Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 4 Sosialurin Randi Jacobsen Maria Ellingsen er ein kendur leikstjóri í Íslandi. Hon hev­ ur sett fleiri stórar leikir upp, gjørt filmar – eisini til sjón­ varp. Nýggjasti leikur henn­ara eitur Ferðin hjá Fønix, og 1. oktober verður hesin leik­ur sýndur í Norður­landa­hús­ in­um. Tað er ikki av tilvild, at hesin leikur kemur til Føroya. Maria Ellingssen er nevniliga av føroyskari ætt og vitjar javnan her. Tá ið hon setti seg at skriva leikin, setti hon sær bein­anvegin fyri at fáa Eivør Pálsdóttir uppí. Tónleikurin er gjørdur til hennara. – Eg hoyrdi hana sum 18 ára gamla syngja í eini kirkju og gjørdist so hugtikin av henni, sigur Maria Ellinssen, sum júst hevur verið í Før­ oyum í øðrum ørindum og gjørt upptøkur til eina sjón­ varps­røð. Leikurin er longu sýndur í Íslandi og fekk tá góð um­ mæli. Maria og Eivør eru báðar á pallinum, og triði leikarin eitur Reijo Kelo, sum er ein kendur finskur dansari og koreografur. – Hetta er ein sera visu-ell­ ur, vakur og hugtakandi leik­ ur, sigur Maria Ellingssen. Fuglurin Fønix er upp­ runa­liga kendur úr persisku gudalæruni. Sagnfuglurin brann í eldinum, reisti seg og fleyg høgt upp í himmalin. Tað er eisini eitt nógv brúkt hugtak, at onkur reisir seg sum Fuglurin Fønix. Í leikinum brennur Fønix upp, men hann reisir seg kort­ini aftur við nýggjum fjaðrum. Niels Halm, stjóri í Norð­ urlandahúsinum í Før­oy­ u­m sá leikin, tá ið hann varð sýndur á íslendska tjóðardegnum. – Honum dámdi so væl, at hann beinanvegin bjóð­aði okkum til Føroya við leik­ inum, sigur Maria Ellings­ sen. Eivør við leiki til Føroya Íslendski sjónleikurin Ferðin hjá Fønix verður sýndur í Norðurlandahúsinum í heyst, og ein av leikarunum er Eivør Pálsdóttir Grund­upp­ hæddin í fólka­ pensjón­ini skal varð­ veitast Eirikur Lindenskov Umleið 300 fólk vóru á Eldradegnum 2011, sum hevur ver­ið í VB høllini í Vági. Felagið hevur sent út so­ljóðandi yvir­lýsing um kom­ andi fólka­pen­sjóns­ skipan: • Fólkapensjónin má vera fyri øll, eisini í framtíðini • Grundupphædd­ in í fólkapensjón­ ini má varð­veit­ ast • Mótrokningarfría upphæddin má ikki lækkast, pro­ gress­iv mótrokn­ ing eigur at verða nýtt í staðin • Mótrokningin eig­ ur beinanvegin at verða lækkað úr 60% niður í 30% • Fólkapensjónin má beinanvegin verða hækkað til sama realstøði sum fyri 12 árum síð­ani • Framtíðarjavning av fólka­pensjón­ ini má fylgja løn­ ar­gongdini í sam­ felagnum Í sambandi við at Skúlin á Argjahamri verður tik­in í nýtslu nú eftir summar­frí­ tíð­ina, hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við eini ferðsluloysn á sjálvum skúla­økinum og økinum mill­um nýggja skúlan og útstykkingina undir Hamr­ in­um á Argjum. Av býráðnum siga tey, at dentur verður lagdur á at veita skúlabørnum ferðslutryggar atkomumøguleikar til skúl­ an. Arbeiðið varð boðið út, og tekniski stjórin og trivn­aðar­ stjórin mæltu til, at tikið varð av lægsta tilboðnum, sum var frá frá Sp/f Andreas Berg. Málið varð samtykt í teknisku nevnd, menta­mála­ nevndini og fíggjarnevnini – og einmælt samtykt uttan avkvøðugreiðslu beint fyri ólavsøku, soleiðis at far­ast kundi undir arbeiðið beinan­ vegin. Kelda: torshavn.fo Gera rund­koyring á Argjahamri