Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fólkatingsval skal vera í sein­ asta lagi 13. sep­tem­ber. Eins og løg­mað­ur, so hev­ur Lars Løkke Ras­mus­sen hild­ið fast við, at val­ið skal vera, tá tað eig­ur at vera. Men með­an Lars Løkke Ras­mus­sen fram­ veg­is held­ur fast vil val­dag­in, so hev­ur Kaj Leo Jo­hann­e­sen slak­að. Ikki tí, tað er í roynd og veru ikki løg­mað­ur, sum ger av, nær val­ið skal vera – og so slett ikki, tá hann ikki hev­ur ein parla­ment­ar­isk­an meiri­luta aftan fyri seg. Líka mikið. Nú hevur løg­mað­ur so slak­að, og eft­ir fund­ir mill­um floks­for­menn­ i­nar fríggja­dag­in, so er mangt sum bend­ir á, at vit fáa val í heyst, helst seint í heyst, í ok­ to­ber ella november. Tað var Jógvan Mørkøre, sam­fel­ags­frø­ðing­ur, sum herfyri róði fram und­ ir at halda fólk­a­tings- og løg­tings­val sama dag. Hetta er kanska ikki eitt mál í sær sjálv­um, men nú sær út til, at til­vild­in ger, at hesi val vera sera tøtt. Fólka­tingsval plaga at vera hild­in týs­dag. 13. november er sunn­u­dagur, og tá plag­ar ikki at vera fólka­tings­val. Løg­ tings­val kann sam­bært lóg ikki vera sunn­u­dag. Um Lars Løkke Ras­mus­sen hel­d­ur seg til týs­dag, so er sein­asti týs­ dag­ur í val­skeiði hans­ara 8. nov­em­ber. Hetta var eisini gamli val­dag­ur­in í Før­oy­um. Tey 14 løgtingsvalini frá 1945 til 1990 hava øll ver­ið hild­in í nov­em­ber. Níggju vórðu hild­ini 8. nov­em­ber, trý 7. no­vem­ber, eitt 6. november og eitt 17. november. Skulu vit hava eitt val seint í heyst, so er hetta eis­ ini ein upp­lagd­ur møg­u­ leiki. Tá eru slak­ir tveir mán­ að­ir eft­ir val­ið at avgreiða nýggju fíggj­ar­lógina, sum skal vera bor­in í ting­ið í seinasta lagi 30. sep­tem­ber. Hóast politisku flokkarnir – ella í øll­um førum teir pol­ i­tik­ar­ar, sum vilja hava fleiri bein at knaga, eru kanska ikki so fegn­ir um, at valini bæði fella saman. Men hetta hevði ver­ið ein spenn­andi roynd fyri velj­ar­an – og tá vórðu flokk­ar­nir so tvungn­ ir at gera av, hvør skal manna Løg­ting­ið og hvør skal manna teir tveir sessir­nar í Fólka­tingi­num. Í Dan­mark velja tey eis­ini um boð í tvey ting, Fólk­a­ting­ið og ES-ting­ið. Men tað eru ong­an­tíð somu fólk í báð­um ting­u­num. Her kundi okk­ara pol­it­iska skip­ an kanska lært nak­að... Fríggjadagin tyktist val í úr­tíð at vera nærri enn nakr­an­tíð. Fyrst vóru tað Fólka­flok­k­ur­in og Sjálv­ stýr­is­flokk­ur­in sum kunn­gjørdu, at teir fóru at leggja fram upp­skot um val í úr­tíð. Teim­um á baki kom for­ kvinn­an í ting­bólk­i­num hjá Tjóð­ veld­i­num og segði, at val skal verða, áðr­enn næsti mán­aður er farin. Hetta kundi valla skilj­ast øðr­vísi enn, at ting­mann­ing Tjóð­veld­is­ins tók und­ir við upp­skot­i­num um val í úr­tíð – og út frá hes­um kundu stað­ fest­ast, at bæði fiski­vinn­u­re­form­ur, komm­un­u­re­form­ur, pen­sjóns­re­ form­ur og aðr­ar bæri­lig­ar ætl­an­ir hjá meir­i­lut­a­num á tingi vóru far­in fyri skeyt­ið. Í poli­tikki skalt tú duga at snúgva tær. Tú skalt vita, nær tú kanst siga hvat. Fólk­a­flokk­ur­in eig­ ur sum vera man at tendra fjús­ið, sum forð­ar meir­i­lut­a­num á tingi at gjøgn­um­føra ein fisk­i­vinn­u­re­form. Tað er hans­ara eks­istens­grund­ar­lag at lata ting­ini vera, sum tey eru – at ætlaðu broyt­ing­ar­nar í fisk­ivinn­ uni ikki henda. Men hjá Tjóð­veld­ i­num er støðan júst tann øv­ugta. Við at sita í tí støðu, sum Tjóð­veldi sit­ur nú, kann flokk­ur­in tryggja sær at fáa sam­tykt hjart­a­barn­ið hjá sær, ein fiski­vinnu­re­form, sum bæði Sam­bands­flokk­ur­in, Javn­að­ ar­flokk­ur­in og Fram­sókn taka und­ ir. Tal­a­n er um ein søgu­lig­an møg­u­ leika – ikki minst um vit síggja tað við tjóð­veld­is­eyg­um. Tí er tað óbúgvið politiskt forkvinnu Tjóðveldisins á tingi at rætta Fólka­flokk­i­num eina hjálp­ andi hond her. Ann­ita á Fríðriks­ mørk hugs­aði seg ikki nógv væl um hós­kvøld­ið – eft­ir tíð­ind­ini um val­upp­skot­ið hjá Fólka­flokk­i­num og Sjálv­stýr­is­flokk­i­num, tá hon sendi fjøl­miðl­unum sína hugs­an um, at vit skulu hava val í úr­tíð – í september, júst so, sum Jørg­en og Kári siga. Vit kunnu siga, at hetta var eitt skot í fótin hjá Annitu á Fríðriksmørk, og at tað krevst meira av politikara, sum hevur sitið á tingi í skjótt 14 ár. Løgmaður hevur onkur evni at kyrra. Í øllum førum varð eing­in val­dag­ur á­sett­ur, tá hann kall­aði all­ar floks­for­menn­i­nar til fund­ar fríggja­dag­in. Sjálvt Jørg­en Nicl­a­sen tykt­ist nøgd­ur við, at vit fáa eitt val í heyst, um enn tað verð­ur seint í heyst, í oktober ella nov­em­ber. Løg­ mað­ur hev­ur eis­ini slept ulti­ma­tiva krav­i­num um, at løgtingið skal sita til 19. jan­uar –  og tí er ein møgu­ leiki, at vit fara at hava løg­tings- og fólka­tings­val sama dag – og tá val­ dag­ur ofta er týs­dag, er hugs­andi, at val­ið verð­ur gamla valdagin 8. nov­ember. Vilja Tjóðveldi og Framsókn sam­ an við rest­ini av sam­gonguni skapa álit, so er at gjøgn­um­føra onkrar av reformunum áðr­enn val­ið – og so er skipan av nýggju samgonguni bara ein formalitetur. Tjóðveldi hevur søguliga stóra ávirkan á politikkin Kári á Rógvi, løgtingsmaður, vil fegin hava allar við­ kom­andi upp­lýs­ing­ar um ting­fólk út til al­menn­ing­ in. Tí­skil hev­ur hann lagt upp­skot fram á ting um at skipa eina skrá, har allir við­ kom­andi upp­lýs­ing­ar verða lagd­ir fram fyri al­menn­ing­ in. Ein grein um hetta er at lesa á síðu sjey í dags­ins blað. Hóast hetta kann tykjast í so yv­ir­driv­ið, so er hetta eitt sera á­hug­a­vert upp­ skot. Tað er ikki hiss­ini vald, vit geva teim­um fólk­um, vit velja á ting. Tí eiga vit eis­ini at vita alt um hesi fólkini – ei­sini hvørji á­huga­mál tey hava og ikki minst, hvørj­ ar inn­tøk­ur tey hava, ið kanska kunnu ávirka teirra støð­u­tak­an á tingi. Eitt annað, sum eisini hevði havt al­menn­an á­huga er at vita, um tey, ið bjóða seg fram at stýra landinum – og har­við peng­u­num hjá okk­um, hava lig­ið ørð­um til last, eitt nú við parta­fel­øg­ um. Vit hoyra javnan dømi um fólk, sum speku­lera við part­a­fel­øg­num, koyra á heys­in og lata onnur gjalda rokn­ing­ina – og so byrja aft­ ur sjálvi við sløtt­um borði. Tað sig­ur seg sjálvt, at slík fólk skulu vit ikki hava at stýra land­inum. Kanska Kári á Rógvi fær hetta við í upp­ skot­ið, at einki ting­ fólk, lands­stýr­is­fólk – og ikki minst løg­ mað­ur, hev­ur ver­ ið øðr­um til fíggj­ ar­lig­an last vegna egna spek­u­latión. Fram við øllum Um at duga at snúgva sær... Velja løgting og fólkating í senn Standi saman um úrva­ls­ ítróttin Petur Elias Petersen kjak á síðu 14 Orka má blíva politiskt flaggskip Bjørt samuelsen kjak á síðu 12 Tey, ið vilja stýra landinum, sum leggja øll persónlig áhugamál fram fyri almenningin, heldur Kári á Rógvi Áhugavert verður, um fólkatings- og løgtingsval verða sama dag. Men kanska ikki hjá teimum, sum vilja hava fleiri politisk bein at knaga – tí teir mugu velja danska ella føroyska tingið...