mánadagur 8. august 2011síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 32 l 8. august 2011
18
Skúlabyrjan
Vikutema
kunning
Óla Jákup Jacobsen
Vikublaðið hevur verið uppi í NEMA
og spurt seg eitt sindur fyri, hvørji eru
tey mest grundleggjandi tingini, sum
ein næmingur má hava. Millum tey
tingini, sum Høgni Hovland Petersen,
deildarleiðari fyri skrivstovumarkn
aðin, tók fram, vóru nøkur vanlig
skúlaamboð, sum man hevur havt í
taskuni síðani fyrsta flokk, men eisini
nógv heldur atypisk útgerð í fólka
skúlanum.
Ting, sum skulu í
pennahúsið, eru:
• Høna
• Holari
• Lineal
• Passari
• Pennur
• Blýantur
• Viskileður
• Highlightarar
• Einglablóð
– Sumt av hesum eigur ein vanligur
næmingur frá tíðini í fólkaskúlanum.
Men tá ein fer í studentarskúla, fer
man ikki illa av at hava t.d. hønu og
holara, tí man fær nógv papír gjøgn
um tey trý árini, sum man skal halda
skil á. Highlightarar í ymiskum litum
ger tað eisini lættari at finna teir
týdningarmiklastu setningarnar, tá
ein lesur til roynd við endan á árinum,
sigur Høgni.
Ting, sum man kann keypa
aftrat í pennahúsið, men
sum eru eitt sindur minni
týdningarmikil, eru:
• Hobbyknívur
• Saksur
• Indeksfanar
– Av tí at so nógv ting skulu í
pennahúsið, so er stílurin í dag, at
hvørt tingið er lítið, sigur Høgni.
Av øðrum tingum, sum
ein skal keypa sær til
skúlabyrjan, eru:
• Roknimaskina: TI-84/TI-89
• Blokkar: Linierað/kvadrerað
• Mappur: Tilboðs-/elastikmappur
• Pennahús: Leður/plastik
• Kalendari
• Geymi
– Um man fer á matematisku
deild, so má man sum minsta krav
hava TI-84. Á málsligu deild kann
man noyðast við minni. Eldri fólk
verða, meira velja tey pennahús úr
leðri, meðan í fólkaskúlanum er tað
mest tey úr plastik. Hóast internetið
er gott til at goyma og flyta fílar við,
so er ein geymi eitt must undir hægri
lestri, sigur Høgni at enda.
Fleiri og fleiri velja at keypa sær
nýggja teldu, tá tey byrja í skúla. Viku
blaðið hevur hugt at trimum ymiskum,
sum allar hava sínar styrkir.
Hvat skal eg keypa?
Tá tú byrjar í nýggjum flokki ella í nýggjum skúla, er tað ofta nógv nýggj útgerð, sum tú mást ogna tær.
Júst hvør tørvurin er, er fyri ein part knýtt at krøvunum frá skúlanum og fyri ein part eins egna smaki
Høgni Hovland Petersen,
deildarleiðari fyri skrivstovu
marknaðin hjá NEMA
1 Tann prísgóða:
Inspiron 15R
Prísur 6.490 kr.
Hetta er teldan, um tú
vilt hava eitt sindur av
hvørjum. Hon er skjót og
góð til skúlabrúk og kann
øll tey grundleggjandi
tingini. Eisini er hon góð til
at spæla spøl við, hóast hon
ikki er tann best egnaða til
tey heilt stóru spølini.
2. Skúlaserfrøðingurin:
Macbook Air
Prísur: 8.500 kr.
Um tú bara ætlar tær at
brúka telduna til skúlabrúk,
so er hetta tann heilt rætta.
Hon hevur nýtt slag av
harddiski, sum gevur henni
óhoyrdan skjótan uppstart.
Somuleiðis er hon serstak
liga løtt, og battaríið kann
vera í standby í upp til 30
dagar. Vansarnir við teld
uni eru, at hon hevur ikki
CD-drev, og hon er ikki væl
egnað til spøl.
3. Tann kraftmikla:
XPS 17
Prísur: 10.990 kr.
Summar teldur kunnu
meira enn til skúlating.
Hetta er ein av teimum.
Hon er ideel, um tú hevur
ætlanir um at spæla stór og
krevjandi spøl. Hinvegin er
hon nakað tung og stór og
larmar meira enn hinar.