrótti Leygardagin 6. og sunnudagin 7. august verður kapping í frælsum ítrótti á Tórsbreyt. Leygardagin verður kappast í 100 m, 400 m, 800 m, 5000 m, 400 m hekk, 4 x 100 m, longdarlopi, sleggjuvarpi og klingrukasti. Sunnudagin verður kappast í 100 m / 110 m hekk, 200 m, 1500 m, 3000 m, 4 x 400 m, hæddarlopi, trístøkk, spjótkasti og kúlustoyti. Kappingin er fyri øll, fødd í 1996 ella fyrr. Copenhagen Fashion Week ss 2012 Hesa farnu vikuna hevur Copenhagen Fashion Week verið hildin í Keypmannahavn frá mikudegnum til fríggjadagin. 2603 ymisk merki hava verið við til vikuna, sum eisini er ein stór handilsmessa, har vár- og summarmótin til komandi ár verður bílagdur. Av føroyskum sniðgevum var tað bara Barbara í Gongini, sum luttók, men hópin av føroyskum handilseigarum hava verið í danska høvuðsstaðnum og funnið útav, hvussu føroyingar skulu lata seg í komandi vár. Eri eg ikki raskur, góða? Nú er tað kannað og prógvað. Menn halda seg gera nógv meiri av praktiskum tingum í heiminum, enn teir í veruleikanum gera. Tað vísir ein stór kanning, sum Gallup hevur gjørt. Menninir halda seg bæði gera mat og gera reint heima, men kvinnurnar nokta blankt fyri hesum pástandunum. - Orsøkin kann vera, at menn og kvinnur hava eina sera ymiska tilgongd til mat- og reingerð. Fyri mannfólk telur tað t.d. við sum matgerð, um teir bíleggja pitsa eitt kvøldið. Tað telur tó ikki við hjá kvinnunum, tí menninir hava ikki gjørt matin. - Somuleiðis er við reingerðini. Maðurin kann saktans drøna støvsúgvaran eftir gólvinum, og hann heldur seg hava gjørt eitt megnararbeiði. Men um kvinnan aftaná finnur bóltar av støvi ymsastaðni í húsinum, telur støvsúgvingin ikki við í hennara roknskapi, tí arbeiðið ikki er gjørt nóg væl. Heilir 4 av 10 monnum siga seg ordna dagligu reingerðina, men bert 1 av 30 kvinnum krediterar manninum reingerðina. Tað stutta av tí langa er, at tølini eru púra greið. Menn halda seg stríðast í heiminum, men teir fáa lítið rós frá kvinnunum, tí tær halda als ikki, at teir eru nóg raskir. Ársløn á hálva milliard krónur