Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 6 stjórin Dagfinn Olsen Nær byrjaði tú í starvinum? Hin 1. mai 2011 Útbúgving og arbeiðsroyndir? Eri útbúgvin cand. merc. í fígging og roknskapi frá CBS. Áðrenn Posta var eg leiðari fyri BankNordik Corporate Finance. Fyri tað aftur var eg nýggju ár innan flutningsvinnuna harav seks tey seinastu sum stjóri á Samskip. Upp­ aftur áðrenn tað aftur var eg seljari á Faroe Seafood. Nøkur orð um starvið? Tú skal taka ábyrgd og duga at vísa álit. Evna at seta teg inn í smálutirnar og hava samlað yvirlit yvir allar eind­ir í fyritøkuni. Sum stjóri skal tú »hava nakað upp á hjarta«, hava »drive« og »vilja nakað«. Posta fevnir breitt við útbering, flog- og sjófrakt, landflutningi, GIRO tænastu, vinnu- og heima­tæn­astum. Sum stjóri skal tú vera sjón­ligur og luttakandi. Trívist tú væl í starvinum? Trívist ómetaliga væl! Spennandi fyri­ tøka, sum hevur eitt stórt potentiali. Dugnalig starvsfólk og leiðsla. Hevur tú frítíðarítriv? Familjan fer við mesta av fríðtíðini. Vit búgva í einum serstakliga vøkrum umhvørvi á Hamarnum, so tað verða altíð nakrir rennitúrar út á Glyvursnes ella gongutúrar niðan á Kirkjubøreyn. Hvør er størsta avbjóðingin í starvin­um? At fáa Posta at bera seg fíggjarliga er størsta avbjóðingin. Ikki bara her og nú, men eisini framyvir. Tað ber til, og vit eru á veg! Hvørji eru aðalmálini, nú tú hevur sett teg í stjórasessin? Aðalmálið er at fáa Posta burðardygt og at laga Posta til framtíðina, bæði bygnað og tænastur. Posta skal vera ein kappingarfør fyritøka við »drive« og stórum kundafokus. Ein fyritøka har fólk trívast, og sum tekkiskt væl­ út­bún­um fólki. Hvør er støðan innan post og pakkar, nú netið, fartelefon í stóran mun hera, at heimurin »gera minni«? Pakkar fylgja nógv búskapargongdini, og hava fólk pengar um hendi hækkar talið av pakkum. Somuleiðis er við flog­frakt og sjófrakt. Brøvini eru ein av­bjóð­ing, tí tey fækka í tali, og tí skulu tæn­asturnar hjá Posta tillagast sam­svar­andi. Hinvegin vísir ein nýggj kann­ing, sum Gallup hevur gjørt fyri Post Danmark, at 59% reagera skjótari um rokningin kemur sum bræv heldur enn teldupostur, og tey brøvini, sum hava frímerki á, verða fyrst latin upp. Hvat er tín visjón fyri framtíðina, sum stjóri á Posta? At Posta skal hava eitt rímuligt avkast av eginognini. At Posta ikki stendur aftan fyri aðrar samanberiligar fyri­ tøkur í kappingarføri og tænastum. At Posta er tann fyritøkan, kundarnir »fyrst« velja til samskifti og logistik. Tað ber til og vit eru á veg Joel undir Leitinum er stjóri á Posta, og størsta avbjóðingin er at fáa fyritøkuna at geva avkast aftur Fyritøka: Posta p/f Aldur: Fyrsti post­av­ greiðsluleiðarin H.C. Múller varð settur í starv í 1870. Postverkið varð yvirtikið í 1976 og hevur virkað sum partafelag síðan 2006. Starvsfólk: Uml. 160 ársverk eru á Posta Mynd: álvur haraldsen Navn: Joel undir Leitinum Aldur: 39 ár Búðstaður: Hamarin á Argjum Hjúnafelagi: Súsanna Mc. Birnie, samskiftisráðgevi á Landsverki Børn: Armgarð 9 ár, Hanus 6 ár og Robert 3 ár Starv: Stjóri á Posta Aðalmálið er at fáa Posta burðardygt og at laga Posta til framtíðina, bæði bygnað og tænastur