Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 10 bleyti stólurin Lýs teg sjálvan við trimum orðum? Tolin, álítandi og menniskjansligur Hvat merki er tín bilur? Peugeot 207 Hvat merki er tín telefon? Blackberry 9700 Bold Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Ikki Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Heildini, nei tvætl. Oftani hyggur man ikki fyrrenn tær eru farnar framvið, og tá fær man best eyga á reyvina Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin? Farið á wc Hvat stressar teg? Tá eg komi í tíðarneyð HvøR litur er tín yndislitur? Tað man vera appelsingult Hvat gleðir teg, umframt at familjan og vinir hava tað gott? Gott veður Nær feldi tú seinast eitt tár og í samband við hvat? Tá eg hoyrdi »Butterfly kisses« seinast. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? At fáa frí til at fara at vinka í Íslandi í august til NM-U17 Hvar arbeiðir tú? Ide Møblum, linjudómari Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu? Fyrst tí eg bleiv biðin, fyri síðani at dáma tað. (galdandi fyri bæði) Hvør er tín stuttligasta uppliving í starvinum? Fyrsti firmatúrurin vit høvdu uttanlanda. Hvat lag er heimsins besta? »Butterfly kisses« við Cliff Richard Hvat er besta uppfinningin og hví? Bólturin, tí tað samansjóðar fólk. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Lumma-ull Hvat er títt besta heimaráð? Ger ímóti øðrum, sum tú vilt hava onnur at gera ímóti tær. Hvat er keðiligast við Føroyum og hví? Veðrið, tí tað er for sjálvdan gott veður Hvussu ofta speglar tú tær? Tá tað er frammanfyri mær. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? 3-4 hvønn mánað. Hvar ert tú um 10 ár? Ongan hóming, tíbetur Hyggi ikki fyrrenn tær eru farnar framvið Navn: Vinjard Dam Starv: Deildarleiðari, Idé Møblar Bólturin er besta uppfinning, tí tað saman- sjóðar fólk Mynd: privat