Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 4 Tíðindi Krógvaði seg á wc'num 17 ára gamli Sverre Sæverang, sum hevur før­ oyskan pápa, var mill­um lut­tak­ararnar á summar­ leguni hjá AUF í Noreg, sum var fyri yvirgangi 22. juli. Hann greiddi Sosialinum frá, at hann – saman við øðrum – krógvaði seg á wc'inum, tá Anders Breivik fór at skjóta. – Tað var heilt ræðuligt, tá maðurin fór at skjóta, ein maður, rann beint í hølunum á mær, og hann varð skotin, greiddi hann frá. Sverre og hini fólkini goymdu seg á wc'num í einar tveir- tríggjar tímar, áðrenn tey vórðu bjargað. Føroyska Røskva Bjørgfinsdóttir var bara einar 200 metrar frá spreing­ini í stjórnar­bygn­ ingunum í Oslo. Hon var á eini kafé. Tey vistu ikki, hvat hendi, tá øll jørðin skalv undir teimum. Óynsktur í Wales Jákup Emil Hansen fekk nógvar óvinarligar viðmerkingar úr Wales, eftir at hansara útrokningar førdu til, at Føroyar fór fram um Wales á styrkislistanum hjá FIFA. Hetta hevði við sær, at føroyska fótbóltslandsliðið fór úr niðasta styrkisbólkinum í næstniðasta, sum aftur hevur við sær, at Føroyar fáa eitt landslið, sum á pappírinum er verri enn Føroyar, at spæla ímóti. Lutakastið gav okkum Kasakstan. Gevst í politikki Kirstin Strøm Bech stillar ikki uppaftur til komm­ unuvalið næsta ár. Hon starvaðist sum lærari, áðrenn hon gjørdist borgar­ stjóri, og hon vil sleppa at arbeiða aftur sum lærari. Nógv høvdu roknað við, at hon fór at stilla upp løg­ tingsvalið komandi – ikki minst nú allir profilarnir hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy hava lagt frá sær, men tað hevur hon staðiliga afturvíst. Vikan ið fór Vilmund Jacobsen Eitt av forvitnisligu ferðamálunum til fisking og frítíð er Lómundaroyra, sum er omanfyri og norðanfyri Vest­ manna. Her eru møguleikar at gista í sera snotuligum húsvognum, og um­ støðurnar hjá familjum við børnum eru fram úr góðar. Møguleikarnir hjá teimum, sum dáma at fiska síl, eru eisini millum teir allar bestu í land­ inum. Myndirnar, sum vit prenta saman við hesum greinastubba, eru allar tiknar við Lómundaroyru, sum er eitt sera náttúruvakurt øki, har frið­ sæka við vøtn og millum høg fjøll bara er fram úr. – Marglatishúsvognar okkara eru eitt frálíkt útgangsstøði til fiskiferðir ella hagatúrar – og annars til at hugna sær í saman við familju, vinum og kenningum.Tey, sum standa aftanfyri frítíðarmøguleikan, Fisking og Frítíð, siga, at tilboðið soleiðis er sera væl egnað til virkistúrar, familjutúrar, vinartúrar, polterabend, bindiklubbar – ella, hvat tað nú kann vera, sum fólk hava hug til at savnast um. – Fólk, sum hava hug at fáa eina neyvari kunning um teir møguleikar, sum vit hava at bjóða, fáa eitt nú samband við okkum um facebook- síðuna, Fisking og Frítíð. Fisking og kappingar Tað er vorðið alt meiri attraktivt at ferðast í egnum landi, bæði í báti, bili og í húsvogni. Eitt annað, sum eisini hevur vundið upp á seg seinnu árini, er fisking á vøtnum og fisking fram við landi. Á Eiði skipa tey fyri árligari fiski­ kapping, har ein hópur av fólki plaga at taka lut. Henda kapping fer fram við Eiðisvatn, og tiltakið varar til út á dagin eftir. Á Toftum hevur í tveimum um­ førum verið skipað fyri fiskikapping við tráðu fram við landi, og her er tað nýggja borðtennisfelagið Nykur, sum skipar fyri. Bæði fiskikappingin við Eiðisvatn og fiskikappingin fram við landi á Skálafjørðinum hava havt stóra undir­ tøku millum fólk. Veksandi áhugi fyri fisking At ferðast í egnum landi er vorðið meiri attraktivt fyri føroyingar í dag enn nakrantíð áður. Bæði í báti, bili og við húsvognum hugna fólk sær á ymiskum støðum, og eisini eru umstøðurnar til slíka ferðing vorðnar nakað betri við árunum Umstøðurnar at fiska við Lómundaroyru eru fram úr góðar, og tað er tiltikið, at her eru nógv síl at fáa Umstøðurnar hjá familjum við børnum eru fram úr góðar við Lómundaroyru Lómundaroyra hevur neyvan navnið fyri einki, og her síggja vit eitt lómapar, sum dusar sær á vatninum