Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 26 regatta Vilmund Jacobsen Hósvík er tann bygdin í nýggju Sunda kommunu, sum liggur nærmast Havn­ ini. Markið millum Hósvík og Kollafjørð er suðuri á Deild, og norður móti Hval­ víkini er áin Hamrá mark. Bygdin telist helst millum tær elstu í Føroyum, og fólk vilja halda, at hon er eini 1000 ára gomul. Ymiskt er skrivað um bygdina, men nógv er óskrivað. Hildið verður, at svarti deyði gjørdi nógv um seg um hesar leiðir eins og aðrastaðni í Føroyum, og tí er ikki óhugsandi, at bygdin eitt skifti kanska er útdeyð av hesi herviligu sótt. Navnið Hósvík Full vissa er ikki um, hvaðani navnið Hósvík stavar, men summi halda, at navnið sigur, at hov hevur verið í bygd­ ini, sum var vígt gudinum Tóri. Søgn er, at fólk í Hósvík ofraðu til gudin Tór ella (Thor), og at navnið Thorsvík, sum seinni er broytt til Hósvík, stav­ ar haðani. Onnur vilja vera við, at bygdar­navnið kann stava frá fyrsta niður­seturmanninum, Tóri Lága, sum sam­an við konu síni Birnu helt til í býling­inum í Toftum. Heyggurin, sum liggur beint niðan­ fyri vegkrossin eftir oman­koyr­ingina til bryggjuøkið, sigst at hava sína søgu. Tað er ikki av tilvild, at hann ikki er grivin burtur, tá landsvegur varð lagdur gjøgnum bygdina. Heyggurin stendur órørdur, og tað sigst, at tað skal vera óeydna at grava í honum. Edvard Hermansen, sum er ein kend bygdamynd í Hósvík, hevur sagt, at teir plagdu at siga, at teir fóru oman á kirkjugarðin, tá teir fóru oman til heyggin niðanfyri landsvegin. Søgur eru, at her var kirkja – ella hov – hjá víkingum, áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, og bóndahjún í Hósvík skulu í gomlum døgum eisini vera dripin og jarðað í heygnum. Í dag er heyggurin friðaður, men ivaleyst hevði verið áhugavert og for­ vitnisligt, um fornfrøðiligar kann­ingar høvdu verið gjørdar á hesum staði. 19 merkur hoyra til bygdina, og í Hósvík eru fýra bóndagarðar, sum eru Heimistova og Frammistova yviri í Toftum og Heimistova og Frammistova undir Garðsenda. Soleiðis, sum lendið er háttað, hevur ligið væl fyri at velt, og víðfevndu teigarnir vísa, at jarðarbrúk hevur havt góðar umstøður í bygdini. Vinnuvirksemi Nýggjar tíðir hava havt nýggjar møgu­ leikar og nýtt vinnuvirksemi við sær, og hetta sæst eisini aftur niðri á havna­lagnum í bygdini, har ymiskt virksemi er, og fitt av fólki hevur sína dag­ligu gongd. Í Hósvík er trivnaður, og felagslívið stendur í blóma. Bygdarfelagið Varðin eigur felagshús, sum er karmur um nógv ymisk tiltøk. Nú regatta verður í Sundalagnum við Hósvík sum mið­ depli, verður døgurði, dansur og morgun­matur í bygdarhúsinum, og tað er Hósvíkar Róðrarfelag, ið stendur aftan fyri regattasiglingina. Í Hósvík er reint og ruddiligt, og í 2006 fekk bygdin virðisløn fyri Lágánna, sum best røktu á í land­ inum. Sama ár fekk sjálv bygdin eisini 2. virðisløn sum best røkta bygd í Føroyum. Á sundalagsstevnu, sum fyrr í summar varð hildin í Hósvík, varð nýggja brúgvin um ánna og ósan dygst við sjóvarmálan tikin í nýtslu, og primus motorur aftan fyri hesa verkætlan hevur verið Martin Sømark – væl hjálptur av nógvum góðum kreftum í Hósvík og í grannalagnum annars. vilmund@sosialurin.fo Hósvík er gomul bygd Hósvík, sum fríggjadagin verður miðdepil í stórum regattatiltaki, er gomul bygd. Bygdin goymir nógva søgu, sum ongantíð er skrivað. Óvist er eisini, hvaðani navnið stavar, og í hesi greinini verða tveir møguleikar nevndir Ein bátastevna kann ikki saman­ berast við vanligu summar­stevn­ urnar. Hetta er og verður altíð ein øðr­vísi stevna, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Sjálvt um nøkur tiltøk á báta­ stevnunum líkjast tiltøkum á summar­stevnunum, eru tað altíð bátar og bátafólk, sum eru í mið­ deplinum. Vit kunnu siga, at báta­ stevnur laða garðin rundan um tað at sigla og hugna sær saman í báti og við bryggjukantin. Í afturvendandi sendingum, sum Rás2 hevur havt í samband við hesar stevnur, hava verið samrøður við fólk á báti og við fólk, sum hava tilknýti til bátar og sigling. Sjó­ mansvísur og ymiskir sangir, sum hava eitt hvørt við sjófólk, skip og bátar at gera – ella hava tilknýti til bygdina, har stevnan er, ljóma í slíkum sendingum. Ársins fyrsta bátastevna verður vanliga hildin á Toftum, síðan kemur stóra stevnan í Vestmanna – og hesi bátastevnutiltøk, sum nú eru vorðin ein partur av summar­ tiltøkunum í Føroyum – enda í Hósvík, ið stendur aftanfyri stóru regatta­siglingina av Eiði til Hós­ víkar. Aðrar stevnur eru eisini, sum plaga at savna nógvar bátar, og ein av hesum er ovastevna, sum verður hildin í Nólsoy komandi leygar­dag. Vanligt er, at nógvir av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í Sundalagnum, halda leiðina fram út til Nólsoyar seinnapartin leygar­ dagin. Tað er ikki bara sigling í frítíðarbáti, sum hevur vundið nógv upp á seg í Føroyum seinnu árini, men eisini áhugin at ferðast og gista í hús­ vognum kring landið. Hetta hava eisini hósvíkingar ásannað, nú enn eitt summartiltak verður fyriskipað av fólki í bygdini. Nú Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri regattasigling fríggjadagin, bjóð­ar felagið eisini fólki, sum hava hug at koma við húsvogni, til bygdar. – Fólk við húsvogni eru væl­ komin, og í ár verður arbeitt við at fáa eitt gott pláss til vognarnar á bryggjuni, sigur felagið. Lagt verður aftrat, at kostn­ aðurin fyri at hava húsvognar stand­andi, meðan tiltakið í Hósvík varir, verður 300 krónur. Báta­ stevnur eru ser­ stakar Bátar og húsvognar í Hósvík Hósvík er aldargomul bygd, sum goymir nógva søgu. Regattatiltakið fríggjadagin verður annað stóra summartiltakið, sum fólk í bygdini skipa fyri Vilmund Jacobsen Kvinnurnar á Falki eru ungar. Hetta er fyrsta árið, tær luttaka í kapp­ing­ ini fyri kvinnur, men hava áður róð sum gentumanning – við góðum úrs­litum. – Tað gekk væl hjá gentunum við Falki í fjør, og tær endaðu samalagt á einum øðrum plássi. Í ár, nú tær hava luttikið í kappingini fyri kvinnur, hevur ikki gingið so væl. Tær endaðu á einum 5. plássi í FM-kappingini. Tað sigur Bergur Hansen, sum er í nevndini í Hósvíkar Róðrarfelag. Hann væntar tó, at komandi kapp­róðrarár fer at roynast betri, tí tá verða genturnar, sum í ár hava mannað Falk, eitt ár eldri, og hann vónar, at tær fara at halda fram við sama ágrýtni sum higartil. – Hósvíkingur hevur verið mann­ aður við monnum í fleiri fylgjandi ár, men í ár hevur báturin ikki verið mannaður. Bergur Hansen sigur seg eisini vóna, at fleiri enn henda eina mann­ ingin verður partur av luttøkuni hjá Hósvíkar Róðrarfelag í komandi kapp­róðrarári. Ein bátur mannaður Í summar hevur Hósvíkar Róðrarfelag bara havt ein bát á floti. Tað er 5-mannafarið Falkur, mannaður við kvinnum Bergur Hansen, nevndarlimur í Hósvíkar Róðrarfelag