Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 24 Regatta Vilmund Jacobsen Regattasiglingin í Sundalagnum, sum í ár hevur 11 ár á baki, verður aftur fríggjadagin hin 12. august. Hetta er ein hugnaligur dagur hjá teimum, sum dáma at sigla, og hetta er eitt hugna­ ligt kvøld í Hósvík við nógvum fólki og góðum dansi til langt út á náttina. Tá siglt verður av Eiði til Hósvíkar, er sjálvandi neyðugt at passa sær streym undir brúnni við Streymin. Í trong­anum kann reka ógvuliga hart, og bátar kunnu koma í óføri, um sigl­ ingin ikki verður løgd til rættist eftir streymviðurskiftunum. Bergur Hansen, sum er nevndarlimur í Hósvíkar Róðrarfelag, ið stendur aftanfyri stóra regattatiltakið, sigur, at ætlanin er, at bátarnir í ár skulu loysa á Eiði um 17-tíðina fríggjadagin. Tá bátafylgið er komið til Hósvíkar, verður døgurði í bygdarhúsinum. Síðan verður dansur, og morgunin eftir verður eisini morgunmatur í bygdarhúsinum. Ikki prísurin Tað er ikki kostnaðarmikið fyri bátar og siglandi at verða við í regattasiglingini og annars at luttaka í tiltakinum. Prís­urin ger ikki, at nakar, sum kundi hugsað sær at verið við, nýtist at halda sær aftur í at loysa bátin. – Luttakarar fáa eina t-shirt, sum verður gjørd til tiltakið, armband og soleiðis tvær mátíðir fyri tilsamans 150 krónur. Bergur vísir á, at nakrir kapp­róðrar­ bátar plaga eisini at luttaka í siglingini av Eiði til Hósvíkar, og í fjør vóru eisini fleiri bátar við á hesi ferðini. – Fyri at eggja kappróðrarfólki at luttaka, hava vit ein lægri prís fyri tey sum rógva, nevniliga 100 krónur, sum eisini gevur rætt til t-shirt, armband og soleiðis tvær máltíðir. Hann sigur, at tá regattabátarnir koma suður gjøgnum Sundalagið, er vanligt, at aðrir bátar leggjast til, og hesir rinda vanliga ikki fyri bara at vera við í bátafylginum. – Men við ongum armbandi, sum er prógv um luttøkugjald, fæst so heldur eingin máltíð, leggur hann aftrat. Almennur dansur – Fólk, sum ikki eru við í sjálvari sigl­ ingini, men bara hava hug at luttaka í eitt nú dansitiltakinum í Hósvík, kunnu eisini keypa sær eina t-shirt, um nøkur tá er eftir. Dansurin, sum verður í bygdarhúsinum við bólkinum Bridge fríggjakvøldið, er almennur, og her kostar atgongumerkið 170 krónur. Hetta er ikki partur av luttøku­ gjaldinum á 100 ella 150 krónur. Bergur Hansen sigur, at Hósvíkar Róðrarfelag plagar at lata millum 700 og stívliga 1000 t-shirtir gera. Teinurin av Eiði til Hósvíkar er umleið 18 kilometrar og fleiri av bátunum, sum taka lut í regattasiglingini, plaga at fara til Nólsoyar á ovastevnu, sum er leygardagin. Úr Hósvík og til Nóls­ oyar eru umleið 22 kilometrar. Stórur áhugi Tá bátatalið er størst, plaga eini 130- 140 bátar at taka lut í regattasiglingini av Eiði til Hósvíkar. Hetta er soleiðis eitt tiltak, sum hevur stóran áhuga millum fólk, ið dáma at sigla. Tilmelding til regatta 2011 fer fram við at ringja á tlf. 565671 ella við at senda teldupost til regatta@ tpost.fo Seinasta freist at melda til er hin 10. august klokkan 22.00. vilmund@sosialurin.fo Hósvík skipar aftur fyri regatta Fríggjadagin skipar Hósvíkar Róðrarfelag fyri regattatiltaki, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar. Í Hósvík verður døgurði, og seinni um kvøldið og langt út á náttina verður dansur við bólkinum Bridge Nú regattasigling verður fríggja­ dagin, fer Hósvíkar Róðrarfelag at gera sítt til, at trygdin verður í hásæti. Eftir bátastevnuna í Vest­ manna hendi sum øllum kunnugt ein syrgilig vanlukka í Hestfirði, har ein bátur, sum hevði verið við á stevnuni, sakk á heimferðini, og tveir ungir menn lótu lív. Nú regattasigling verður í Sunda­lagnum fríggjadagin, hava sjó­vinnumyndugleikarnir boðað frá, at bátaeigarar kunnu vænta, at bátar verða kannaðir fyri at stað­festa, um eitt nú bjarg­ingar­ útgerðin er í lagi – og um útgerð er til alla manningina. Um alt ikki er í lagi, kann sektin verða, at bátur verður afturhildin og ikki sleppur at halda fram. Sonhard Dalfoss, formaður í Hósvíkar Róðrarfelag, sigur, at felagið fer at gera tað, sum liggur í teirra makt fyri at ansa eftir, at alt fer fram undir skipaðum viður­ skiftum. – Tá siglt verður av Eiði til Hósvíkar, verður bjargingarbáturin Lív fremstur í feltinum – og aftastur verður ein bátur hjá Eiðis Bjarg­ ingar­felag. Síðan fara tveir bátar við lokalum fólki – ein í hvørjum borði – at fylgja bátunum suður gjøgnum Sundalagið. Hesir bátar verða frámerktir við vimplum, so bátasiglarar kunnu síggja, hvørjir teir eru. Sonhard Dalfoss sigur, at felagið plagar at hava bjargingarbátin Lív liggjandi við bátahylin til umleið á midnátt fríggjakvøldið, men ætl­ anin er í ár at fáa manningina á Lív at liggja nakrar tímar longri. – Vit fara eisin at hava ein mann, sum burtur av hevur ábyrgdina av bátunum, sum liggja við bryggju. Hesin fer at ganga eftir bryggjuni og um bátarnar um kvøldið og um náttina. Er nakað órógvandi á vási, setir hesin seg í sambandi við 112. Formaðurin í Hósvíkar Róðrar­ felag vísir á, at sjálvandi eru tey sum felag ikki nakar myndugleiki á økinum, men tey fara at gera tað, tey kunnu, fyri at byrgja upp fyri, at nakað keðiligt hendir. – Áður hava ikki øll róðrarfólkini, sum hava luttikið í regattasiglingini, verið í bjargingarvesti, men í ár verður tað soleiðis, at eingin slepp­ur at rógva, sum ikki er í vesti, sigur Sonhard Dalfoss, sum kortini ásann­ar, at felagið sjálvsagt ikki hev­ur møguleikar at fara umborð á hvønn bát at gera kanningar. Trygdin í hásæti Regattasiglingin hevur stóran áhuga millum bátafólk og onnur, og tá luttøkan hevur verið størst, hava einir 130-140 bátar verið við í tiltakinum Vilmund Jacobsen Sonhard Dalfoss er formaður í Hós­ víkar Róðrarfelag, sum stendur aftan fyri regattatiltakið. Í fleiri ár var matur og dansur, sum er eftir at bátarnir eru komnir til bryggju í Hósvík, í bygdarhúsinum. Men í fyrraári og í fjør royndi róðrar­ felagið at ganga nýggjar leiðir við at savna ein størri part – og í fjør – alt tiltakið á bryggjuni. – Í fyrraári høvdu vit soleiðis eitt minni tjald á bryggjuni, har borðreitt varð við døgurða fríggjakvøldið og morgun­mati leygarmorgunin, með­an dansurin tá framvegis var í bygdar­ húsinum. Royndin í fjør at hava alt tiltakið í einum stórum tjaldi á bryggj­uni eydnaðist á ein hátt væl, men kortini vóru vit í róðrarfelagnum ikki heilt nøgd. Sonhard vísir á, at tiltakið í fjør savnaði rættiliga nógv fólk í Hósvík, men tað vísti seg kortini ikki, at hetta gav tað stóra »bonusið« til dansi­tiltakið. Veðrið ov gott – Vit høvdu væntað, at nógv fleiri fólk fóru at koma í dansin, sum var í stóra tjaldinum. Veðrið var so gott, og tí gingu fólk fram við og høvdu ikki ordiliga hug at brúka pengar upp á dansin. Úrslitið varð, at fólk gingu uttan fyri; tey sóu inn í taldið, hoyrdu tónleikin og dansaðu bara uttanfyri. Formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag sigur, at eini 350 gjaldandi fólk vóru í dansinum í fjør, men tað er væl minni, enn tey høvdu væntað. Fel­ agið setti nevniliga vónirnar til eini 600 gjaldandi fólk í dansinum. – Sum náttin leið, vónaði man næstan, at eitt ordiligt æl fór at koma, so fólk sluppu sær undir tak. Ikki fyrr enn klokkan var farin um 03, og vit vóru liðug at selja at­gongu­ merki, kom eitt æl, og tá stúgvaðust fólk inni í tjaldinum, sigur hann brosandi. Meiri bygdalív Jonhard Dalfoss sigur, at fólk í bygdini kundu eisini hugsað sær, at tiltakið varð flutt niðan aftur í bygdar­húsið, soleiðis at meiri lív er í uppi í bygdini, meðan tiltakið varir. – Tað vísti seg soleiðis, at tá alt til­takið í fjør var savnað niðri á bryggj­uni, var lítið lív uppi í bygdini. Nú fara vit so at venda aftur til tað góða gamla, har alt fer fram uppi í bygdar­húsinum, sigur formaðurin í Hós­víkar Róðrarfelag. vilmund@sosialurin.fo Aftur í bygdarhúsið Í fjør var alt tiltakið í sambandi máltíðir og dans í einum stórum tjaldi á bryggjuni í Hósvík, men í ár verður alt tiltakið, sum er uppi á landi, flutt niðan aftur í bygdarhúsið Í ár fara vit at venda aftur til tað góða gamla, har alt tiltakið verður í bygdarhúsinum, sigur Sonhard Dalfoss, formaður í Hósvíkar Róðrarfelag