mánadagur 8. august 2011síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 32 l 8. august 2011
20
Skúlabyrjan
Vikutema
kunning
Silas Gaard
7 ár
Eg gleði meg mest til at skula hava fimleik, tí eg giti, at vit fara at sparka ordiliga nógv. Og eg
dugi longu at lesa eitt sindur og at skriva mítt navn. Onkuntíð dugi eg eisini at rokna. Eg veit
ikki, hvør skal verða lærari hjá okkum, men teir fara heilt sikkurt at vera fittir. Eg rokni við, at eg
fari at duga væl í skúlanum, tí eg havi lurtað ordiliga væl eftir í skúlabólkinum, so eg ikki skal
gloyma nakað. Eg havi fingið eina spildurnýggja skúlatasku, sum er svørt við einum Bionicle –
manni og eg eigi eisini akkurát líka pennahús, sum er fult av øllum møguligum, sum man brúkar
í skúlanum.
Tóki á Lógv
7 ár
Eg eri mest spentur til at sleppa at rokna, men eisini eitt sindur spentur til at hava fimleik.
Systir mín dugdi at lesa, tá hon var 5 ár, men tað gjørdi eg ikki, tí eg havi lært meg at lesa í
skúlabólkinum og eisini einaferð, tá eg var í Svøríki. Eg veit eisini, hvussu nógvar pengar, man
skal hava aftur frá handilsmanninum, tá man keypir okkurt. Mín skúlataska hevur nógvar litir á
og eisini ein fótbólt. Pennahús havi eg átt leingi, so tað sleppa mamma og babba frá at keypa
mær beint nú.
Eivør á Kósini
7 ár
Eg gleði meg allarmest til at spæla ymisk spøl í skúlagarðinum. Onkur sigur, at tað er ordiliga
strævið at sita stillur í skúlanum, men eg fari heilt sikkurt at klára at sita pinnastill. Tað er einki
torført. Eg vænti eisini, at eg fari at fáa ordiliga nógvar vinir, tí í skúlanum eru so ræðuliga nógv
børn. Systkinabarnið hjá mær hevur givið mær eina nýggja skúlatasku, sum er ljósareyð við eini
Barbie á og í pennahúsinum havi eg blýantar, tussjir og træblýantar.
Erla Jacobsen
7 ár
Eg eri mest spent til at fáa fríkorter! Tá fara vit kanska at renna runt og alt møguligt sovorið
stuttligt. Eg dugi eitt sindur at lesa, men eg giti, at lærararnir eru ordiliga strangir, um man ikki
dugir nóg væl. So fara teir at skelda og siga, at man skal sita stillur. Eg haldi, at tað er nokso
strævið at sita still alla tíðina, so eg fari bara at gleða meg til fríkorterini. Mín taska hevur
hestar á og eg fái eitt spildurnýtt pennahús í dag. Vit fara at keypa tað um eina løtu og eg
sleppi sjálv at avgera, hvat fyri eitt, eg skal hava. Tað er ordiliga kul.
Børn fyrstu ferð í skúla