Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 28 Vælkomin á Regatta 2011 FaRið VeRðuR aV eiði tann 12. august kl. 17 Í HósVÍk VeRðuR Hugni, HeituR matuR og góðuR dansuR. Regatta 2011 - so er summarið fullkomið... Leo Poulsen Tá Hósvíkar Róðrarfelag fyri 12-13 árum síðani tók upp táttin at skipa fyri einari regatta, fall valið á eitt vikuskifti i august. Og lagnan vildi tað soleiðis, at júst hetta vikuskifti høvdu nóls­ oyingar valt at halda ovastevnu. Fyrsta árið endaði regattain hjá Hósvíkar Róðrarfelag í Havn, men fleiri av luttakarunum valdu kortini at sigla út til Nólsoyar, har stevna jú var framman undan. Hetta førdi við sær, at fyrireikararnir árið eftir, í 2001, spurdu seg fyri hjá Stuðulsnevndini fyri Svimjihyl í Nólsoy, um áhugi og m øguleiki var fyri, at regattain endaði í Nólsoy heldur enn í Havn. Har var leyst og liðugt beinanvegin, og líka síðani er regattain endað í Nólsoy. Hetta hevur víst seg at vera ein stak skilagóð av­ gerð, tí regattain hevur verið eitt eyka íkast í ovastevnuna, og nólsoyingar hava roynt at gjørt sum frægast burtur úr regattafólkinum. Stóra tjaldið har heima á keiini var í stóram mun sett upp til regattafólkið, so tey høgliga og lætt kundu keypa sær ein breyðbita og okkurt heitt at drekka. Seinni er hetta kombi­ nerað til at verða mat- og ølsøla, og tað hevur víst seg at rigga ógvuliga væl. Regattafólkið setir sín serliga regattadám á ovastevnuna, og satt at siga byrjar ovastevnan ikki av álvara, fyrr enn bátarnir stevna inn á víkina um 15-tíðina leygardagin. Tá verður rættiliga lív í á keiøkinum, bæði á havnarøkinum heima í bygdini og í stóran mun eisini við Klivakeiina, har dansurin eisini er. Í ár hevur Stuðulsnevndin fyri Svimjihyli í Nólsoy so gjørt av, at eitt tjald við mat- og ølsølu eisini skal setast upp á Klivum, so tað verður uppaftur høgligari hjá regattafólkinum, ið liggur við Klivakeiina bert er eitt hanagleiv frá mati og øli. Vónandi verður veðrið til vildar, tí sjálvt um regattafólk saktans kunnu hugna sær í regni, so er eingin stevna tað sama uttan hampiligt veður. leo@sosialurin.fo Regattain partur av Ovastevnu Í eini 12-13 ár hevur regattain hjá Hósvíkar Róðrarfelag verið partur av ovastevnuni, og soleiðis verður esini í ár Eitt stórt tal av bátum endar regattasiglingina hjá Hósvíkar Róðrarfelag á ovastevnu í Nólsoy