mánadagur 8. august 2011síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 32 l 8. august 2011
14
Skúlabyrjan
Vikutema
kunning
Óla Jákup Jacobsen
Flyting
Tá man flytur niður, skal man alt annað
líka skifta bústað. Hetta verður gjørt
við at fara á eitt av »borgerservice«,
sum eru í býnum. Í størri býum so sum
Keypmannahavn eru fleiri borgerser
vice, og ræður tá tað um at finna eitt,
sum er tætt við. Eitt borgerservice í
Keypmannahavn liggur til dømis í
Amagercentrinum. Rátt verður til at
orna flytingina skjótast gjørligt.
Persónnummar
Tá tú hevur meldað flyting í tilflyt
ingarkommununi, fært tú eitt per
sónnummar (CPR-nr.). Tað ræður um
at fáa CPR-nr. so skjótt sum til ber, tí
tað er neyðugt, um tú t.d. skalt hava
eina bankkonto, skriva børn upp til
dagstovn, søkja barnatilskot og fáa
útgoldið SU.
Føroyafrádráttur
Føroyafrádrátturin er ein serligur
skattafrádráttur, ið kann játtast før
oyskum lesandi í Danmark, um tey
lúka ávísar treytir.
Høvuðstreytirnar fyri at fáa
føroyafrádrátt eru hesar:
• At tú vart búsitandi í Føroyum,
áðrenn flytingina til Danmark
• At uppihaldið í Danmark er fyri
bils í lestrarørindum
• At tú ikki hevur eina útbúgving
(kompetansugevandi)
frammanundan
• At tú ikki hevur uppihildið teg í
Danmark í meira enn 6 mánaðir,
áðrenn lesturin byrjaði
Fyri tey, sum byrja at lesa aftaná 1.
januar 2011, er føroyafrádrátturin kr.
42.900. Fyri tey, sum byrjaðu lestur
áðrenn 1. januar 2011, er føroyafrá
drátturin kr. 71.000.
Fyri at fáa føroyafrádráttin skalt
tú venda tær til Skattacentrið har tú
býrt, uttanlandadeildina.
Greið frá:
• at tú ert føroyingur undir
útbúgving
• at tú hevur eina inntøku,
sum tú søkir føroyafrádrátt
(færøfradrag) til
• at tú ætlar tær heim aftaná
loknan lestur
Minst til:
• at hava við tær skjalprógv fyri, at
tú ert undir útbúgving, so sum
lestrarkort, lærusáttmála ella
annað prógv
• at føroyafrádráttur skal søkjast á
hvørjum ári.
Fulla skattskyldu í Føroyum
Tey flestu lesandi velja at arbeiða í
Føroyum í feriunum. Tá er tað týdn
ingarmikið, at tú hevur fingið tær fulla
skattskyldu í Føroyum. Um tú ætlar
tær at gjalda nakað minni í skatti væl
at merkja.
Treytir fyri at kunna varðveita sína
skattskyldu í Føroyum eru:
• tú skalt áðrenn lestur ella læru
uttanlanda hava havt fastan
bústað í Føroyum í minst 4 ár
• tú skalt verða uttanlands í
lestrar- ella útbúgvingarørindum
• tú skalt lata TAKS upplýsingar um
útbúgvingina, útbúgvingarstað og
ásettu lestrartíð
• tú skalt altíð kunna vátta, at tú
framhaldandi ert undir útbúgving
• tú skalt upplýsa TAKS um
broytingar í útbúgvingini, t.d. um
tú gevst ella skiftir útbúgving
Fyrimunurin við at varðveita fullu
skattskylduna í Føroyum er, at tú skalt
gjalda minni í skatti, um tú arbeiðir í
Føroyum t.d. í summarfrítíðini. Tú
fært ein botnfrádrátt upp á 30.000
kr. pr. 01.01.2011, tað vil siga, at
fyrstu 30.000 kr. tú forvinnur, eru
skattafríar.
Um tú ikki varðveitir fulla skatt
skyldu og arbeiðir í Føroyum, verður
tú avmarkað skattskyldug/-ur og skal
gjalda 42 prosent í skatti av brutto
inntøkuni, 1,75 prosent í arbeiðs
marknaðargjaldi (AM) og 0,65 prosent
til Barsilsskipanina (BAS).
Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni
hjá TAKS: www.taks.fo
Hjálp
Um tú hevur spurningar ella tørvar
hjálp til summi praktisk viðurskifti, so
eru nakrir stovnar og heimasíður, tú
kanst venda tær til:
Ráðgevingin (www.radgevingin.
dk): Her kanst tú fáa svar upp á
nógvar spurningar viðvíðkjandi
praktiskum viðurskiftum so sum SU,
Føroyafrádrátti og fullan skattskyldu
í Føroyum.
MFS (www.mfs.fo): Meginfelag
Føroyskra Studenta er felagið hjá
teimum lesandi bæði í Føroyum og
uttanlands. Her finnur tú ymiskt
viðkomandi lestrarlívinum.
ASK (www.ask.fo): Altjóða Skriv
stovan vegleiðir í lestrarviðurskiftum
fyri føroyingar, sum ætla sær undir
útbúgving í útheiminum.
Hvussu geri eg?
– tá eg flyti niður
Hvørt summar flyta nógvir ungir føroyingar niður at lesa, og í tí sambandi er nógv at hugsa
um. Eitt er tað fakliga, sum ein skal til at stríðast við, men øll tey praktisku viðurskiftini eru
heldur ikki fá í byrjanini. Fyri at lætta um hesa ofta ikki lítið truplu tíð, hava vit savnað nøkur
av teimum mest vanligu viðurskiftunum, sum helst skulu fáast í lag skjótast gjørligt